Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. februar 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. februar 2011 · Nr. 16 10 Sosialurin Skal ikki enda í hurlivasa ANTIN ELLA Skulu vit ganga Fólkaflokkinum á møti, kann tað enda við 15 ella 20 kommunum og so er alt farið í vaskið, sigur Hans Pauli Strøm úr Javnaðarflokkinum - Skulu kommunurnar leggjast saman og fáa fleiri málsøki at umsita, skal tað gerast ordiligt, ella skal tað slett ikki gerast. Tað staðfestir Hans Pauli Strøm, sum umboðar Javn- aðar flokkin í politiska bólk- inum, sum roynir at finna semju í samgonguni um ein nýggjan kommunubygnað. Men hóast summi siga tað øvugta, er greitt, at enn er samgongan rættiliga langt frá eini semju um hetta. Hans Pauli Strøm sigur, at Javnaðarflokkurin hev ur sett sum treyt fyri at leggja eldraøkið undir komm un- urnar, at talan verður nakrar stórar, sterkar eindir. - Har er onki at raffla um. Skal eldraøkið undir kommunurnar, skulu tær verða so mikið stórar og sterkar, at tær verða førar fyri at taka ímóti, annars verður eldraøkið verandi undir landinum. Somuleiðis skal ein eldralóg gerast áðrenn, so at kommunurnar vita akkurát, hvørji krøvini verða. Blokkstuðul Ein onnur treyt er, at vit fáa eina útjavningarskipan, so at trygd fæst fyri, at komm- unurnar verða førar fyri at átaka sær uppgávuna, hóast tað er ymiskt, hvussu tær eru fyri fíggjarliga. Tað skal verða okkurt slag av blokkstuðuli, tí í lands- skatti rinda tey við góð ari inntøku meir, men í komm- unu skatti rinda øll sama pro- sentpart. So verður tað kommunu- skatturin, sum skal fíggja eldraøkið, má tað hækkast og tað fer at raka tær lágu inntøkurnar meint. - Øll hesi viðurskifti skulu verða púra greið áðr- enn tað kemur upp á tal at leggja eldraøkið undir komm unurnar, so at vit hava fulla trygd fyri, at tað ikki endar í hurlivasa, men er í fullkomiliga tryggum hond um. Men av tí, at Javnaðar- flokk urin krevur, at komm- unurnar skulu verða stórar og sterkar, vil flokkurin ikki vita av uppskotinum hjá Fólkaflokkinum um fólka- atkvøðu, soleiðis sum Jógvan á Lakjuni greiðir frá í aðrari grein. - Skal eldraøkið leggjast undir kommunurnar, skal talan vera sjey ella níggju komm unur í mesa lagi. Men verður kravið um fólka- atkvøðu eftir fólkafloksleisti eftirlíkað, kann tað skjótt enda við 15-20 kommunum og so kemur ikki upp á tal at leggja eldraøkið undir kommunurnar, sigur Hans Pauli Strøm. - Vit hava stríðst við at finna politiska semju um at nýskipa kommunubygnaðin í Føroyum í fleiri ár. Og eg má viðganga, at nú eri eg farin at møðast av hesum, so nú má tað røkka ella støkka. Tað staðfestir Annika Olsen, landsstýriskvinna í inn lendismálum. Annars er tað ein spurn- ingur, hvussu verið við ætl- anin at nýskipa fólka skúl an. Fólkaflokkurin hevur kravt, at kommunurnar eis ini fáa fólka skúlan at umsita, men tað kravið er nú afturtikið. Stór avbjóðing Tað er serliga Javn aðar- flokk urin, sum hevur sýtt fyri at leggja fólkaskúlan undir kommunurnar, tí stúrt verður fyri, at tað fer at føra til, at dygdin í skúlaskapinum verður ójøvn, alt eftir, hvussu kommunurnar eru fyri og, hvussu tær raðfesta skúlan. Tað hevur Fólkaflokkurin nú boygt seg fyri. Men sum tað sæst í aðrari grein, krevur hann afturfyri, at ongin samanlegging verður, fyrrenn fólkaatkvøða hevur verið í kommununum um tað og meiriluti hevur verið fyri tí. Tann stóra uppgávan hjá politiska bólkinum er nú at finna semju um, hvussu kommunurnar skulu fíggja tær eyka útreiðslurnar, tær fáa, tá ið tær fáa eldraøkið at umsita. - Her eru ymsir møgu- leikar. Tosað hevur verið um eina kommunala útjavn- ingarskipan, men tosað hev ur eisini verið um at komm unurnar skulu fáa blokk stuðul til at fíggja eldra økið og aðrar uppgávur við, sum verða lagdar frá landi til kommunurnar at umsita, sigur Annika Olsen. Møðist av ósemju um samanlegging RØKKUR ELLA STØKKUR Annika Olsen sigur, at nú skal spurningurin um ein nýggjan kommunubygnað avgreiðast, antin so ella so Ein semja um at nýskipa kommunala bygnaðin og leggja kommunur saman, hevur ongantíð verið so nær sum nú. Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í inn- lendismálum. Annika Olsen sigur, at nýskipanarætlanin skal nú til politiska viðgerð í sam- gonguflokkunum. Hon leggur eisini dent á, at endamálið hjá sam- gonguni er, at nýskip anin á kommunala økinum skal eisini hava so stóra fólksliga undirtøku, sum til ber. Tí er ætlanin nú send teimum báðum komm unu- feløgunum til hoyringar, eins og tey eisini hava verið við á fundum um ætlanina. Nú bíðar hon so eftir eini afturmelding haðani. Fólkslig tilgongd Annars ætlar hon eis ini at ferðast til allar komm un ur- nar at greiða frá ætlanini. Tað er eisini ein møguleiki, at hon fer at heita á allar kommunur um at skipa fyri borgarafundum, har lands politikarar kunnu vera við at kunna og svara spurningum. Tað er somuleiðis ein møguleiki, at fólkaatkvøða skal vera í kommunum kring landið um nýskipanina. Annika Olsen miðjar eftir, at málið kann verða lagt fyri Løgtingið og av- greitt, áðrenn Løgtingið fer í summarfrí, helst í síðst í apríl ella fyrst í mai. Treytin fyri tí er sjálvandi, at samgonguflokkarnir taka undir við tí, men tað hevur hon góðar vónir um, tí politiski fylgibólkurin, sum hevur stungið út í kortið, er vælmannaður við tað, at har sita bæði løgmaður, landsstýriskvinnan í inn - len dismálum, teir trígg ir floksformenninir í sam- gong uni, umframt tvey um boð fyri hvønn flokk í samgonguni. Annika Olsen hevur sagt áður, at fæst ikki ein semja um kommunubygnaðin nú, sleppur hon ætlanini, tí nú skal tað verða egg ella ungi. Hava ongantíð verið so nær BÍÐISTØÐA Annika Olsen hevur góðar vónir, men nú bíðar hon eftir afturmeldingum Lagt til rættis: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ÓVISSA Enn veit ongin, hvussu Føroyakortið fer at síggja út tann 1. januar í 2013. Uppleggið er, at tað skulu verða níggju kommunur, men fær Fólkaflokkurin sín vilja, kann tað enda við 15 ella 20 kommunum – og so er alt farið í vaskið, sigur Javnaðarflokkurin