mikudagur 27. februar 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 40 - 27. februar 2002
Nr. 40 - 27. februar 2002
13
Jónfinn Olsen
formaður í Ufm.
Eg ætli mær ikki at kjakast
við teg Jógvan, men eitt
skalt tú gera tær púra greitt,
og tað er, at miðstaðarøki
sær út sum tað ger og so
nógv er miðsavna. Hetta er
ikki feilurin hjá Havnar
Kommunu eina, men tí
politiska arbeiðinum, sum
hevur verið í hesum landi
seinastu nógvu árini, "og
sum tú ella tín flokkur
millum annað hevur verið
partur av".
Tað, tú skalt gera, er at
taka støðu til hvørjum beini
tú skalt standa á, lands-
beininum og tæna øllum
landsins borgarum, ella
kommunubeininum
og
tæna borgarunum í Klaks-
vík. Tú kannst ikki vera í
báðum støðum ísenn, sum
tað sær út. Vel annað, so vit
vita hvar tú ert "heilhjart-
aður", tí tað er ikki gott at
brúka løgtingssessin til
fyrimun fyri ein einstakan
bý, og eingin so fær ágóðan
("tí man roynir at sindra
nakað (Landssjúkrahúsið),
fyri sjálvur at fáa nakað og
allíkavæl vera verri still-
aður"). "Tú hevur millum
annað borið fram, at trupu-
lleikin er munandi størri
aðrastaðni" (eg veit ikki um
tú sipar til Klaksvíkina).
Um so er má eg spyrja,
hvussu kann trupulleikin á
hesum øki, vera størri
millum annað í Klaksvík, tá
tit hava 150 børn á bíðilista
og Havnar Kommuna hevur
uml. 400 børn á bíðilista,
livst so spyrts.
Nøkur punktir vit mega
gera okkum púra greið
1.Sannlíkt er, at vit føroy-
ingar hava fleiri trupul-
leikar, og ein av teimum
er BARNAANSINGIN á
Landssjúkrahúsinum.
Hendan trupulleika mega
vit loysa (sum eg áður
havi víst á í bløðunum
um barnagarðin á Lands-
sjúkrahúsinum), tá vit
(føroyska tjóðin) nú hava
skapt trupulleikan ("við
millum annað yvir longri
tíð at miðsavna so nógv,
og hetta er eisini gjørt
politiskt Jógvan"). Tá vit
so hava loyst henda
trupulleikan, lat okkum
so ansa eftir, at vit ikki
enda í tílíkari støðu aftur,
men hugsa um at hyggja
eftir samfelagnum sum
heild ("á landsplani").
Hesin trupulleiki um
miðsavnan hevði nokk
ikki verðir so stórur, um
miðspjaðingin
sum
MIÐFLOKKURIN tosar
um í stevnuskrá síni,
hevði verði framdur í
verki.
Men Jógvan, lat verða
við bara at harta Havnar
Kommunu fyri, at allir
hesir almennu stovnar og
fyrisitingar eru lagdir í
Havn. Spyr fyrst hvør
hevur verið við til at av-
gjørt hetta. Tað er neyvan
Havnar Kommuna, sum
hevur avgjørt at almennar
fyrisitingar og stovnar
skulu liggja í Havn.
2.Lat okkum eisini ansa
eftir, at vit hava eitt
Landssjúkrahús við væl
útbúnum og kvalifiser-
aðum læknum og sjúkra-
systrum, og at tað er
attraktivt hjá teimum at
koma
hendavegin
at
arbeiða á okkara sjúkra-
húsum. Hetta vil eisini
vera gott fyri hini bæði
sjúkrahúsini í Føroyum.
3.Lat okkum eisini ansa
eftir, at tey sjúku, veiku
og í heilatikið teimum
sum hava tørv á heilsu-
verkinum sum heild í
hesum landinum ikki líða
undir einum "politiskum
maktkampi um lokalt og
ærukent stríð".
Eg vil enda við at siga,
STUÐLI MIÐFLOKKIN-
UM til komandi løgtings-
val, vit hava í stevnuskrá
okkara, og sum eg havi
nevnt fyrr í fjølmiðlunum,
at øllum borgarum landsins
eigur tilboð um góða
heilsu- og sjúkrarøkt at
standa í boði.
