mikudagur 27. februar 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 40 - 27. februar 2002
Nr. 40 - 27. februar 2002
23
Karsten Hansen, fíggjar-
málaráðharri
Føroya,
sigur at verður farið undir
at útvinna olja á før-
oyskum landgrunni so at
vinningur kemur burtur
úr, er hugsandi at Føroyar
gerast sjálvstøðugar innan
fýra ár.
Karsten
Hansen
og
kona hansara Gullbritt
Hansen komu til Íslands í
fyrradagin við fylgi, boð-
in av Geir H. Haarde
fíggjarmálaráðharra, sum
tók við líknandi innbjóð-
ing til Føroya í fjør
summar.
Ráðharrarnir
hava síðani tosað saman
um ymisk felags mál, og
kunnað hvønn annan um
búskaparmál og skatta-
mál.
Fyri knøppum ári síðani
samtykti meirilutin í løg-
tinginum, sum stendur
aftanfyri føroyska lands-
stýrinum – Fólkaflokk-
urin, Tjóðveldisflokkurin
og Sjálvstýrisflokkurin –
uppskot landsstýrisins um
"sjálvsstýri føroyska fólk-
sins" og verður tað sett í
ver, gerast Føroyar full-
veldis ríki.
Karsten Hansen sigur,
at tað stendur væl til í
føroyska landskassanum,
og seinastu árini hevur
verið møguligt at leggaj
eina fitta upphædd til
síðis. Danski fíggjarligi
stuðulin
til
føroyska
landskassan var 980 milli-
ónir dkr. í fjør (knappar
12 milliardir íslendskar
kr.), men av hesum settu
føroyingar 630 milliónir
dkr. í ein varagrunn. Sama
var gjørt trý ár framm-
anundan.
Fíggjarligi
studningurin eigur nú at
minka stigvíst, og er hann
umleið 35% minni í ár
enn í fjør, ella um 630
milliónir dkr.
Í farna ári funnu menn
olju í føroyskum øki.
Karsten Hansen sigur
serfrøðingar meta at oljan
kann útvinnast og at tað
kann byrja innan trý ár.
Verður hetta so, skundar
tað undir lyftini um før-
oyskt sjálvstýri. Lands-
stýrið hevur víst at tí
hevur ikki tørvað meir
enn ein lítlan part av
fíggjarveitingini úr Dan-
mark seinastu fýra ár, og
verður vinningur av olju-
framleiðslu, kemur hann í
staðin fyri hesa veiting.
Hann ásannar at góðar
tíðir eru í Føroyum. Har
er eingin inflatión, og um-
leið 85% av íbúgvunum
vilja sjálvstøðu frá Dan-
mark, men summir stúra
fyri at føroyingar ikki
kunnu vera fíggjarliga
studningin frá dønum fyri
uttan.
Føroysku gestirnir vitj-
aðu íslendskar fyritøkur
og stovnar í gjár, og í dag
fundast Karsten Hansen
við tollstjóran í Reykja-
vík. Vitjanin endar í
morgin.
Dan R. Petersen
javnaðarmaður
Í mínum starvi í Norð-
urlandaráðnum hevur tað
mangan undrað, hvussu
væl mínir starvsfelagar
hava kent til føroysk við-
urskiftir og ta politisku
støðuna her heima. Hetta er
galdandi fyri næstan allar.
Norðmenn, sviar, finnar,
danir, grønlendingar og
álendingar. Teir kenna dag-
sins politikk og tað koll-
sigldu fullveldisætlanina
vegna tvørrandi undirtøku í
fólkinum.
Tveir bólkar hava tó lítið
og einki skilt. Tann vinstra-
sosialistiski bólkurin har
Høgni Hoydal kennir seg
heima í og so limir í tí
íslendsku sendinevndini.
Teir tykjast at halda, at ein
veldigur meirluti er fyri
loysingini, og at danir ikki
eru at tosa við. Tað var
eisini íslendarin Steingrim
Sigfusson frá vinstrasosial-
istunum, sum á ársfundi í
Reykjavík á heysti 2000
royndi at draga fullveldis-
málið inn í Norðurlanda-
ráðið, men tað fekk eg sett
ein stoppara fyri.
Høgni
Hoydal
hevur
roynt at bilt donskum avís-
lesarum inn, at yvir 70% av
føroyingum ynsktu loysing.
Hetta vóru so grov ósann-
indir, at eg ikki væntaði, at
tey kundu yvirgangast.
Men eg bleiv klókari.
Ein vinmaður gav mær
eina grein, sum hevðí stað-
ið í tí íslendska Morgun-
blaðnum 16. januar í ár.
