mánadagur 7. februar 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 7. februar 2011 · Nr. 16
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Nevndin í Tjaldri ger nú manngarð
um sínar leikarar. Tær hava verið
fyri órøttum, er greiða niðurstøðan
hjá Niels Peter Bech, sum er næst
formaður.
– Tær harmast støðuna almikið,
og tað er ótrúliga keðiligt at fáa
ein slíkan undir vangan beint fyri
steypafinaluna, sigur hann.
Støðan er íkomin, tí Karsten
Joensen og Kristian Joensen, sum
dømdu dystin, bóðu um at steðga
tíðini. Tá var Tjaldur á odda við
einum máli. Dómaraborðið fekk
ikki boðini, og tí løgdu dómararnir
átta sekund afturat. Tjaldur gav
bóltin upp, og Simona Petersen
kast aði aftur til Guðruna í Lágabø,
sum var málverji. Ætlanin var, sam
bært Niels Peteri Bech, at mál verjin
skuldi kasta langt fram til Heidi
Sevdal, tí gestirnir vardu seg langt
uppi á vøllinum. Tað fekk Guðrun
ongantíð møguleikan til, tí dóm
ararnir floytaðu fyri passivum
spæli. Tá VB fær bóltin, vil nevdin
í Tjaldri vera við, at óregulsemi er
farið fram.
Í kæruni til Hondbóltssam
bandið hevur Tjaldur sent eina
frágreiðing, umframt eitt video
klipp, sum vísir, hvat fer fram sein
astu sekundini.
Dysturin endaði 2929.
Einki avgjørt
Niels Peter Bech ger greitt, at úrs
litið hevur ongan avgerandi týdn
ing. Men felagið metir seg vera fyri
órætti, og tí vil nevndin gera vart
við støðuna.
Tjaldur er nummar tvey, sum
gevur atgongd til finaluna. Neistin,
sum er nummar trý, hevur tvey stig
færri og spælt ein dyst minni.
– Tað er hinvegin so tætt í odd
inum, at eitt stig kann vísa seg at
vera avgerandi. Vit halda, at vit
hava tapt eitt stig, sum ikki var
rætt, og tað vilja vit gera vart við,
sigur hann.
uni@sosialurin.fo
Vit hava verið fyri órætti
Hondbóltur Tjaldur hevur kært dystin móti VB.
Dómararnir dømdu púra skeivt, og tað hevði við sær,
at kvinnurnar úr Runavík taptu eitt stig, metir nevndin.
– Tað vilja vit gera vart við, sigur næstformaðurin
Kæra í samband við dystin
millum Tjaldur og VB í Sunset
deildini 05.02.2011, í Runavík
Dystur nr: D160
Frágreiðing um hending móti dystarenda:
Móti dystarenda gevur Karstin tekin um at steðga tíðini, men
dómaraborðið hevur ikki sæð tað. Dómararnir velja at leggja 8 sekund
afturat dystinum, tí Karstin metur at VB leikarar standa ov nær, tá
Tjaldur skal geva bóltin upp.
Hetta meta vit er at geva VB fyrimun fyri óreglusemi, sum tey sjálvi
eru orsøk til. Vit meta at heldur átti tíðin at koyrt víðari, og VB fingið
boð um at flutt seg tríggjar metur burtur frá miðjuni.
Frágreiðing um næstu hending
Tá Tjaldur gevur bóltin upp, kastar Simona Petersen hjá Tjaldur bóltin
aftur til málmannin hjá Tjaldur, Guðrun í Lágabø, sum er stødd umleið
á tríggjarmetrinum. Guðrun skal til at kasta ein langan bólt fram til
Tjaldur leikara, Heidi Sevdal . Hendan hendingin tekur áleið 3 sekund.
Uttan at gera tekin um passivt spæl, floytar dómarin, Kristian
Joensen, fyri passivum spæli. Hetta gevur fríkast til VB, sum skal
takast uttanfyri tríggjarmeturin. Eisini skulu allir aðrir leikarar hjá VB
út um tríggjarmetur feltið.
