Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. februar 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. februar 2011 · Nr. 16 16 Sosialurin Ítróttarblaðið Ítróttartoymið á Sosialinum: Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@email.fo Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo Jan Ottosen, KÍF venjari, man óivað hava góða tiltrúgv til KÍF spælararnar at teir koma í FM-finaluna. Tí letur hann lyklaspælarar ikki spæla í Hoyvík. Men hann kann blíva snýttur á mállinjuni. Vit onnur høvdu satsað øðrvísi og høvdu í hvørjum dysti bart fyri FM-finaluplássinum. www.neistin.fo Kyndil átti at verið sterkari enn VÍF í Sunset-kappingini, men VÍF spældi ein góðan dyst í dag, og Kyndil spældi ikki við somu sannføring sum fleiri ferðir fyrr í ár www.kyndil.fo Í seinna hálvleiki varð Sámal mansvardur frá fyrsta bríksli, og tað vísti seg at skapa so mikið av órógv í spælið hjá VÍF, at Kyndil spakuliga kom við í dystin aftur. Sum nevnt so hildu vit kortini tørn fyrstu tíggju minuttirnar og skuldu havt avgjørt dystin. www.vif.fo Eitt illa skert Team Klaksvík lið tapti stórt aftur hesaferð. Steffan Kalsø er farin niður í lestrarørindium og verður tí ikki við aftur í ár. Eisini eru Jón Jacobsen, Beinur Heðinsson skaddir og Finn a Svøð var burtur vegna sjúka á Skála. www.team-klaksvik.com Miðlarnir skriva: Uni Holm Johannesen Tað er Ahmed Keita, sum hevur mælt felagnum til at royna hann, skrivar heima­ síðan hjá tofta monnum. Abdoul Aziz Diene er 25 ára gamal. Tíðin fer at vísa, um hann kann brúkast, vísir heimasíðan á. uni@sosialurin.fo Senegalesi royndar­ venur við B68 Fótbóltur Abdoul Aziz Diene royndar­ venur við B68 í hesum døgum Møguligur styrkur til toftamenn Mynd: www.b68.fo Mynd: www.1892.fo Uni Holm Johannesen Tað var samtykt at lækka lima­ gjaldið niður í helvt. Tað skrivar Norðlýsið. Tummas Lervig, formaður, boð­ aði frá, at hetta var seinastu ferð, at felagið hevur serskyldan roknskap at taka støðu til. Sambært nýggju UEFA­krøvunum skal KÍ gera konsernroknskap fyri KÍ, Stjørnuna, Sp/f KÍ og KÍ­høllina næsta ár. KÍ eigur helvtina av partapengunum í P/F KÍ­høllin. Tummas Lervig var afturvaldur sum formaður. KÍ hevur 500.000 krónur í yvirskoti Fótbóltur Á aðalfundinum hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag fríggjadagin vísti roknskapurin yvirskot á 500.000 – eina hálva millión – krónur Tummas Lervig, formaður Savnsmynd Uni Holm Johannesen Poul Erik Smedemark, formaður í 1982, sigur við Suðuroyarportalin, at býráðslimirnir vístu á ymiskt, sum teir ikki reiðiliga kundu taka undir við. Tað var serliga ein trupul­ leiki, at umstøðurnar hjá útibarna­ garðinum versnaðu. Verkætlanarbólkurin hevur broytt sínar ætlanir nakað, boðar Suður oyarportalurin frá. – Nú er verkætlanin broytt so­ leiðis, at stovnarnir í kjallara hædd­ ini ikki á nakran hátt verða órógv­ aðir í samband við fót bóltsvøllin. Ynskini hjá býráðs lim unum eru gingin á møti, og tí rokni eg við, at býráðið gevur byggiloyvi til verk­ ætlanina á býráðsfundinum, sum verður týskvøldið, sigur Poul Erik Smedemark við sudurras1.com. uni@sosialurin.fo Verkætlanin er broytt Fótbóltur Sjálvognarstovurin 1892 legði fram sínar ætlanir at byggja fótbóltsvøll í Trongisvági fyri býráðslimunum í Tvøroyra Býráð í síðstu viku Mørkøre til FC Hoyvík Allan Mørkøre, sum var fyribilsvenjari hjá B36 í seinnu kappingarhálvu í fjør, er farin aftur í fótbóltsskógvarnar. 39 ára gamli klaksvíkingurin venur við FC Hoyvík, sum skal spæla í næstbestu deildini. Umframt Allan Mørkøre, eru Jan Guttesen og Jákup Martin Joensen við í fyrireikingunum hjá hoyvíkingum. FC Hoyvík endaði nummar sjey í 2010. Jan Mølvad Laursen er venjari í ár. Allan Mørkøre