Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. februar 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. februar 2011 · Nr. 16 6 Sosialurin Áki Bertholdsen - Viðhvørt føldi eg, at tað var mín skyld og viðhvørt fekk eisini eg ringa samvitsku, tí onkra einstakt bil var tað behagiligt. Soleiðis dregur Bára Joen- sen, lærari í Gøtu samanum tey árini, hon varð hon varð kynsliga misbrúkt av sínum egna abba. Á upplýsandi fundi hjá Kris í Sandavági mikukvøldið um kynsligan ágang ímóti børnum, hevði hon dirvi til at reisa seg upp og greiða øllum teimum yvir hundrað áhoyrarunum frá, hvussu kynsligt misbrúk ávirkar eina barnasál, eisini langt inn í vaksnamannaárini. Abbin búði á Skála og mis- brúkið fór altíð fram heima hjá honum ella á støðum, hann fekk lokkað Báru til. Tey vóru javnan og vitj aði abban og ommuna á Skála og hon var seks ár, tá ið mis- brúkið byrjaði og hon var 13- 14 ár, tá ið tað helt upp at, tí tá noktaði hon at vitja abban meiri. Seinastu ferðina, abbin gjørdi seg inn á hana, var eina ferð, hann hevði lokkað Báru við sær burtur í haga og har misbrúkti hann hana. - Eftir tað hendi onki aft- ur, tí tá var eg 13-14 ára gomul og skuldi foreldrini okkurt, kundi vera einsamøll heima, og eg noktaði tískil at fara aft ur til Skála at ferðast, sigur hon. - Eftir tað tók abbin seg burtur frá mær og tað var týði ligt, at hann føldi seg ong an tíð væl til passar, tá ið tey hittust, so tað var ikki ofta, at tað hendi. Goymdi tað í sær Bára Joensen fortaldi ong um um misbrúkið, men goymdi tað inni í sær øll ungdóms- árini, heilt til hon varð vaks- in. Hóast hon onkuntíð helt at tað var alt samalt hen- nara skyld, og hóast hon eis- ini hevði ringa samvitsku tí hon onkra løtu føldi tað be- hagiligt, var skommin tann mest yvirtikna kenslan, hon føldi, og tí segði hon tað ong- antíð fyri nøkrum. Tað var ikki fyrrenn hon fekk drong og giftust og hevði fingið annað, og serliga tað triðja barnið, at ballónin brast. Hon sigur, at tað kynsliga misbrúkið ávirkaði nógv lívið saman við manninum, men tá tey fingu annað barnið, gjørdi hon av at fortelja hon- um um misbrúkið. Men hon vildi ikki at nak ar annar skuldi vita tað, hóast maðurin royndi at eggja henni til at leita sær hjálp. Skuldi eg doyð .... Men so fór hon á Læraraskúla og fekk tað triðja barnið. Á Læraraskúlanum høvdu tey heilt fitt av sálarfrøði og tað fekk hana at hugsa nógv um støðuna. - Eg bleiv rættiliga tung- lynt og tað bleiv við at mala í høvdinum á mær, hvat hendi, skuldi eg doyð og maðurin mín var tann einasti, ið visti av, hvat abbin hevði gjørt við meg. - Eg hugsaði eisini, hvat kundi hent, skuldi foreldur míni farið til Skála at ferð- ast við mínum børnum og um abbin so eisini fór at mis- brúka tey. - Og hvat vissi ongin trúði manni mínum, vissi hann fortaldi um misbrúkið. Bára Joensen sigur, at tað var tá, at hon gjørdi av at ringja til Kris, har hon hevur fingið góða hjálp, vegleiðing og umsorgan. Men tey í Kris tóku eisini í herðatoppin á henni og gjørdi henni greitt, at hon mátti eisini taka seg saman, so at hon kundi koma víðari í lívinum. - Í dag livi eg eitt lív við kyns ligum ágangi og ikki í kyns ligum ágangi. Eg var eitt offur, men nú eri eg ein yvir livari. - Tann kynsliga ágangurin er nakað, eg havi við mær í viðførinum ígjøgnum lívið, men tað fyllir ikki