Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. februar 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 40 - 27. februar 2002 Nr. 40 - 27. februar 2002 21 Mattombola Bommtombola Café Lutaseðlasøla Klatriveggur Skreiðirør Fiskibrunnur Hoppiborg Ponyríðing Sodavatnssøla Leygardagin 2/3-2002 frá kl. 15.00 5.b í Argja Skúla Á Snyrtiskóla Íslands hava føroyskar gentur og dreingir møgu- leika at læra til fríðk- anarserfrøðing uppá 10 mánaðar. Skúlin er býttur upp í tríggjar lestrarhálvur, og 40 næmingar verða tikn- ir inn á skúlan um árið ÚTBÚGVING Ingrid Bjarnastein Um tú ert skúlatroytt ella troyttur, hevur tú møgu- leika at velja eina heldur øðrvísi útbúgving á Snyrti- skóla Íslands. Her er talan um eina fríðkanarserfrøðis- liga útbúgving, ella at læra til kosmetilog, sum tað eis- ini verður kallað. Skúlin varð stovnaður fyri nærum trimum árum síðani, og hvørt árið verða 40 næmingar tiknir inn. Útbúgvingin er býtt upp í tríggjar lestrarhálvur. Fyrstu lestrarhálvuna verður undirvíst í andlits- viðgerð, aðru verður undir- víst í kropsviðgerð og triðja lestrarhálvan verður nýtt at kunna næmingarnar um hárfjerning. – Vit hava altíð ein ella tveir flokkar, alt eftir, hvussu nógv teknað seg til skúlan, sigur Hanna Krístin Didriksen, sum er rektari á skúlanum. – Hesa lestrarhálvuna hava vit 28 gentur, men vit vilja eisini meir enn fegin fáa dreingir at vera við. Hvørt árið taka vit fimm til sjey føroyskar næmingar. Skúlaheim Til skúlan er eitt skúlaheim. Av tí at skúlin er ein privat- skúli, so kostar hann 118.000 krónur. Møguleiki er at búgva á skúlaheimin- um, sum er nýmótans inn- rættað, við nýggjum kømr- um, stovu, køki, wc/bað og vaskirúmi. Skúlaheimið kostar 3500 krónur um mánaðan, men tá er ikki matur við í prísinum. – Einastu krøvini vit seta er, at genturnar eru 18 ár ella eldri. Tær skulu verða lidnar við fólkaskúlan, men teimum nýtist onga hægri útbúgving, greiðir Hanna Krístin frá. – Í hesi lestrar- hálvuni hava vit gentur, sum eru 18-56 ár. Skúlin er hvønn gerandi- dag frá klokkan 9-16.40, og eisini leygardagar frá klokkan 9-12.30. Áðrenn døgurða verður undirvíst í tí bókliga, men næming- arnir fáa praktiska undir- vísing aftaná døgurða. Hanna Krístin Didriksen vil fáa skúlan eitt sindur fram í ljósið, tí hon heldur tað er uppá tíðina, ein fríðkanarstova letur upp í Føroyum. Tí vilja tær fegn- ar fáa føroyskar gentur til Íslands, soleiðis, at gerast kann klárt fyri eini tílíkari vinnu eisini í Føroyum. Um nakar hevur hug at fáa meira at vita um skúlan, ber til at leita sær inn á heimasíðuna hjá skúlanum, sum liggur undir www.snyrting.is. Eisini ber til at ringja á telefon 00354 5618776. Tosað verður før- oyskt uttan trupulleikar. Cand. cos? Anfinn Kallsberg ætlar sær at útskriva val til Føroya løgting 18. mars 2002. Hin 30. apríl skulu Anfinn og øll hini við valrætti í Føroyum á val fyri at velja landsins kosnu menn og kvinnur. Vit hyggja nærri at kom- andi løgtingsvalið LØGTINGSVAL Heri á Rógvi – Eg ætli, at løgtingsval skal vera 30. apíl, og eg fari at útskriva val 18. mars, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður. 30. apríl eru tað nevniliga fýra ár síðani, at tað seinast var løgtingsval. Tað ferðina var tað Edmund Joensen, fyrrverandi løgmaður, ið skrivaði