MIÐFLOKKURIN
vil
vera við til at loysa hesa
støðu, og virka fyri, at
heilsuverkið og verandi
sjúkrahús skulu fáast at
virka sum ein eind og
útbyggjast
samsvarandi
hesum, og hetta er júst tað
vit eisini siga í stevnuskrá
okkara.
MIÐFLOKKURIN, TÍN
RØDD Á LØGTINGIÐ.
Vel tí rætt.
VIÐMERKINGAR
Miðstaðarøkið, Landssjúkrahúsið og Jógvan við Keldu
Fríggjadagin 15. februar
steðgaðu løgtingsmenn í
evstu løtu einari órættvísari
skattalóg. Tað er alla æru
vert, at løgtingsfólk steðga
einari órættvísari løgtings-
lóg, alt gott um tað. Men
hvat við at broytt eina tí
mest órættvísu lógina sit-
andi løgting - ótilvitað -
hevur samtykt 32-0, nevn-
liga órættvísu ferðslulógina
ið varð sett í gildið 1. juli
2000?
Rakar mong órættvíst!
Her er ikki talan um eitt
ideologiskt høgra/vinstra
ella eitt samband/loysing
mál! Nei! Her er talan um
eina ferðslulóg ið revsar tey
skeivu fólkini á ein lemj-
andi órættvísan hátt! Mong
tilkomin fólk, umframt
mong fólk í besta aldri hava
fingið sítt lívsvirði oyði-
lagt, og onnur hava fingið
sítt tilverugrundarlag oyði-
lagt av nýggju ferðslu-
lógini. Her er talan um
bæði sambandsfólk, fólka-
floksfólk, tjóðveldisfólk,
javnaðarfólk, miðflokka-
fólk og sjálvstýrisfólk, sum
eru rakt av lógargreinunum
23, 32 og 59 í ferðslulógini
frá 1. juli 2000. Tey kunnu
hava koyrt reiðuligt og
hampuligt í 15, 20, 30, 40
upp til 50 ár. Hava ikki
koyrt vilt, hava ikki koyrt
rúsdrekkakoyring, og hava
einki útistandandi við løg-
reglufólkini. Kortini skulu
øll hesi revsast lemjandi
hart, um bara tey hava gjørt
eitt einasta menniskjaligt
mistak!
Vilja brot og óvilja brot
Í verandi stund eru vit í
Føroyum í tí grotesku
støðu, at lógirnar um
valdsgerðir og manndráp
eru rættvísari enn ferðslu-
lógin!! Í hesum lóginum
verður støða tikin til, um
tað ið gjørt var, varð gjørt
við óvilja ella við vilja. Tað
sum verður framt sum eitt
óviljað/ótilætlað lógarbrot
verður revsað munandi
linari enn lógarbrot sum
eru framd sum viljað/
tilætlað lógarbrot. 18-20
ára gamlir unglingar ið
koyra 150-200 km/t til-
ætlað og við fríum vilja, fáa
somu revsing sum fólkini,
ið fremja ferðslubrot ótil-
ætlað og við óvilja. Tey ið
velja at drekka rúsdrekka,
og síðani velja at fara út at
koyra, fáa somu revsing,
sum tey ið fremja ferðslu-
brot ótilætlað og við óvilja.
Paragrafirnar 23, 32 og 59 í
ferðslulógini leggja upp til,
at tey fólk ið ikki hava
planlagt, ikki ætlaðu, ikki
vildu, sum ikki við vilja
bróta eina víkiskyldu skulu
fáa somu revsing, sum tey
ið fremja upplagt ferðslu-
brot við fríum vilja - brot ið
eru gjørd í óflýggjaskapi!
Missa koyrikortið treytað!
Øll hesi brot verða koyrd í
ein og sama posa, og fáa
somu revsing. Pól á Tvør-
oyri, Katrina í Miðvági,
Hans í Runavík sum hava
koyrt siðiligt og hampuligt í
ein mansaldur, fáa somu
revsing sum hasardkoyr-
arnir og spritbilistarnir, tey
missa koyrikortið treytað!
Svara tey 10 av 60 teori-
spurningum skeivt uppi í
bileftirlitinum, missa tey
koyrikortið. Og um tey
varðveita koyrikortið treyt-
að, og gera eitt líknandi
meniskjasligt mistak aftrat
aftaná 2 ár og 11 mánaðir,
missa tey koyrikortið med
alla!! Í 3 long ár mugu tey
liva í óttanum!
