Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. februar 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. februar 2011 · Nr. 16 4 Sosialurin Randi Jacobsen Nógv arbeiðspláss hava okk­ urt slag av vaktarskipan. Fyri at halda skil á vaktunum er vanligt bara at hava eina talvu, har tað stendur á, hvør hevur vakt og nær. Men tað kann gerast snild ari. Peter Gram, sum um­ framt at hava útbúgving sum offiserur úr herinum lisið til grannskoðara og fyri skipan og datamatikk á Hand ils há­ skúlanum í Keypmanna havn. Tað var hansara bakgrund fyri at seta seg at biksast vi at gera eina ráðleggingarskipan á netinum. Hann byrjaði so smátt í 2007 at gera nakrar royndir, men tað gekk einki serligt, og hann væntaði seg noyðast at bíða, til hann í 2019 fór frá við eftirløn. Arbeiddi í Irak ­ Men so hendi tað, at í 2008 varð eg sendur til Bagdad sum hermaður, og eg visti, at har fekk eg at fáa nógva frítíð. Eg tók tí tilfarið við mær, og so skjótt sum eg hevði innrættað meg, fór eg í gongd og arbeiddi við ætlan míni hvønn dag, sigur Peter Gram. Hann var eitt hálvt ár í Irak, og 14 dagar fyri at hann skuldi heim, var hann komin á mál, var ætlanin fullførd. Peter Gram gjørdi ráðlegg­ ingarskipanina saman við beiggja sínum í Danmark, og teir fóru til eitt lýsingavirki, sum fekk uppgávuna at seta ætlanina smart upp. Hetta lýsingavirki mælti teimum eisini til at finna ein málbólk til ætlanina. Beiggjarnir hildu, at hetta júst fór at vera nakað fyri barna garðar og vøggustvur, og teir vildu tí hava onkr an barna­ garð at royna skip an ina. ­ Men tað bar als ikki til. Skipanin hóskaði ikki til teirra hugburð, sigur Peter Gram. Álit á starvsfólki Hugskotið aftan fyri skip­ an ina, sum á føroyskum eitur Vaktir.fo er, at ráð legg­ ingarætlanin liggur á net­ inum, og at øll starvsfólk á arbeiðsplássinum kunnu fara inn á hana. Á skipanini sær, nær hvør hevur vakt, um fólk vantar til vaktir o.a. Starvsfólkini kunnu ikki av sínum eintingum fara inn í skipanina at gera broytingar, men tey kunnu á skipanini boða frá, at tey ikki eru tøk til eina vakt, og ein annar kann fara inn og taka ta tá leysu vaktina. Eisini kunnu tey boða frá feriu og øðrum. Sjálvt um tgey ikki kunnu gera annað við eina vakt enn at seta hana sum tøka, kunnu tey seta feriu og annað á. ­ Mín áskoðan er, at tað loysir seg hjá einum arbeiðs­ gevara at hava álit á sín um starvsfólki, at leggja upp gáv­ ur út til starvsfólkini at hava ábyrgd av, sigur Peter Gram. Við hesi skipanini er ong­ an tíð ivi um, hvør hev ur vakt. Ta ber ikki til at misskilja nakað. Tað er eingin orsøk til at ræðast misbrúk, tí tað kann altíð eftirkannast, um nakar hevur pilkað við. Hin­ vegin eru mínar royndir, at starvsfólk ikki gera slíkt, sigur Peter Gram. Hvør munur er á tykkara skipan og øðrum? Tað finnast nógvar ym­ isk ar skipanir á netinum, og tær eru ofta gjørdar til eina ávísa vinnu ella eitt ávíst slag av arbeiði. Tær eru kostnaðarmiklar, og út búgv­ ing krevst fyri at brúka tær. Okkara skipan kann brúkast allastaðni, hon kostar ikki nógv og