Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. februar 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 - 27. februar 2002 15 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Kærir ikki Fyrrverandi norski fiskaútflytarin Jarle Kvalheim hevur nú boðað frá, at hann góð- tekur dómin, sum hann herfyri fekk fyri at hava svikað við meirvirðis- gjaldinum. Hann varð dømdur at sita í fongsli í hálvt áttanda ár fyri at hava svikað fyri til- samans 330 milliónir norskar krónur. Jarle Kvalheim segði í síðstu viku, at hann fer at skriva eina bók um, hvussu norskar f iskivinnufyritøkur svika við almennu regl- unum, og hann segði seg hava nóg mikið at taka av. Misnøgd Ein kanning hjá svenska blaðnum Aft- onbladet vísir, at nógvir sviar eru misnøgdir við ta tænastuna, sum teir fáa frá sínum bankum. Sambært kanningini eru 40 prosent av við- skiftafólkunum hjá Nordea, Foreningsspar- banken og SEB mis- nøgd við tænastuna, sum tey fáa. Hjá Hand elsbanken er frægari. Har siga 20 prosent av viðskiftafólkunum, at tænastan er ikki nóg góð. Talsmaðurin hjá svenska brúkarafelag- num sigur, at bankarnir leggja ov stóran dent á at tæna teimum, sum nýta automatir og in- ternet til at avgreiða síni bankaørindi, með- an tey, sum framvegis fara inn í bankan, fáa eina verri tænastu nú enn fyrr. Ikki tey ríku Ungmannadeildin hjá norska flokkinum Høgra mælir nú til at broyta reglurnar um barnastyrk, soleiðis at tey, sum hava nóg mikið av pengum, skulu missa styrkin. Forkvinnan í Unga Høgra, Ine Marie Erik- sen, sigur, at tað er ein uppgáva hjá tí almenna at virka ímóti fátækra- dømi, men at hendan uppgávan verður ikki loyst við at hjálpa øll- um. Høvuðsreglan má vera, at tey, sum klára seg uttan almennan styrk, skulu ikki hava nakran styrk, sigur hon. Úr Norðurlondum: ES órógvar 22. september er bilfrí- ur dagur í teimum stóru býunum í Evropa, men í ár sleppa keypmanna- havnarbúgvar kortini at taka bilin við sær tann dagin. Orsøkin er, at ES skal halda toppfund í Keyp- mannahavn frá 22. til 24. september, og løg- reglan í Keypmanna- havn heldur tað vera óheppið fyri trygdina, um ov nógv fólk vera til gongu í býnum tann fyrsta dagin. Løgreglu- ovastin, Hanne Besh Hansen, sigur, at verða gøturnar fullar av fólki, fer tað er verða trupult hjá løgregluni at halda eygað við, at alt er, sum tað eigur at vera. Dýrari í Noregi SAS vísti herfyri aftur atfinningum um, at tað er dýrari at flúgva inn- anlands í Noregi enn í Svøríki, men nú vísir ein kanning hjá Trans- portøkonomisk Institut, at tað er væl dýrari at flúgva á innanlands- leiðunum í Noregi enn í Svøríki. Stovnurin sigur í sín- ari niðurstøðu, at verða allar fyritreytir bornar saman, kunnu ferðafólk í Svøríki fáa ferða- seðlarnar millum 20 og 25 prosent bíligari enn norsku ferðafólkini. Samstundis vísir kann- ingin, at norðmenn flúgva nógv meiri enn sviar. Revsa hart Danski løgmálaráð- harrin, Lene Espersen, mælir nú Fólkating- inum til at herða revs- ingarnar fyri ymisk lógarbrot. M. a. hevur hon skotið upp, at tey, sum gera seg inn á onnur fólk, skulu revsast munandi harð- ari enn nú, og somu- leiðis skulu biltjóvar fáa harðari revsing, enn teir fáa í dag. Serliga revsingin fyri ótilætlað manndráp verður herd munandi.. Í dag kunnu fólk fáa fýra ára fongsul við hetta lógarbrotið, men Lene Espersen ætlar, at revsingin nú skal vera upp í átta ára fongsul. Saudiarabiski krúnprins- urin Abdullah ávarar nú USA ímóti at draga Irak og Iran upp í kríggið ímóti altjóða yvirgangi. Í samrøðu við ameri- kanska vikublaðið Time sigur krúnprinsurin, at eftir hansara uppfatan er tað ikki rætt av amerikanarunum at tengja Iran og Irak at hes- um krígnum. Krúnprins- urin sigur, at er tað so, at londini hava tilknýti í altjóða yvirgang, so er talan um lítlar bólkar í teimum báðum londunum og ikki um