so nógv longur. Mátti fortelja børnunum Hóast tað ikki fyllir so nógv nú, hevur tað sanniliga gjørt tað øll hesi árini. - Tað hevur ávirkað familja rættiliga nógv, hóast tey onki visti, tí tað gekk so long tíð, til eg fortaldi børnunum tað. Men tað kom tann dag- urin, tá ið hon føldi, at hon var noydd at fortelja børnunum, hví mamman av og lá bara lá á sofuni og græt. - Børnini høvdu ikki uppi- borið at hava eina mammu, sum fekk niðurtúrar javnan og savnan, uttan at tey vitstu hví. Hon hevði onki fortalt teim um, tí hon vildi verja tey, men hon mátti ásanna, at hon mátti siga teimum tað, tí tey hugsaðu tað ringasta, tá ið mamman gekk upployst í gráti, uttan at tey vitstu hví. Bára sigur, at tí gjørdi hon av at fortelja teimum børn- unum, hvussu støðan var. Men hon fortaldi eisini børnunum, at sjálvandi vóru tað lær arar, ommur og gumm ur og onnur vaksin, sum tey kundu hava álit á. Men hon hevur eisini prent að niður í tey, at tey skulu seta mørk. Og eg havi fortalt teimum, at roynir onkur at lokka tey, skulu tey bara renna avstað. Kortini mælir hon eisini til varsemi, tí tað má heldur ikki vera so at pápar ikki kunnu sleppa at nana sínum børnum, at hava tey í bað og turka teimum, uttan at stúra fyri at koma undir illgruna fyri kynsligan ágang. Hinvegin skulu tey held ur ikki vera bangin fyri at for- telja mammu ella pápa frá, hava tey upplivað okkurt keði ligt. So kom løtan Bára Joensen staðfestir, at summi koma ongantíð fram við tí, at tey eru kynsliga mis- brúk. Men hennara royndir eru, at tað er neyðugt at koma fram við tí. - Tað er ikki neyðugt at greiða alment frá tí, soleiðis sum eg geri fyri at varpa ljós á trupulleikan. Men míni avgjørdu ráð skulu vera, at offur fyri kynsligum ágangi skulu leita sær serkøna hjálp fyri at koma víðari við lívin- um. - Og tað er ongantíð ov seint at koma fram við tí. Bára sigur, at tað bleiv meiri og meiri neyðugt fyri hana at fortelja restini av familjuni um tað, henni hevði verið fyri. Og ein dagin kom hon so til ta niðurstøðu, at nú skuldi tað vera – og tað kundi ikki bíða. - Pápin var burtur so hon fortaldi tað fyri mammuni, tí tað mátti út nú og kundi ikki bíða til pápin kom aftur. Mamman fór eisini at stúra fyri hinum báðum døtr un um. - Tað stóð nógv á mammu, men hon spurdi so hinar báðar døturnar um abbin eis- ini hevði gjørt seg inn á tær. Tann eldra noktaði blankt og tann yngra bleiv fyrst øgiliga ill, men síðani viðgekk hon kortini, at abbin hevði eisini misbrúkt hana og aftaná gjørdi tann eldra systurin tað so eisini. Sostatt var greitt, at abbin hevði misbrúkt allar tríggjar systrarnar - Hetta var ein sonnum ein royndartíð fyri familjuna og tað var rætt og slætt ein ruðuleiki heima. Mamman tók tað rættiliga nær at allar hennara tríggjar døtur høvdu verið misbrúktar. Hon er serstakliga kedd tí hevði eg havt sagt tað beinanvegin, kundi hon havt Abbin misbrúkti hAnA í 7 ár BLÓÐSKEMD Bára var bara seks ára gomum, tá ið abbin fyrstu ferð gjørdi seg inn á hana. Tað var byrjanin til eitt kynsligt misbrúk, sum vardi í samfull sjey ár. Tá ið hon nógv ár seinni avdúkaði sítt óhugnaliga loyndarmál, fór familjan í tvíningar, tí summi blivu ill við hana og søgdu, at hon hevði altíð verið so kjaftabreið Tað bleiv við at mala í høvdinum á mær, hvat hendi, skuldi eg doyð Bára fortaldi ongum um misbrúkið