út val til Føroya Løgting. Lógtingsval skal, sambært løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978, vera fjórða hvørt ár. Tað er løgmaður ella løgtingið, ið skal útskriva løgtingsva. Orsøkin til, at Anfinn Kallsberg fer at útskriva val 18. mars er, at valið skal út- skrivast í minsta lagi seks og í mesta lagi átta vikur undan valdegnum. Tá valið verður útskriva 18. mars, so merkja hetta, at tað verður lýst 19. mars, og hetta eru akkurát seks vikur undan 30. apríl, ið sum sagt er síðsta freist at løgtingsval skal vera. – Týsdagur er eisini van- ligur valdagur, sigur Anf- inn Kallsberg. 27+5 Til Løgtingið skulu veljast 27 valdømisvald og í mesta lagi fimm eykavald. Teir 27 valdømisvaldu verða býttir millum sjey valdømui. Norðoya sýsla hevur 4 umboð, Eysturoyar sýsla 5, Norðstremoy 2, Suður- streymoy 8, Vága sýsla 2, Sandoyar sýsla 2 og Suður- oyar sýsla hevur 4 limir. Býtt verður í teimum ein- støku valdømum á tann hátt, at býtt verður fyrst við 1 og so við 2, og av hesum fæst so úrslitið. Hetta er fyri so vítt rættiliga greitt, og býtið lætt at gera upp. Løgtingsvallógin tilskilar eisini, at veljast kunnu í mesta lagi fimm eykavald- ir. Tað er nevniliga ikki víst, at tað verða valdir fimm eykavaldir, men hetta hevur verið soleiðis síðani gald- andi løgtingsvallóg kom í gildi í 1978. Áðrenn hetta vóru 20 valdømisvaldir tingmenn og í mesta lagi 10 eykavaldir tingmenn, so- leiðis at tingmannatalið kundi skifta eitt sindur. Oftani er tað soleiðis, at tað eru smærri flokkarnir, ið gera sær dælt av eyka- valdum tingmannasessum. Til komandi løgtingsval eru útlitini hjá teimum smærru flokkunum, t.e. Miðflokk- urin og Sjálvsstýrisflokkur- in, ikki tey bestu í so máta. Eitt annað, ið er avgerandi tá tosað verður um eyka- valdar er, hvussu »kostnað- armiklir« teir valdømis- valdu eru. Tað er nevniliga eisini soleiðis, at gjørt verður upp, hvussu nógvar tingmenn tann einstaki flokkurin »eigur« at fáa við at samlaða atkvøðutalið verður býtti við talið av val- dømisvaldum. Atkvøðutal- ið hjá hvørjum flokki sær verður síðani býtt við tí áðurnevnda talið, og harvi fæst talið á teimum ting- monnum, ið hvør flokkur sær eigur at hava. Hevur ein flokkur fingu minni í sín part enn hann eigur, t.e. bíligar tingmenn, fær hann tískil ongan eykavaldan tingmann. Funnið verður síðani, hvussu óumboðaðar at- kvøður eru í hvørjum val- dømi, og hetta verður so av- gerandi fyri, hvør fær sess- in sum eykavaldur. 9. apríl Allir valevnalistar skulu vera latnir inn áðrenn 9. apríl, um hesir skulu teljast við. Talið av valevnum á hvørjum lista er treytað av, hvussu nógvir valdømis- valdir tingmenn verða vald- ir í tí einstaka valdømini. »Ein valevnislisti má ikki hava fleiri valevni enn trý fleiri enn talið av løgtings- monnum, tó ongantíð meiri enn tað dupulta, ið veljast skulu í valdøminum.« So- leiðis stendur at lesa í lóg- ini. Í løtuni er eitt mál í løg- tingið um at gera broytingar í løgtingsvallógini, men talan er um smærri broyt- ingar. Løgtingsvalið 30. apríl Anfinn Kallsberg ætlar at útskriva val 18. mars og fara á val 30. apríl Talið av teimu, ið fara á val 30. apríl fer ógvuliga sannlíkt at seta met, men talið av flokkum, ið koma at sita á løgtingið kann gerast munandi minni enn seinastu árini C M Y K 21 20