stjórnirnar í Teheran og Bagdad. Abdullah krúnprinsur hevur havt tað veruliga valdið í Saudiarabia, síðani Fahd kongur gjørdist sjúk- ur. Ógvusliga búskapar- kreppan hevur fingið nógvar argentinar til at leita sær av landinum ARGENTINA Árni Joensen Longu tá búskaparkreppan av álvara fór at gera vart við seg fyri trimum mánaðum síðani, fingu útlendsku sendistovurnar í Buenos Aires nógvar fyrispurningar frá fólki, sum vildu sleppa at búseta seg aðrastaðni. Serliga sendistovurnar hjá USA, Spania og Italia fingu nógvar fyrispurningar um innferðarmøguleikar. Nú vísa tøl, at nógvir argentinar eru rýmdir und- an búskaparkreppuni. Blað- ið Pagina 12 skrivaði í gjár, at hetta seinasta árið eru umleið 140.000 fólk flutt av landinum. Sambært upplýsingun- um, sum blaðið hevur fing- ið frá myndugleikunum, rýmdu 23.000 fólk úr Argentina í síðsta mánað. Tey flestu fóru til Spania og Italia, har nógvir argentinar eiga skyldfólk. Pagina 12 skrivar, at hvønn dag standa fólk í røð uttan fyri sendistovurnar hjá Spania, Italia og USA. Hagtølini hjá myndug- leikunum vísa, at tað eru serliga tey ungu, sum velja at rýma av landinum. Ein orsøk til hetta er sambært blaðnum arbeiðsloysið, sum er heili 22 prosent. Nógv bendir á, at italska løgreglan hevur forðað einari yvirgangsatsókn í Rom. YVIRGANGUR Árni Joensen Myndugleikarnir í Italia kenna seg rættiliga sann- førdar um, at teir hava forðað fyri einari yvir- gangsatsókn. Í síðstu viku tók løgreglan í Rom átta menn úr Marokko. Í íbúð teirra fubbu løgreglumenn- inir næstan fimm kilo av eiturevninum cyanid. Verj- in hjá teimum átta monn- unum avsannar, at menninir ætlaðu at fremja yvirgang, men hann hevur trupult við at greiða frá, hvat ma- rokkanararnir ætlaðu at gera við eiturevnið. Illgrunin hjá italsku løg- regluni vaks, tá hon mána- dagin kom fram á eitt hol, sum onkur hevði grivið í kloakkskipanini tætt við amerikansku sendistovuna í Rom. Løgreglan er sann- førd um, at teir átta marokkanararnir hava okkurt við hetta at gera, tí í íbúðini hjá monnunum fann løgreglan eisini av býarkort av Rom, har ein ringur var teknaður uttan um staðið, har tann amerikanska sendistovan er. Í gjár komu serfrøðingar hjá amerikansku samveld- isløgregluni FBI til Rom at hjálpa italsku løgregluni við kanningunum Italskir løgreglumenn á veg niður í kloakkskipanina, har onkur hevur grivið eitt hol yvir ímóti amerikansku sendistovuni Mynd: Reuters Illgruni um yvirgangsatsókn 140.000 eru rýmd úr Argentina Saudiarabia ávarar USA 15 14 Nr. 40 - 27. februar 2002 Einaferð var Jonas Sawimbi maðurin, sum Vesturheimurin setti sítt álit á í Afrika. Henry Kiss- inger og Ronald Reagan sóu hann sum mannin, sum kundi steðga sovjetsku framgongdini í hes- um heimspartinum BAKGRUND Árni Joensen Jonas Sawimbi megnaði tað, sum eingin annar megnaði. Hann dugdi at blanda politikk og hern- aðarstuðul saman á ein háttt, sum gjørdi, at hann fekk stuðul frá Mao í Kina, apartheid-stjórnini í Suður- afrika og frá USA. Tí hesir stuðlarnir høvdu eitt felags áhugamál: At forða sov- jetsku framgongdini og ávirkanini í Afrika. Men tíðirnar eru broyttar. Sovjetsamveldið er ikki til longur, Mao er burturi, somuleiðis Ronald Reagan, og apartheid-stýrið er eisini farið í søguna. Og seinasta fríggjadag fór eisini Jonas Sawimbi av pallinum sum ein av teimum seinastu leikarunum í tí Kalda krígnum. Gloymdur Tey seinastu árini var tað eingin, sum vildi kennast við hann longur, men hann helt fram at stríðast ímóti MPLA-stjórnini og heri hennara, eins og hann hevði gjørt ímóti Portugal og portugisiska herinum. Nú bardist hann ikki fyri demokratii og marknaðar- búskapi, men heldur tí øvugta. Jonas Sawimbi vendi demokratiinum bakið, so skjótt tað ikki tænti máli hansara longur, og í teim- um landspørtunum, sum hann hevði ræðið á, setti hann marknaðarbúskapin