Hvat ynska
løgreglufólkini?
Um
rættarnevndin
hjá
løgtinginum gjørdi eina
spyrjirundi millum okkara
løgreglufólk, og spurdi tey:
"Hvat av hesum ynska tit
skal revsast harðast av
hesum ferðslubrotunum? 1)
Vill og ør hasardkoyring 2)
Spritkoyring 3) Ferðslubrot
ið eru gjørd ótilætlað/við
óvilja?" Svarið hevði givið
seg sjálvt! Løgtingið skal
heldur geva løgreglufólk-
unum amboðini til at sláa
hart og kontant niður á
tilætlaði brot á ferðslu-
lógina. Ein velur sjálvur at
trýsta speedarin í botn, ein
velur at drekka, men ein
velur ikki at bróta eina
víkiskyldu!
Eitt
samt
løgting eigur eisini í hesum
førinum at steðga og broyta
eini órættvísari lóg, sum
soleiðis koyrir øll ferðslu-
brot í ein og sama sekk.
Fyrilit verður ikki tikið til
motiv og avleiðingar í
núverandi ferðslulóg!
Er Bileftirlitið yvir
løgtinginum?
Í ferðslusendingini hjá Rás
2, fríggjadagin 8. februar
setti stjórin í Bileftirliti
Føroya seg omanfyri løg-
tingið og segði: "Tað kann
als ikki koma uppá tal at
fáa víkiskyldisbrot uppí
eina møguliga revsistigs/
straffpoint-skipan
fyri
ferðslubrot!". So spyrja vit
tykkum 32 ið eru fólkavald,
eru tað tit ella Jákup
Jacobsen ið avgera hvussu
lógirnar her á Føroya landi
skulu samtykjast? Tað er nú
heldur ikki so løgið, at
stjórin
í
bileftirlitinum
ynskir at ferðslulógin skal
vera verandi óbroytt. Tað
gevur nevnliga bileftirlit-
inum nógv arbeiðið og
nógva inntøku - eitt størri
tilverugrundarlag - at eitt
túsundtal av teoriroyndum
og koyriroyndum skulu
fáast frá hondini. Koyri-
lærarnir hava eisini stórt
gagn av núverandi ferðslu-
lóg. Øll hesi mongu til-
komnu og fólk í besta aldri,
ið skulu upp um aftur mugu
seta seg á skúlabonk saman
við teimum 18 ára gomlu.
Og tað kanska upp í 2-3
ferðir. So tað er væl skilj-
andi, at Bileftirlit Føroya
og
Koyrilærarafelagið
ynska,
at
ferðslulógin
verður verandi óbroytt, og
at øll vera "javnsett" og fara
upp til nýggjar teoriroyndir
og koyriroyndir, so tað
rungar í kassaapparatunum
hjá áðurnevndu!
Vánaligur eldra- og
familjupolitikkur!
Nógv góð tiltøk eru gjørd
fyri at bøta um korini hjá
okkara eldru borgarum frá
Løgtingsins
síðu.
Men
samstundis sum ein gevur
teimum eldru fíggjarligar
batar við høgru hond,
oyðileggur
man
lívs-
kvalitetin/lívsvirði
hjá
teimum eldru við vinstru
hond, við eini so strangari
ferðslulóg! Ein 70 ára
gamal borgara ið hevur
koyrt hampuligt í hálva øld,
hevur ikki ein livandi
møguleika at standa teori-
royndina fyrstu ferð. Og
ger hann tað heldur ikki
triðju ferð, so er koyrikortið
farið med alla.
Skal hann revsast so hart,
aftaná at hava sýnt varsemi
og stóra ábyrgd í meir enn
hálva øld? Hetta er eisini út
av lagi vánaligur familju-
politikkur, soleiðis at máa
støði undan búskapinum og
tryggleikanum hjá mong-
um barnafamiljum, ið júst
hava bygt. Hvussu kunnu
tey fáa mjólk og breyð á
borðið, tá annar av for-
syrgjarunum hevur eitt
livibreyð, sum krevur eitt
koyrikort? Eingin familju-
maður fer at gera eitt
ferðslubrot við fríum vilja!