er løtt at læra at brúka, og møguleikarnir eru nógvir. Nógvir møguleikar Fleiri sløkkiliðsstøðir í Dan­ markar hava keypt skipanina, og tað hava eisini fleiri falck­ støðir. Beint nú eru teir í samráðingum við Falck. [um at gerast “eneleverandør til dem”] Onkur byggifyritøka í Danmark hevur somuleiðis keypt skipanina. Henda fyri­ tøkan brúkar ikki skipanina sum eina vaktarskipan men fyri at halda skil á, hvar í landinum teirra kostnaðar­ miklu maskinur eru, nær tær verða tøkar o.a. Ein flutningsfyritøka brúk ar skipanina til at hava stýring á, hvørji gist ing ar­ hús kømur teirra eru leys í ymsum býum í Evropa, eitt bilverkstað brúkar skipanina sum yvirlit yvir uppgávur hjá starvsfólkum, og tað sama ger ein málarafyritøka. Færøernes Kommando brúkar eisini skipanina fyri at síggja, hvørji kømur i bý­ num eru upptikin og hvørji ikki. Í Føroyum er eisini áhugi fyri skipanini. Hotel Før­ oyar, flogvøllurin og Fiski­ veiðieftirlitið brúka hana. Skipanin finst á donskum og føroyskum, og verður nú týdd til týskt, og ætlanin er eisini at gera eina fullfíggjaða útgáva á føroyskum. Hugs­ anin hjá Peter Gram er at fáa ein skúlaflokk, eitt nú á Handilsskúlanum, til at týða til føroyskt. Skipanin kann eisni senda SMS boð ,og her er gjørd ein samstarvsavtala millum Vaktir.fo og føroyska felagið GlobiSMS, soleiðis at tað kann brúkast av kontunum hjá hvør øðrum. Einføld vaktar­ skipan á netinum Peter Gram, sum í 22 ár hevur búð í Føroyum, hevur saman við beiggja sínum ment eina ráðleggingarskipan á internetinum. Skipanin hevur vakt stóran ans í Danmark Peter Gram hevur saman við beiggja sínu gjørd eninføldu skipanina, sum hevur vakt ans í Danmark Mynd: Jens Kristian Vang Randi Jacobsen P/F Raðhamar, hvørs høvuðspartaeigari er Gulak Gullaksen, hevur júst keypt trolbátin Sigrun. Í juni seinasta ár keypti Norðoya Spari­ kassi Sigrun, sum fleiri hava víst áhuga fyri. Gulak Gullaksen vil ikki upplýsa keypsprísin, men báðir partar eru nøgdir við prísin, sigur hann. Trolbáturin verður nú settur í stand eftir teimum krøvum, sum klassin setir. Tað gongur væntandi ein mánaður, til báturin er klárur, sigur Gulak Gullaksen. Hann hevur fyri tað mesta ført fiskiskip, men seinastu árini hevur hann siglt uttanlands. Nú hevur hann so sagt upp har fyri at koma heim aftur at føra Sigrun. ­ Eg havi trivist væl, men eg havi altíð havt tað best umborð á fiski skipi, sigur Gulak Gullaksen. Hann býr í Hattarvík, og Sigrun hevu eisini fingið heimstað í Hattar­ vík. Sigrun býr nú í Hattarvík Gulak Gullaksen í Hattarvík hevur keypt trolbátin Sigrun frá Norðoya Sparikassa Tá ið Sigrun varð tikin fyri ólógligan fiskiskap fyri hálvum øðrum síðan, fór ahnn til Leirvíkar at leggja veiðina upp. Har lá hann eitt skifti, men tað mesta av tíðini hevur hann ligið í Klaksvík Mynd: Vilmund Jacobsen Svart í svartfugli Glómur vóru í fólki, sum leygardagin seinnapartin vóru stødd í Leirvík. Javnan hoyrast gremjingar um, at svartfuglurin er í minking, men henda dagin var sonn innrás í Leirvík av svartfugli. Mynd: Birgir Waag Høgnesen