Hon stendur her á síðuni í
umsettum líki. Sosialurin
og undirritaði hava upp-
runagreinina, og hon kann
eisini lesast á bókasavn-
inum. Hvat er endamálið,
at lúgva so grovliga fyri
fólki, sum ikki kann eftir-
kanna slík tíðindir.
Sambært Dimmalætting
23. februar segði Anders
Fogh Rasmussen stats-
ministari í Fólkatiginum nú
um dagarnar: "Hatta orða-
skiftið hoyrir heima í
Føroyum, og trupulleikin
eigur at verða loystur í
Føroyum. Tórbjørn Jacob-
sen eigur ikki at gera
Fólkatingið og stórnina til
trupulleikan. Hann kann
reka sítt kríggj í Føroyum
heldur enn í Fólkating-
inum."
Sum eitt slag av mo-
dernaðum talibanum, sum
hava tapt tað national-
istiska slagið í heimland-
inum, føra tjóðveldismenn
eitt verbalt kríggj uttan fyri
landamark. Tað er lítið
virðiligt, og tað er ótrygt at
lata okkara framtíð í teirra
hendur.
Men gerið tykkum nú
tann beina at lesa ta ís-
lendsku
greinina,
sum
byggir á upplýsingar frá
Karsten Hansen lands-
stýrismanni,
og
metið
sjálvi um trúvirðið.
VIÐMERKINGAR
Tjóðveldisupplýsing
Morgunblaðið 16. januar 2002:
Karsten Hansen fíggjarmálaráðharri Føroya á almennari vitjan í Íslandi:
Nú stundar til føroyskt sjálvstýri
Tummas Eli Høj Joensen
Valevni Sambandsfloksins í
Eysturoy.
Lesa vit grein 1 í stevnu-
skrá
Sambandsfloksins,
síggja vit, at tað eru ikki
bara repuplikanarar, ið
brúka orðið tjóð í síni poli-
tisku stevnuskrá. Nei, Sam-
bandsflokkurin
er
ein
flokkur, ið altíð hevur
viðurkent føroysku tjóðina,
og hvat skuldu vit annað
gjørt, tá vit hugsa um, okk-
ara stolta fólk! Latum okk-
um endurgeva grein 1 í
stevnuskránni soleiðis, at
øll tann føroyska tjóðin
kann lesa, hvussu vítt hend-
an strevnuskráin fevnir !!
Menning av Føroysku
tjóðini
Grein 1: Sambandsflokkur-
in hevur til aðalmál í rikis-
felagsskapinum við Dan-
mark, at arbeiða fyri frílint-
ari og hollari menning av
Føroysku tjóðini, stjórnar-
liga og fíggjarliga og vil á
øllum økjum reka ein fram-
takshugaðan politikk á
kristiligum
mentunar-
grundarlagi.
Í grein 1 verður fyri tað
fyrsta sligið fast, at Sam-
bandsflokkurin
arbeiðir
fyri at varveita ríkisfelags-
skapin, eins og tað verður
hildið fram, at flokkurin
innanfyri ríkisfelagsskapin
vil arbeiða fyri hollari
menning av Føroya fólki,
stjórnarliga, fíggjarliga og
mentunarliga.
Sambandsmenn eru
framskygnir
Sambandsflokkurin var við
til at orða og samtykkja
Heimastýrislógina, og hann
er tí eisini til reiðar at gera
tær stjórnarligu broytingar,
ið tæna Føroya fólki best
(Føroysku tjóðini best). Vit
kunnu siga, at var tað ikki
soleiðis, at Sambandsflokk-
urin hevði samtykt heima-
stýrislógina, so var eingin
av hesum yvirtøkunum
gjørligar, ið longu eru
framdar. Tí kunnu vit stað-
festa, at Sambandsmenn
ikki hava verið so lítið
framskygnir, tá ið Heima-
stýrislógin var gjørd.
Sambandsflokkurin og
sjálvberandi búskapur.
Føroyar eru eitt lítið land
sammett við onnur lond og
vit føroyingar hava (enn í
hvussu so er), sjógvin sum
størsta landsbúskaparliga
álit.
Sambandsflokkurin
veit, eins og allir aðrir poli-
tiskir flokkar, at skulu vit
hava eins góð livilíkindir
sum í øðrum framkomnum
londum,
verður
hetta
trupult at klára fíggjarliga
sjálvir, enn ið hvussu so er.
Men; tann tíðin kemur og
verður hetta skjótast framt
undir Sambandsflokksins
leiðslu, tí Sambandsflokk-
urin hevur eisini sum aðal-
mál, at fremja góð arbeiðs-
viðurskiftir fyri vinnulívið.
Hetta skal verða so, tí
vinnulívið er tað ið skal
framleiða okkum til sjálv-
berandi búskap.