Hann hevur nógv at koma
heim til aftur! Hetta er
eisini vánaligur pedago-
gikkur at signalera til okk-
ara ungu bilførarar, at
mistøk gjørd í ósketni,
verða revsaði ájavnt við
ferðslubrot, sum eru gjørd
við beráddum huga.
Fyri fólkið ella?
At enda fara undirritaðu
starvsfólk
í
Postverki
Føroya - ið liva av okkara
koyrikorti - at heita á
tykkum 32 løgtingsfólk um
at
gera
eina
rættvísa
ferðslulóg, ið setur sjónlig
mørk millum óflýggjaskap
og menniskjaslig mistøk!
Spyrjast kann um vit skulu
hava eina ferðslulóg fyri
fólkið, ella eina ferðslulóg
fyri bileftirlitið og koyri-
lærarnar? Vit eru mong
ófaklærd ið eru í tí støðu at
missa vit koyrikortið fyri
eitt menniskjaligt mistak, ja
so missa vit eisini livi-
breyðið!
Standið stinn tá tað ræður
um at steðga órættvísum
lógum! Við tøkk fyri tykk-
ara viðgerð!
Við rættvísiskvøðu:
Oddbjørn Joensen,
Erik Andersen,
Jákup Pauli Johansen,
Arnhold Fjallstein,
Magnus Samuelsen,
Heri Simonsen,
Ian Brockie,
Frank Petersen,
Jens Petur Andreassen,
Ingi Steffansson,
Heðin J. Luid,
Henry Fjallstein,
Álvur Danielsen,
Magnus M. Hentze,
Finnbogi Samuelsen,
Kaj Poulsen,
Einar Djurhuus,
Arnfríður Dam Jacobsen,
Petur Mortensen,
Rúni Ellingsgaard,
Niels P. Johannesen,
Heini Justinussen,
Jóan Pauli Hammer,
Karl Mortensen,
Bjartur Wacher,
Ib H. Mortensen,
Annfinn Reynheim,
Magnus Gunnarsson.
(Starvsfólk hjá Postverki
Føroya, ið hava koyrikortið
sum livibreyð!)
Løgtingið steðgar órættvísari skattalóg:
Hvat við at broyta eina órættvísa ferðslulóg?
Eyðólv Dimon
Hoyvík
Seinasta leygardag hevði eg
nakrar viðmerkingar til
Skúlamálaráðharrin,
tí
hann fer at rumbla við upp-
skotið um lóg um frískúlar,
nú samgonguskeiðið er
runnið. Eg vísti á, at
Fólkaskúlin ongantíð hevði
fingið tað aftur, sum hann
var spardur í kreppuárun-
um, hóast landskassin ong-
antíð hevði havt tað so gott
sum nú. Men hinvegin so er
nýggj fólkaskúlalóg farin at
virka, og Lærarafelagið
hevur fleiri ferð víst á, at
nýggja
fólkaskúlalógin
kostar yvir 100 mio. at seta
í verk. Hóast hetta, so er
játtanin til fólkaskúlan bert
hækkað 70 mio. meðan
henda samgonga hevur
sitið, so skúlin er spardur
yvir 30 mio. kr., meðan
henda samgongan hevur
sitið.
Hví frískúlar
Við nýggju fólkaskúlalóg-
ini eru nærum óavmarkaðir
møguleikar fyri, hvussu
lærarar, næmingar og for-
eldur skipa skúlan. Einasta
avmarkingin ella treytin er,
at
endamálsorðingin
í
fólkaskúlalógini
verður
fylgd. Endamálsorðingin
snýr seg um, at undir-
vísingin og gerandislívið
hjá skúlanum eigur at vera
grundað á andsfrælsi, tol-
lyndi, javnvirði og fólka-
ræði. Hví er so framvegis
eitt ynski um at skipa
frískúlar.
Fyrst eru tað teir átrún-
aðarligu frískúlarnir, sum
ikki eru sameiniligir við
endamálsorðing fólkaskúl-
ans um tollyndi og ands-
frælsi, og hetta leggi eg ikki
í at koma við fleiri við-
merkingum til her, tí hesir
skúlar fara at koma før-
oyska fólkaræðinum aftur-
um brekku, um teir sleppa
at síggja dagsins ljós.
