mánadagur 7. februar 2011síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 7. februar 2011 · Nr. 16
Sosialurin
RØNBJERG
FERIE RESORT
Njót feriuna í frálíka frítíðar depli-
num Rønbjerg Ferie Resort. Her
nýtist tær ikki at keða teg, tí
frítíðardepilin hevur ørgrynnu
av aktivitetum at bjóða.
FRÁFERÐ 24. JUNI
HEIMFERÐ 3. JULI
2 VAKSIN + BILUR
+ 4-KOYGGJUKAMAR
UTTAN VINDEYGA
+ UPPIHALD Í 1 VIKU KR.13.990,-
TAK BØRNINI VIÐ FYRI KR. 290,- FYRI BARNIÐ
Bilur (í mesta lagi 1,9 m høgur, 2 m breiður og 5 m langur)
(upp til 2 børn 3-11 ár)
1 VIKA Í
RØNBJERG
Í SUMMAR
Í SUMMAR
BÍLEGG MATIN
ÁÐRENN FRÁFERÐ
TÚ
SPARIR
10%
TEL 34 59 00
WWW.SMYRILLINE.FO
Tey fýra fólkini, sum endaðu í einum ógvu
slugum ferðsluóhappi í Hvalvík seinnapart
in leygardagin, sluppu merkiliga væl burtur
úr tí.
Óhappið hendi tá ið ein betongbilur og
ein persónbilur, sum koyrdu ímóti hvørjum
øðrum, stoyttu saman.
Løgreglan segði við Kringvarpið í morg
un, at persónbilurin kom ov langt í vinstru
síðu, men tey vistu ikki hví.
Betongbilurin royndi at snara undan og
endin var, at bilarnir stoyttu saman og báðir
fóru út av vegnum og koppaðu
Tvey fólk vóru í hvørjum vilin, eitt vaksið
fólk og eitt barn, sigur løgreglan.
Tað eina fólkið í persónbilinum mátti
skerast leyst og tey vóru síðani øll fýra
koyrd í sjúkrabili á Landssjúkrahúsið.
Men tey eru sloppin væl og onkur teirra
vórðu longu útskrivað aftur leygarkvøldið,
men onkur skuldi liggja nátt á Lands
sjúkrahúsinum til eygleiðingar.
Í sambandi við óhappið varð neyðugt at
stongja vegin í fleiri tímar, tí tað var nógv
olja og sement á vegnum, sum mátti reins
ast burtur og so skuldi betongbilurin eisini
fáast upp aftur.
Úrslitið av tí vóru endaleysar bíðirøðir av
bilum báðu megin, men stutt eftir nátturða
leygarkvøldið varð opið aftur.
Sluppu
væl frá tí