mánadagur 7. februar 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 7. februar 2011 · Nr. 16
Sosialurin
spart meg fyri nógv misbrúk
og hon kundi eisini havt
forðað fyri, at yngra systurin
yvirhøvur kom í misbrúkið.
Men serliga fast hevur tað
tikið pápanum, at hansara
pápi hevur misbrúkt allar
tríggjar systrarnar.
Bæði foreldrini eru illa
plág að av skuldarkenslu, av at
tey einki hava lagt til merk is.
- Men nú eru vit komin
víðari. Vit tosa nógv saman
og vit standa øll saman um
hetta sum familja, eisini ver-
familjan hjá mær.
- Eg royni at fortelja fyri
teimum, at tað ber ikki til at
liva í fortíðini, tí hon er farin
og vit mugu royna at koma
víðari.
Abbin settur til svars
Allar
tríggjar
systrarnar
hava verið hjá Kris, men tær
stuðla hvørja aðra væl og tær
práta nógv saman.
Tað kom eisini hartil,
at Bára gjørdi av at fara á
Skála at seta abban andlit til
andlits við sínar gerðir.
- Hinar báðar systrarnar
gjørdu av at koma við. Tær
søgdu, at tær tordu ikki at
siga nakað, men tær skuldu
koma við fyri at stuðla og
vera hjá mær.
- Tá ið vit komu inn til
hans ara, ætlaði hann at rýma
á dyr, men eg stóð fyri hon-
um og forðaði honum og gav
honum boð um at seta seg.
Men hann vildi ongantíð
viðganga tað, hann hevði
gjørt.
Omman fór í verjustøðu
fyri abban og ein pápabeiggi,
sum eisini var inni, vardi
eisini abban og helt fyri við
meg, at eg hevði altíð verið so
kjafta breið.
- Men eg fekk so sagt tað,
eg hevði at siga, við abban og
so fóru vit á dyr.
Meldaðu abban
Tvær vikur seinni gjørdu vit
av at melda hann. Tað var
eisini fyri at gera løg regluna
varuga við, at her er ein
maður, tey eiga at hava eyg-
uni eftir, tí hann var fram-
vegis bæði frískur og ferð-
ugur.
Men hann doyði nakrar
heilt fáar dagar aftan á.
- Tað var onkur, sum læt
meg vita, at tað var eg, sum
hevði lagt hann í grøvini.
Men eg síggi tað øðrvísi, tí
eg føli eg mátti seta hann
til svars fyri hansara gerðir
nú, áðrenn tað bleiv ov seint
og hann fór at doyggja, tí
hansara tíð var komin.
Omman og tann eini
pápa beiggin tóku ta støðu
heldur at trúgva abbanum
og familjan fór mestsum í
tvíningar og hevði ikki so
nógv samband síðani.
- Men nú eri eg komin so
mikið langt í mínari grøð-
ingar-tilgongd, at eg havi
fyrigivið ommu og eg havi
eisini vitjað hana við børn-
unum, so at tey kunnu koma
at kenna sína langommu.
Bára leggur afturat, at
hóast abbin misbrúkti hana,
hevur hon eisini havt øgiliga
nógvar góðar løtur saman
við honum, tí hann hevði
eisini nógv gott í sær.
- Tað var tann tíð, tá ið eg
bara hevði ring minni um
abban. Nú tori eg at viðanga,
at eg var eisini góð við hann
– men hann hevði keðiliga
síður, sigur Bára Joensen.
aki@sosialurin.fo
- Míni avgjørdu ráð skulu vera, at offur fyri kynsligum
ágangi skulu leita sær serkøna hjálp fyri at koma
víðari við lívinum. Og tað er ongantíð ov seint at koma
fram við tí, sigur Bára Joensen úr Gøtu, sum sjálv varð
kynsliga misbrúkt ein stóran part av barnaárunum.
Eg var eitt offur, men
nú eri eg ein yvirlivari