Hin orsøkin er, at fólka-
skúlin ikki er tann skúlin,
sum fólkaskúlalógin leggur
upp til, tí játtanin til fólka-
skúlan er ov lág. Fólka-
skúlin gevur næmingunum
allar møguleikar at velja
sínar vallærugreinar og
skipa sín skúla, men tá
ynskini skulu fylgjast,tá eru
ongir pengar, og skerdi
skúlin er tí stirvin og langt
frá tí, sum fólkaskúlalógin
leggur upp til. Her er ikki
tørvur á nýggjum lógum.
Nei, um hetta skal betrast,
so er at hækka játtanina til
fólkaskúlan og ikki grugga
málið, bert við tí enda-
málið at skøva útyvir van-
stýringina av skúlanum, nú
val stendur fyri durum.
Tjóveldisflokkurin
Arbeiðshátturin hjá Tjóð-
veldisflokkinum í hesi sam-
gonguni er sera marghátt-
ligur. Tað tykist, sum hann
hevur snorksovið, og nú
tíðin fer at renna undan, so
skulu kollveltandi broyt-
ingar setast í verk, og tað
ørkymlandi er, hví broyt-
ingarnar skulu fremjast, nú
teir fara úr Tinganesi. Eg
fari at nevna nøkur dømi.
Blokkurin er hækkaður,
meðan Tjóveldisflokkurin
hevur havt ábyrgd av
fíggjarmálum, men nú teir
eru á veg út gjøgnum hurð-
ina, so skal blokkurin lækk-
ast við yvir 300 mio. Ein-
asta avriki hjá landsstýris-
manninum í fullveldismál-
um er, at embætisfólkini
hava skrivað ”Hvítu bók”,
men nú, hann er á veg út
gjøgnum
hurðina,
skal
avgerð takast um yvirtøku
av løgreglu o.s.fr. Fólka-
skúlin hevur ligið í ”koma”
við skerdari játtan og ong-
ari eftirútbúgving av lærar-
um, meðan Tjóveldisflokk-
urin hevur havt skúlamála-
ráðharran, men nú teir eru á
veg út gjøgnum hurðina, so
skal lóg um frískúlar setast
í verk.
Fólkaskúlin verri fyri
Elin Henriksen ger meg í
Sosialinum
fríggjadagin
varugan við, at okkurt av tí
eg havi skrivað um frí-
skúlaætlanirnar, ikki hevur
verið nóg greitt, og tað fari
eg at takka henni fyri og
royna at betra.
Eg haldi tað vera púra
burturvið at fara at gera
eina lóg um frískúlar í Før-
oyum, og orsøkin er tann, at
fólkaskúlin kann nøkta
nærum óavmarkaði ynski
frá lærarum, næmingum og
foreldrum ella skúlastýr-
um. Harafturat fer ein
frískúli at verða fíggjaður
eins og í londunum uttan-
um okkum. Tað merkir at
landskassin
saman
við
einum foreldragjaldi skal
gjalda skúlan. At lands-
kassin skal gjalda sín part
av skúlanum merkir, at játt-
anin til fólkaskúlan verður
lækkað við somu upphædd,
sum
frískúlin/skúlarnar
skulu hava. Hetta fer at
gera føroyska fólkaskúlin
verri fyri, enn hann longu
er. Gev hinvegin føroyska
fólkaskúlanum tað játtan
sum krevst, so kann hann
fylgja fólkaskúlalógini, og
tá er óneyðugt við nøkrum
frískúlum. Broyti politikk-
in frá at verða, at føroyska
merkið er blivi hentleika
flagg, sum Tjóveldisflokk-
urin hevur gjørt tað til, og
lati Merkið hin vegin verða
borgan fyri góðsku.
Óneyðugt við lóg um frískúlar
VIÐMERKINGAR
Signar P. Heinesen
Val er í hondum og vit, sum
skulu velja, gera okkum so
smátt til at meta um, hvat
kom burturúr hesum val-
skeiðinum, og hvat vit vilja
skal henda í tí komandi.
Vit eru borgarar í tí lítla
partinum av heiminum,
sum hava demokratisk rætt-
indi. Við søguligum eygum
eru
hesi
demokratisku
rættindi eisini so nýggj, at
vit enn gera rætt í at
handfara hesi rættindi sum
tað, ið kann gleppa okkum
av hondum.
