Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. februar 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. februar 2011 · Nr. 16 8 Sosialurin Nýtt øki á Hálsi Í komandi Oyggjablaði verður handils­ økið á Hálsi í Havn sett í fokus við áhugaverdum samrøðum og lýsingum. Lesið mikudagin millum annað hetta: Torkil: - Eg hevði aldrin ímyndað mær slíka broyting Gunvá arbeiðir í nýggjasta handlinum Sóleyð - frá intensivari deild til skrivstovu Hans Jákup gjørdi veg og bygningar Ein líknandi mentanarstevna varð hildin í august mánaði í fjør við eini fjølbroyttari skrá. Tá varð skipað fyri til tøk­ um í øllum bygdum í stóru kommununi, við kvøld­ setum, marknaðardegi, fram sýningum, fundum og tón leiki. Mentanarvikan 2010 byrj aði við eini kvøldsetu í Eydnuni á Oyrarbakka og endaði við einum rørsludegi á Oyrarbakka. Líkt er til, at fólki dámdi so væl stevnuna í fjør, og tí verður hon sett at verða í viku 38 ­ sum er í døgunum 19. til 25. september. snorri@sosialurin.fo Nakað herfyri varð hildin regluligur aðalfundur, og tá varð nevndarval eisini á skránni. Í nýggju nevndini sita nú Eyðritt Dalsgaard sum er forkvinna í felagnum. Umframt hana sita Gerda Magnussen, Mari Anna Anthoniussen, Dávur Sørensen og Janus Petersen eisini í nevndini. Eitt tað fyrsta tiltakið hjá nývaldu nevndini var at skipa fyri veitsluni, sum varð hildin seinasta leygarkvøld. Í hesum sambandi kann verða nevnt, at Sólarris varð stovnað á kyndilsmessu, 2. februar í 1943. Húsavíkingar hava áður spælt sjónleik í ung manna­ felagshúsinum, sum eisini verður útleigað til størri bólkar, tiltøk og annað. Inni í húsinum er bæði køkur og annað ið krevst til útleigan, størri tiltøk og felagsveitslurnar. snorri@sosialurin.fo Hesa broyting líkaði hesin borgarin ikki, og gjørdi tí vart við støðu sína hjá Klaksvíkar kommunu í august mánaði í fjør. Víst varð á, at øll hesi árini hevur økið verið kallað “á Grønabóli”, sum eisini er gamalt staðarnavn fyri økið. Málið kom fyri í um sit­ ingini í kommununi, har bæði Gøtunavnanevndin og Tekniska nevnd tóku und ir við hesi broytingini. Og á seinasta fundi sínum samtykti kommunan eisini tað sama. Seinni hevur so Um hvørv­ isstovan góðkent og skrásett navnið á Grønabóli. Tað eru fimm húsa numm­ ur knýtt av vegnum. snorri@sosialurin.fo Mentan aftur í hásætið SundalaGið Á fundi í farnu viku samtykti bygdaráðið í Sunda kommunu at skipa fyri eini mentanarviku í seinnu helvt av september mánaði í ár. Nýggj nevnd í gomlum felagi Nýtt gøtunavn í Klaksvík HÚSaVÍK Hóast ungmannafelagið Sólarris skjót hevur 68 ár á baki, er framvegis lív í tí. KÆRa Klaksvík hevur fingið enn eitt gøtunavn - eitt navn, sum fólk hava brúkt í áratíggjur Hoyvíksvegur frá rás til autostradu ViKa 38 Fólk í Sundalagnum sleppa aftur til ein hóp av mentanartiltøkum í heyst ÁniRnaR Eftir at hava búð í samfull 26 ár á Grønabóli í Klaksvík, varð bústaðurin hjá einum húski brádliga broytt til á Ánavegnum. unGMannaFElaG Sólarris í Húsavík hevur skjótt 68 ár á baki