VB leikari, Guðri Mortensen, gevur bóltin upp til VB leikara, Báru
Mortensen, samstundis sum annar VB leikari, Laila Jespersen, er
stødd umleið á 6-metrinum, har hon screenar fyri Tjaldur leikara,
Anniku Thomsen, sum ikki er loyvt tá eitt fríkast ella straffi skal
takast. Víst verður til spælireglurnar 13:6 og 13:7 – Hetta bleiv gjørt
dómarunum kunnugt beinanvegin, men einasta teir vildi fyrihalda seg
til var at teir høvdu dømt út frá grein 7:12.
At dómarin, sum út frá video upptøkunum, er staddur 3 metur frá
hendingini, ikki sær hesa støðu, hevur alt avgerandi ávirkan á dystin.
Tjaldur hevði møguleika til tvey stig, men VB fær javna og harvið fáa
bæði liðini 1 stig í part.
Út frá hesum krevur Hondbóltsfelagið Tjaldur, at VB málið verður
strika og harvið at Tjaldur fær 2 stig, ella at nýggjur dystur verður
leiktur.
Tjaldur ynskir eisini at fáa eina frágreiðing um hví støðan frá tí
Tjaldur gevur bóltin upp, og 2 og eitt hálvt sekund fram, skal dømast
sum passivt spæl.
Vísast kann til líknandi hending tá Sámal Paulason og Kári Hansen
dømdu Neistan og VÍF fyri nøkrum árum síðan. Tá fekk VÍF umdyst
eftir at dómararnir høvdu gjørt ein avgerandi feil.
P.s Viðheft er video upptøka av seinastu sekundunum av dystinum.
Vinarliga
Hondbóltsfelagið Tjaldur
– Út frá hesum krevur Hond
bóltsfelagið Tjaldur, at VB
mál ið verður strika og harvið
at Tjaldur fær 2 stig, ella at
nýggjur dystur verður leiktur,
skriv ar Tjaldur í kæruni
Vilja hava
umdyst
Uni Holm Johannesen
Neistin vann upprunaliga 3837. Tað,
sum fekk øði í vestmenningar, var
ein hending stutt fyri steðgin. VÍF
hevði tríggjarmetra kast, tá tvey
sekund vóru eftir. Sámal Joensen
royndi seg við beinleiðis skoti.
Dómararnir blástu tíðina ígongd
beinanvegin, og tí ljóðaði lúð urin,
samstundis sum skotið frá Sámali
Joensen fór í meskarnar. Dómar
arnir gjørdu av, at málið skuldi ikki
telja við, og tí vóru vestmenningar
heldur skakkir, tá teir eftir steðgin
komu eftir, at teir høvdu ikki eins
nógv mál, sum teir hildu seg hava.
Við tepra tapinum í huga valdi VÍF
at kæra dómaraavgerðina, og teir
fingu viðhald.
»Vísandi til, at dómararnir í
sam bandi við fríkastið, ið var dømt
beint fyri hálvleik, tóku eina skeiva
avgerð við ikki at lata VÍF taka frí
kastið umaftur, og tað vísandi til
úrs litið í dystinum ikki kann av
vísast, at hendan skeiva avgerðin
hevur havt avgerandi týdning fyri
úrslitið á dystinum, hevur Kapp
ingar nevndin avgjørt at geva VÍF
viðhald í klagu síni, soleiðis at
úrs litinum á dysti nr. A134 millum
Neistan og VÍF, tann 18. januar 2009
verður ógildað, og dysturin verður
spældur av nýggjum,« skrivaði
Hond bóltssambandið.
Líknandi støða
Hondbóltur Ein líknandi støða, sum tann í Runavík
um vikuskiftið, var fyri tveimum árum síðan, tá
Hondbóltssambandið gjørdi av, at mansliðini hjá Neistanum
og VÍF skuldu spæla landskappingardyst umaftur
Simona Petersen (13) kastaði bóltin aftur til málverjan, tá dómararnir floytaðu fyri passivum spæli
Mynd: Álvur Haraldsen
dómararnir siga einki
Karsten Joensen, annar av dómarunum, hevur onga
viðmerking til hendingina leygardagin