Veljarin hevur tí onga
umbering fyri ikki at røkja
hesi rættindi eftir førimuni.
Løgtingsvalið er mest týð-
andi stakhending í demo-
kratisku skipanini, og er tað
tí góður demokratiskur sið-
ur, at tann einstaki veljarin
gevur sær stundir til at
hugsa seg um, minna seg á
tað, sum farið er og líta
framyvir - hvar vil eg geva
mítt demokratiska íkast?
Hetta valskeiðið
At sjálvstýrið føroya fólks
hevur myndað yvirskriftir
og røður hetta valskeiðið,
er einki nýtt. Hóast nógv
rok av ymsum slagi, so eru
tey ítøkiligu úrslitini til at
yvirskoða. Vit eru ikki
nærri eini politiskari niður-
støðu í málinum, har nakar
greiður meiriluti av Føroya
fólki er fyri ella ímóti at
taka sjálvstýri innanfyri eitt
ásett áramál, hóast væl tey
flestu helst kundu hugsað
sær eitt sindur víðari ræsur.
Onkur roynir at ugga seg
við, at ein sjálvstýris-
prosess er farin á glið og
steðgast ikki aftur. Men
veruleikin
er,
at
tann
helvtin av løgtinginum,
sum
argumenterar
við
skattapengunum
hjá
donsku frú Jensen, er eisini
fólkavald.
Mentunarliga var støðan
ikki serliga góð, tá ið
hendan samgongan tók við.
Men hendan samgongan
hevur ikki bøtt um støðuna
- heldur hinvegin. Í atgerð-
arloysi vegna tað eina
málið fyri framman var
hugsað ov lítið um mentun-
arligu fylgjurnar av øðrum
málum, sum ofta koma
undir heitið ‘smámál’. Sum
eitt lítið innskot kann
nevnast,
at
framtíðar-
granskarar sjáldan brúka
tíð uppá stórmálini - tað eru
úrslit frá nøkrum av dag-
sins smámálum, sum koma
at mynda stórmálini í
morgin.
Tað eru serliga tvey
eyðkenni, sum eiga at ávara
okkum, sum velja.
Ósannindi
Tað eina eyðkenni, sum
eigur at ávara okkum velj-
arar, eru tey ósannindi, sum
oftari og oftari koma frá
okkara ovastu politisku
leiðslu.
Verandi stýrisskipan er
eitt tvíeggjað svørð, sum
vit veljarar eiga at taka í
fullum
álvara.
Hendan
stýrisskipanin byggir á ta
einu høvuðsfortreytina, at
øll í almennum starvi, frá
høgum til lágan, siga sum
er og siga tað, sum er týð-
andi í málinum. Er onkur,
sum tilætlað smoykir sær
uttanum hetta, so eigur tað
at fáa avleiðingar alt fyri
eitt. Verður hetta ikki tikið í
álvara, so er okkara stýris-
skipan ein einaræðisskipan.
Endalyktin er tað totalitera.
Hvussu ofta hava ikki
bæði landsstýrismaður og
hægstu embætisfólk hans-
ara sagt beinleiðis ósatt ella
borið mál soleiðis fram, at
tann viðkomandi parturin
tilætlaður er skúgvaður til
viks? Dømið við einum av
hægstu embætismonnum
landsins, sum nú um dag-
arnar var í fjølmiðlunum
við ósannindum fyri aðru
ferð í sama máli at kalla,
stendur ikki einsamalt í so
máta. Tað er tekin um eina
undirmáaða mentan, at
bæði landsstýri og løgting
góðtaka ósannindi.
Tann, sum brúkar ósann-
indi í síni talu og ósanna
atferð, hevur meldað seg
sjálvan úr samskiftinum við
onnur og lítið felags gagn
er í tí, sum viðkomandi
tekst við. Tann alment setti,
sum brúkar ósannindi í síni
talu og ósanna atferð,
forðar harafturat veljaran-
um í sínum politiska dómi
og er tí sekur mótvegis
einum av hornasteinunum í
praktisku
demokratisku
skipanini.