úr gildi. Bardagin var ikki longur ein bardagi fyri einari hugsjón, men heldur ein bardagi um pengar. Hann og menn hansara høvdu fingið ræðið á tí ovurstóra diamant- ríkidøminum í Angola, og teir høvdu ongar ætlanir um at lata marknaðarbúskapin sleppa framat her. ST setti fleiri tiltøk í verk ímóti felagsskapi hansara, UNITA, og sjálvur fekk Jonas Sawimbi stemplið sum tann, ið hevði skyldina av borgarakrígnum í land- inum, og sum hevði rikið fleiri milliónir fólk frá húsi og heimi. Lærdi av abbanum Jonas Sawimbi var borin í heim í 1934. Faðir hansara var tann fyrsti svarti støðleiðarin á Benguela- jarnbreytini. Loth, sum fað- irin æt, var ein av teimum fáu svørtu, sum fekk somu rættindi sum teir hvítu portugisararnir í Angola. Abbin, Sakaitir, var ein av leiðarunum í Bailundo- uppreistrinum ímóti portu- gisiska hjálandaveldinum í 1902 - ein uppreistur, sum kostaði umleið 2.000 afri- kanarum lívið. Sum smá- drongur og unglingi tosaði Jonas ofta við abban um uppreisturin og korini hjá angolska fólkinum tá, og hesar frásagnirnar gloymdi hann ongantíð. - Portugisararnir vunnu bardagan, tí vit høvdu einki krút eftir til byrsurnar. Høvdu vit havt nóg mikið av krúti, høvdu portugis- ararnir ikki verið her í dag, greiddi abbin tí unga Jonas Sawimbi frá. Í útlegd Tað var tí ikki so løgið, at Jonas Sawimbi setti sær fyri at hava nóg mikið av krúti til bardagan ímóti sínum mótstøðumonnum, sama um tað vóru potugisar ella MPLA, og hetta lyftið helt hann. Undir friðarsamráðing- unum í nítiárunum eydn- aðist tað honum at fáa ST at halda, at UNITA hevði latið øll vápnini frá sær, men í veruleikanum hevði felags- skapurin útvegað sær fleiri og meiri nútímans vápn ístaðin. Longu tá hann gekk í skúla, gjørdi Jonas Sa- wimbi av at fara upp í bar- dagan ímóti portugisiska hjálandaveldinum. Hann gekk á einum kristnum skúla, og í 1958 fór hann til Lisboa at læra til lækna. Her fór hann upp í ein ólógligan kommunistiskan felagsskap og kom her í samband við Aghostino Neto, sum seinni gjørdist formaður í MPLA og fyrsti forsetin í Angola. Meðan hann var í Ev- ropa, stovnaði Sawimbi felagsskapin UNITA. Tá fasistastýrið í Portugal fall í 1974, og hjálondini fingu sjálvsstýri, hevði Sawimbi 1.500 hermenn har suðuri í Angola. MPLA og ein onnur mótstøðurørsla, sum æt FNLA, skipaðu sam- gongustjórn í høvuðs- staðnum Luanda, men stutt eftir sat MPLA við øllum valdinum. Ikki valdur Jonas Sawimbi helti til maoismuna, men skilti, at Kina var til reiðar at veita honum og UNITA sama hernaðarliga stuðul, sum Sovjetsamveldið lat MPLA. Suðurafrika sendi herfólk til Angola at hjálpa UNITA, og hetta sam- starvið helt fram í 15 ár. Í Luanda gjørdi stjórnin hjá MPLA eina tilsvarandi avtalu við Fidel Castro á Kuba, sum sendi fleiri tús- und kubanskar hermenn eystur um Atlantshavið. Í 1991 eydnaðist tað at fáa partarnar at binda frið, og árið eftir var fyrsta frælsað valið í Angola. Undan valinum hevði Sa- wimbi verið vísur í, at hann fór at vinna, men tá saman um kom, fekk hann bert 40 prosent av atkvøðunum. Vónsvikin gjørdi hann av at kunngera, at stjórnin hevði svikað við tølunum og bað sínar hermenn taka vápnini framaftur. Bardagarnir tey næstu árini vóru teir harðastu, sum verið hava í Angola. Í 1994 skrivaðu nakrir av næstu medarbeiðarunum hjá Jonas Sawimbi undir ein friðarsáttmála í zamb- iska høvuðsstaðnum Lu- saka. Zawimbi sjálvur tók ongantíð undir við sáttmál- anum og virdi hann heldur ikki stóvegis. Hann var boðin til Lusaka at taka lut í friðarsamráðingunum, men tók ikki av. Spurningurin er, hvat UNITA fer at gera, nú tann gamli leiðarin er burturi eins og hansara gomlu stuðlar. Hann var vónin hjá Vesturheiminum Angolska stjórnin valdi at vísa almenninginum líkið av Jonas Sawimbi - manninum, sum einaferð var vesturlendska vónin í Afrika C M Y K 14