Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. februar 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 7. februar 2011 · Nr. 16 Sosialurin Vilmund Jacobsen Bátastevnan í Vestmanna, sum hesaferð verður hin tíggjunda í røðini, verður í ár hildin tveir fylgjandi dagar, nevniliga fríggjadagin 20. og leygardagin 21. mai. Tað eru Vestmanna Ítróttarfelag og Kappróðrarneystið, sum for melt standa aftanfyri stevnuna, og ágóðin fer til liðugtgerð av neystinum. Skipað verður fyri til­ tøk um á keiøkinum og í ítróttarhøllini fyri bæði børnum og vaksnum. Longu fríggjadagin, sum er dýrabiðidagur, verð ur stórt barnatiltak við Trølla­ pæturi og Trølla omm uni. Bátar og suppa Eins og undanfarin ár, verður suppa og annað at fáa leygardagin, tá bátarnir eru komnir av Fútakletti undir Vágalandinum og hava lagt til bryggju í Vestmanna. Seinni sama dag verð ur eisini borðreitt við teim um vælumtóktu báta stevnu­ búffunum umframt ym isk­ um øðrum. Men tað er ikki bara fríggja dagin, at barnatiltøk eru á skránni á bátastevnuni. Soleiðis verður eisini leyg­ ardagin, tá barnatiltak við mini­tivoli, fiskibrunni, tom bola, andlitsmáling, bólt kasti og øðrum er á skránni. Hesi tiltøk byrja klokkan 16. Leygarkvøldið verð ur so tann stóri bátastevnu dans­ urin, sum er eitt aftur vend­ andi og vælumtókt tiltak í Ítróttarhøllini á festi valin­ um. Kunning á heimasíðu Úr Vestmanna verður sagt, at tey, sum ætla sær til bygd­ ar við báti ella húsvogni, kunnu lesa á heimasíðuni www.vif.fo um bátapláss og pláss til húsvognar so hvørt, sum bátastevnan nærkast. Her fæst eisini kunning um keyp at atgongumerkjum og annað. ­ Vit bjóða øllum áhug­ að um vælkomnum á báta­ stevnu, verður sagt úr Vest­ manna. vilmund@sosialurin.fo Bátastevna fyri tíggjundu ferð Fríggjadagin og leygardagin, 20. og 21. mai, verður árliga bátastevnan aftur í Vestmanna. Ágóðin av tiltøkunum fer til liðugtgerð av kappróðrarneystinum Bátastevnan í Vestmanna er hin størsta av sínum slag í Føroyum, og tað vóru eisini vestmenningar, sum slóðaðu fyri við stevnu av slíkum slag Mynd: Vilmund Jacobsen Vilmund Jacobsen Trolbáturin Jens Leon hevur fiskað rættiliga væl, síðan Jónsvein Knudsen keypti bátin og kallaði hann upp eftir pápa sínum, Jens Leon. ­ Báturin hevur havt størsta veiðivirði í hesum bólki øll árini, og í fjør var veiðivirðið 9,6 miljónir krón­ ur. Men úrslitið á botnlinjuni er ikki nóg gott. Oljan tyngir raksturin ógvuliga nógv, sig­ ur Jónsvein Knudsen, reið­ ari. Vanliga eru 4 og 5 mans við Jens Leon hvønn túrin, og einir 5­6 mans eru knýttir at bátinum. Skipari er Jóhan Djurhuus av Selatrað. ­ Eg keypti bátin í 2006, og eg havi verið sera heppin við fólki. Tað hevur gingið væl at fiska, men tað er botnlinjuni, vit skulu liva av, og hon svarar ikki til veiðivirðið, ásannar reiðarin. Jónsvein Knudsen vísir á, at í ár er lítið komið burt­ ur úr, tó at hesir bátar ikki hava verið raktir av verk­ banninum. ­ Veðrið hevur verið stak vánaligt, men vit vóna, at komandi dagarnir fara at roynast, sigur reiðarin í Sal­ tangará. vilmund@sosialurin.fo ANDLÁT Alma Tauser, fødd Olsen, ættað av Oyrarbakka andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnumorgunin, 85 ára gomul. Bønarhald verður í kapellinum á Landssjúkrahúsinum týsdagin kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni mikudagin kl. 13.00. Fyri tey avvarðandi Jóhan, Alexandra, Dánjal og Jóhannes Tey, ið vilja minnast Almu, kunnu lata Alzheimar- felagnum eina peningagávu, konta í peningastovnunum. ANDLÁT Kæra kona mín og móðir okkara Gunhild Petersen fyrrverandi sjúkrasystir andaðist leygarnáttina 5. februar. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju týsdagin 8. februar kl. 13.00. Leivur, Kári, Anna Maria og Marjun Tey ið vilja minnast Gunhild, kunnu senda Heiminum við Vallalíð eina gávu - konto í peningastovnunum. Leygarkvøldið 21. mai verður tann stóri bátastevnudansurin, sum er eitt aftur vend­ andi og vælumtókt tiltak í Ítróttarhøllini í Vestmanna... Jens Leon stórt veiðivirði í fjør Jens Leon fiskaði fyri 9,6 miljónir krónur í fjør, men á botnlinjuni er úrslitið einki at reypa av, ásannar reiðarin Mynd: Vilmund Jacobsen