Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. februar 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. februar 2011 · Nr. 16 14 Sosialurin Smíl tú ert Ingunn Eiriksdóttir stjóri í Dátueftirlitinum Eins og í londunum rundan um okkum nýta føroysk børn og ung fleiri tímar í talgilda heiminum. Hetta kann vera bæði gott og minni gott alt eftir, hvat tey gera, tá tey eru á netinum. Samstundis setir hetta stór krøv til okkum for­ eldur og onnur, sum varða av okkara ungu, at stuðla og hjálpa teimum, so tey kunnu ferðast tryggari á inter net in um. Vit skulu nú læra børn og ung góðan fólkaskikk á netinum. Eins og vit sum for eldur hava uppalt tey til at bera seg at í veruliga lívinum, skulu vit nú upp­ ala tey til at taka ímóti av bjóðingunum í talgilda heiminum. Tað snýr seg serliga um hugburð og um at vera ansin. Føroysk kanning Ein kanning, sum Dátu eftir­ litið gjørdi í fjør av internet­ nýsluni hjá føroyskum skúla næmingum vísir, at talið av børnum og ungum, sum nýta sosial netverk á inter netinum, er stórt. Sambært kanningini eru 78% av næmingunum á inter netinum hvønn dag ella næstan hvønn dag, og kann ingin vísti eisini, at heili 90% av næmingunum hava eina vangamynd á internetinum. Longu tá næmingarnir ganga í 3. flokki, eru teir rættiliga virknir á internetinum, og sambært kanningini hava 72% av næmingunum í 3. flokki eina vangamynd á net inum. Hetta gevur ábend ingar um, at væl yngri børn eisini brúka netið. Tað, at talið av børnum og ungum í Føroyum, sum hava eina vangamynd á net in um, er so stórt, og at tey eru so ung, tá tey byrja, ger, at tað hevur stóran týdn ing, at tey verða kunnað um, hvørjar skrivaðar og ó skriv aðar reglur eru gald andi fyri sosiala lívið á netin um. Hetta setir krøv til bæði foreldur og skúlar at læra tey ungu, hvussu stóran týdning tað hevur at verja sínar upplýsingar á netin­ um, og hvørjar reglur eru galdandi fyri handfaring av upp lýsingum og myndum um onnur. Happing Dátueftirlitið er javnan í sam bandi við foreldur, sum kæra sína neyð, tí børnini verða útspilt, happað, víst fram o.s.v. á netinum eins og skúlar í stóran mun venda sær til Dátueftirlitið, tí trupul leikar eru hes­ um viðvíkjandi. Trupul­ leik arnir, sum skúlarnir vanliga vísa á, eru bæði næm ingar, sum verða happ aðir, í onkrum føri so illa, at teir vilja ikki í skúla, men tað kunnu eisini vera lærarar, sum kenna seg illa viðfarnar á netinum av næmingum. Vit síggja fleiri dømir um lærarar, sum verða filmaðir, meðan teir undirvísa, og filmsklipp ella myndir verða síðani løgd á YouTube ella líknandi síður. Ofta kann filmsklippið hava verið har leingi, áðrenn lær arin varnast hetta. Vit kenna eisini dømir um ”hatisíður”, sum næmingar hava gjørt um føroyskar lærarar. Fleiri skúlar gera eitt gott arbeiði á hesum øki og raðfesta fyribyrging á økin­ um, eins og fleiri teirra hava heitt á Dátueftirlitð um at hava framløgur bæði fyri næmingum, lærarum og eisini foreldrum á felags for eldra fundi. Hinvegin eru eisini skúlar, sum kundu gjørt meira við at fyribyrgja óhepn um hendingum á hes um øki. Eins og reglur og manna­ gongdir eru fyri ymisk um øðrum í skúla tíð, metir Dátu eftir litið, at reglur og mannagongdir eis ini eiga at vera fyri nýtslu av fartelefon og inter­ neti, og næmingar eiga at verða kunnaðir um avleiðingarnar av at bróta hesar reglur. Hetta eigur at hava eina fyri byrgjandi ávirkan í sjálvum sær. Dagurin í dag Tryggari Inter netdagur, er eitt gylt høvi at taka evnið upp heima við hús. Lær børnini um persónsvernd. Tosa við tey um, at tey hava ábyrgd ina av tí, tey hava lagt út á internetið, eins og blaðstjórar hava ábyrgdina av tí, sum verður skrivað í bløðunum. Tað hevur stóran týdning, at tey hugsa seg væl um, hvørja ferð tey skriva um seg sjálvi ella onnur í kjatti, bloggum, heimasíðum og øðrum á netinum. Sama er galdandi fyri myndir. Tað er altíð ein góður skikkur at fáa samtykki frá tí, sum er á myndini, áðrenn hon verður løgd á netið. Ofta er hetta eisini eitt lógarkrav. Dátueftirlitið verður á Torg inum í SMS allan dag­ in, og skipað verður fyri ymiskum tiltøkum. Øll eru vælkomin. Minst til: • At halda loyni orðið loynt • At logga av, tá tú fert frá telduni og set ikki telduna til at minnast títt brúkaranavn og loyniorð • At verja títt privat lív • At brúka trygdar ásetingarnar, so tú kanst gera av, hvør sær upplýsingar um teg Strika meg Dátueftirlitið fær javnan áheitanir frá fólki, sum biðja um hjálp til at fáa myndir, filmsklipp ella aðrar upplýsingar, sum liggja á internetinum, strikaðar. Tað snýr seg bæði um upplýsingar á Facebook, YouTube, datingsíðum v.m. og talan kann bæði verða um upplýsingar, sum fólk sjálvi hava lagt út, men sum tey ikki ynskja skulu vera á netinum nøkur ár seinni, men tað kann eisini vera talan um upplýsingar, sum onnur hava lagt út. Fyrr varð sagt, at tað var nærum ógjørligt at strika upplýsingar av netinum, tí upplýsingar spjaðast skjótt við avritan o.t., men tað eru tó ymisk amboð, sum kunnu nýtast, tá óynsktar upplýsingar, myndir v.m. skulu strikast av netinum. Fólk frá Dátueftirlitinum hava fyri stuttum verið í Noregi fyri at læra at brúka hesi amboð og Dátueftirlitið kann nú betur hjálpa fólki, sum vilja hava upplýsingar strikaðar. INTERNET Í morgin, 8. februar, verður Tryggari Internetdagur. Dagurin verður hildin í 65 londum kring heimin, og er hetta aðru ferð, at hann verður hildin í Føroyum. Endamálið við degnum er á ymiskan hátt at varpa ljós á tryggari internetnýtslu við serligum denti á internetnýtsluna hjá børnum og ungum.