Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. februar 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 7. februar 2011 · Nr. 16 Sosialurin - Tað er eitt krav frá Fólka- flokkinum til samgonguna, at kommunur skulu ikki leggj ast saman fyrrenn fólka atkvøða hevur verið í øll um kommunum. Tað staðfestir Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Hann er eisini limur í politiska bólkinum, sum við gerð spurningin um ein nýggjan kommunubygnað. Hann hevur stóran áhuga í spurninginum um komm- unubygnaðin og hann stað- festir, at hann fer aldrin at góðtaka, at kommunur verða tvingaðar at leggja saman. Hann sigur, at tað er ein samtykt í Fólka flokk - inum, at ongar komm unu- samanleggingar verða uttan at fólkaatkvøða hevur verið um tað fyrst. Og hann leggur afturat, at fólksins vilji skal virðast, tí kommunur skulu ikki tvingast at leggja saman, har fólkið ikki vil. Tað merkir, at í teim um kommunum, har fólka at- kvøðan vísir, at meiriluti er ímóti samanlegging, skal held ur ongin samanlegging verða. Kunnu verða uttanfyri Fyri at nevna eitt dømi, so ætlar politiski fylgibólkurin, at Fuglafjørður og Eystur Kommuna skulu leggjast saman. - Men verður úrslitið av eini fólkaatkvøðu í Fugla- firði, at fólkið sigur nei til samanlegging, skulu komm- unurnar heldur ikki leggjast saman. Eitt annað dømir er Suðuroy, sum eftir ætlan skal verða ein kommuna. - Men siga vágbingar nei til fólkaatkvøðu, skal Vágur sleppa at standa uttanfyri eini samanlegging, staðfestir Jógvan á Lakjuni. Høvuðsmál óloyst Hann ivast eisini í um sam- gongan er so øgiliga nær eini semju um kommunu- bygn aðin, sum Annika Olsen heldur á aðrari grein her á síðunum. - Ein avgerandi spurn- ing ur í málinum um ein nýggjan kommunubygnað, er, hvussu tey fíggjarligu viðurskiftini skulu skipast og um talan skal vera um eina útjavningarskipan, eina blokkstuðulsskipan frá landi til kommunur, ella um eina heilt aðra skipan. - Hetta er kanska tað tórførasta málið av øllum at finna semju um, men her er spónurin ikki settur í greytin enn, so enn er langt eftir á mál, sigur Jógvan á Lakjuni. Ongin skal tvingast FÓLKAATKVØÐA Tað er ein samtykt í Fólkaflokkinum, at fólkaatkvøða skal verða í øllum kommunum um samanlegging, tí ongin skal tvingast Fólkaflokkurin slakar fyri at fáa semju MUGU SLAKA Vit hava slaka og vil restin av samgonguni eisini slaka, kann semja fáast heilt skjótt, sigur Jørgen Niclasen - Vilja Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin slaka, kann semja fáast um ein nýggjan kommunubygnað í allar nærmastu framtíð. Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins. Jørgen Niclasen sigur, at Fólkaflokkurin krevur ikki longur, at skúlamál skulu leggjast undir kommunurnar at verða umsitin. - Í hesum máli hava vit slakað fyri at slóða fyri eini semju, sigur hann. Men afturfyri vil Fólka- flokkurin hava, at fólka at- kvøða skal vera í teimum ymsu kommunum um sam- an legging. Hann vil ikki inn á smá- lutirnir í eini fólka atkvøðu, men hann staðfestir, at skal ein kommunusamanlegging hepnast væl, er tað alt- avgerandi, at fólkið er við og tekur undir við henni. - Vit mugu tryggja okkum, at fólkið er við til at taka støðu, tí tað er trygdin fyri, at samanleggingin fer at eydn ast. Samdur innanfloks Formaður Fólkafloksins leggur afturat, at vilja hinir samgonguflokkarnir ganga Fólkaflokkinum á møti í kravinum um eina fólka- atkvøðu, kann semja fáast um ein nýggjan komm unu- bygnað í næstu viku. Tað er ongin loyna, at innanfloks í fólkaflokkinum hevur stór ósemja verið um kommunubygnaðin. Men Jørgen Niclasen sigur, at nú er Fólkaflokkurin fult samdir um leistin og tekur undir við, at tað skulu verða níggju kommunur og at eldraøkið verður lagt undir kommunurnar. Men afturfyri skulu hinir flokkarnir taka undir við, at fólkaatkvøða skal vera um samanlegging. 9 kommunur í Føroyum Í framtíðini skulu tað vera níggju kommunur í Føroyum. Hetta er tað, sum nú liggur í kortunum hjá samgonguni, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum. Ein politiskur fylgibólkur hevur arbeitt við at nýskipa kommunubygnaðin og hann er samdur um, at frá 1. januar 2013, skulu Føroyar verða níggju kommunur. Tað merkir, at tá ið val til kommunustýri verður aftur á heysti í 2012, verður bara valt til hesar somu níggju kommunurnar. Tær níggju kommunurnar, sum Føroyar verða býttar sundur í, eru: 1: Norðoyar Kommuna, sum skal fevna um Fugloyar- Viðareiðis- Hvannasunds- Húsa- Kunoyar og Klaksvíkar Kommunu. 2: Eysturøkið, ið skal fevna um Eystur Kommunu og Fuglafjarðar Kommunu. 3: Skálafjarðar Kommuna, ið fevnir um Nes Kommunu, Runavíkar Kommunu og Sjóvar Kommunu. 4: Sundalagið, ið fevnir um Sunda Kommunu og Eiðis Kommunu. 5: Vesturøkið, ið fer at fevna um Vestmanna og Kvívík. 6: Vága Kommuna fer at fevna um Vága- og Sørvágs Kommunu. 7: Suðurstreymoyar kommuna verður óbroytt. Hetta er økið, sum nú eitur Tórshavnar Kommuna. 8: Sandoy og Skúvoy verða ein kommuna. 9: Suðuroy verður ein kommuna.