Ikki-politikkur
Hitt eyðkennið í okkara
stýring er vantandi evni og
vilji til at gera tað politiska
arbeiðið til lítar og grundað
á hetta arbeiðið at fáa
undirtøku fyri tí, sum
verður avgjørt. Ein politisk
avgerð, sum ikki hevur eina
veruliga undirtøku, er ikki-
politikkur, sum er trýstur
ígjøgnum politiska formali-
tetin, serliga tá ið talan er
um bygnaðarmál. Slík mál
hava ongan týdning í sær
sjálvum, men eru avgerandi
fyri hópin av øðrum mál-
um. Kommunuskipanin er
dømi um slíkt mál.
Júst kommunuskipanin
er eitt av dømunum, har tað
politiska arbeiðið so at siga
steðgaði upp. Ongin breið
tilvitan er fingin til vega í
fólkinum um, at færri og
størri kommunur eru til
størri gagn enn fleiri smáar
kommunur, hóast mong í
fyrisitingini og kanska eis-
ini fleiri politikarar halda,
at so er. Tá ið so ongin til-
vitan fæst, so verður málið
trýst ígjøgnum við at leggja
størri og størri byrðar á
kommunurnar, soleiðis at
tær noyðast at leggja sam-
an. Tað gera tær so - sum
best ber til. Tað ítøkiliga
úrslitið er, at vit neyvan
nakrantíð
hava
havt
ógreiðari býtið millum land
og kommunur. Vit kundu
nevnt onnur dømi, har
politiska skipanin roynir at
smoykja
sær
uttanum
veljaran, eitt nú innan
skattaskipanina, sjálvstýris-
tilgongdina, fíggjarlógar-
viðgerðina o.s.fr.
Sagt við øðrum orðum,
so eru vit við at koma okk-
um í eina ‘vit látast sum
um’ skipan, sum hevur lítið
við skilagóða atferð at gera
- enn minni við demokrat-
iska atferð - og uppaftur
minni hevur tað við ment-
aða atferð at gera. Hetta er
ikki so mikið, sum frægasti
mátin
at
fáa
avgerðir
praktiskt gjøgnumførdar.
Ein spurningur um
mentan
Hesi málini eru um mentan.
Gerandismentan,
sum
næsta ættarlið fer at skriva
bøkur um. Málini snúgva
seg um, hvussu vit eru
mótvegis
hvør
øðrum,
hvussu vit skipa okkum
innanhýsis og í okkara
livibreyði og hvussu okkara
leiðsla virkar undir trýsti.
Tað er mentanin, orðið,
sum ger skilnaðin millum
djór og menniskju, millum
frumskógina,
har
tann
sterkasti vinnur og fólkið,
har felagsskapurin er kjarn-
in.
Mentan
ger
munin.
Menniskjan hevur ymiskar
møguleikar, sum djórini
ikki
hava.
Menniskjan
hevur t.d. eisini møguleik-
an, at planta eina frumskóg,
har tann veikasti vinnur. Tá
fáa vit eina doyggjandi
mentan. Ein slík gongd er
eyðkend m.a. við loysnum,
sum verða settar í verk,
hóast tær vóru framskygdar
fyri áratíggjum síðani og
tíðin nú er farin frá.
Tað er mentanin, sum ger
av, um vit skipa okkum
soleiðis, at sum frægast
fæst burturúr tí einstaka
borgaranum - og at hvør
einstakur fær sum frægast
burturúr tí tilveru, sum
honum var lagað, saman
við sínum medborgarum.
Tað er mentanin, sum ger
av, um vit heldur skipa
okkum soleiðis, at tað
veikasta vinnur frama í tí
einstaka, og vit harvið máa
undan ‘sam’-felagnum og
fáa
hissini
menniskja-
oyggjar, har títt problem
ikki er mítt problem - ein
gongd, sum er felagsskap-
inum at bana.
Tað er ikki stórvegis íkast
eitt lítið land sum Føroyar
kann geva í einum víðari
høpi, men mentaða atferð
og góðar demokratiskar
siðir hava vit natúrligar
fortreytir at geva. Sum
veljari anno 2002 verður
mítt demokratiska íkast at
velja mentan. Ynski mítt er
at fáa høvi at velja ein
mentaðan persón í einum
rímiliga mentaðum flokki,
har teir ítøkiligu persónar-
nir í floksleiðsluni arbeiða
rímiliga mentað millum
sínar medborgarar.
Eitt mentunarval
C
M
Y
K
13
12