Eftir at hava lisið hetta
kann eingin ivið verða um,
at vilt tú Føroysku tjóðini
best, so er at sleppa Sam-
bandsflokkinum frammat
við næsta val.
Sambandspolitikkurin styrkir Føroysku tjóðina
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi partafelag:
Skrásetingar-nr. P/F
3320
Navn: P/F Suðurís
Adressa: 850 Hvalba
Kommuna: Hvalbiar
Kommuna
Stovningardato:
29.01.2002
Viðtøkudato: 29.01.2002
Kapitalur: Kr.
3.000.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 3.000.000,00
til kurs 100.
Stovnarar:P/F Maru
Seafood, 700 Klaksvík
(P/F 2727) og Íløgufelagið
í Hvalba, 850 Hvalba (P/F
3322).
Nevnd: Jóhan Dávid
Joensen, undir Hæddini 7,
700 Klaksvík (formaður),
Mikkjal Hammer, 850
Hvalba og Páll Joensen,
Rygsvegur 5, 700
Klaksvík.
Stjórn: Jóhan Páll
Joensen, Rygsvegur 5,
700 Klaksvík.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av stjóra,
nevndarformanni ella
tveimum nevndarlimum.
Grannskoðari: P/F KPMG,
statsaut. revisorar,
Staravegur 17, 100
Tórshavn.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12
Fyrsta roknskaparár:
29.01.2002 - 31.12.2002
Endamál: Endamál
felagsins er at reka
fiskaframleiðslu, handil og
annað virksemi í hesum
sambandi.
Skráseting Føroya tann
22. februar 2002
Kristin Balle
_____________________
· Vinyl
· Linolium
· Flísar
· Teppir
· Veggir
Tygum eru vælkomin
at ringja og fáa eitt
óbindandi tilboð.
DVEYLAN
Gólv- og vegg vask
J.C. Svabosgøta 50
100 Tórshavn
Tlf. 31 41 75
Í Sosialinum 13. mars verðu s ó
legg um fiskivinnuna. Tað fer at snúgva
óvinnu,
bæði á sjógvi og landi.
Umframt vanligu útbreiðsluna verður
Sosialurin hendan dagin eisini sendur
øllum reiðaríum og skipsmanningum
umframt at blaðið verður ókeypis at f a
á Fiskivinnuráðstevnuni "Kappingarf ri
og lønsemi hjá fiskivinnuni" sum Farec
skipar fyri á Hotel Föroyum 15. mars.
So útbreiðslan 13. mars verður nógv
størri enn vanligt.
Tí heita vit
á
ð
ú
ð og
útgerð til
sj
í hesum
blaðnum, so hendan útgávan gerst
uppaftur meira áhugaverd.
e s
y
a
áa e
a
ýs
g
ð e
mánadagin 4. mars.
Hetta er eitt gott høvi at kunna við-
skiftafó
ð, tit selja/
umboða og tær tænastur, tit veita innan
høvuðsvinnuna.
Tæ
ø
ða við,
æ
og fá
ærri upplýsingar.
Ringið til Sosialin 311820 og tosi við
Finnbjørg Nattestad
Marknaðardeildin
finnbjorg@sosialurin.fo
BÓKHALD og ROKNSKAPUR
- fært tú stress av dungunum?
- ov lítla tíð til kundar og familju?
so set teg í samband við Ajour, vit kunnu taka
okkum av tygara:
- bókføran og avstemman
- mvg uppgerðum
- lønum og avrokningum
- roknskapi
- rakstrar- og fíggjarætlanum
- vit kunnu heinta skjølini skild ella óskild
Kundarnir hjá Ajour eru:
- handverksmeistarar
- handlandi
- minni framleiðsluvirkir
- tænastuvirkir
- smærri kommunur
Páll Larsen
Tel: 444320
Norður í gerði 11
Far: 218320
530 Fuglafjørður larsen@post.olivant.fo
PS: Ein ikki AJOURførd roknskaparskipan
gevur onga fráboðan um gongdina
Søkir eftir røskum og dugnaligum bilsmiði ella persóni við líknandi førleika at
byrja skjótast gjørligt.
Løn: Sambært avtalu.
Um tú ynskir at vita meir um starvið, kanst tú venda tær til Super Dekk Sp/f tlf.
314975 ella 214975, og tosa við Fríðrik Bláhamar.
Sp/f SUPER DEKK
Hoyvíksvegur 66 · Postboks 3012 · FO–110 Tórshavn
Tlf.: (+298) 314975 · Fax: (+298) 318172 Fartlf.: (+298) 214975
e-mail: superdek@post.olivant.fo
C
M
Y
K
23
22