Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. februar 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. februar 2011 · Nr. 16 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Eik-ligan kvinnur nr. Lið Dystir Vunnið tapt Vunnin sett tapt sett munur stig 1 Mjølnir 16 13 3 42 13 29 14 2 Fleyr 15 12 3 39 17 22 13 3 SÍ 15 11 4 36 21 15 11 4 ÍF 15 9 6 32 23 9 10 5 TB 15 7 8 26 31 -5 7 6 Ternan 16 5 11 20 37 -17 7 7 KÍF 15 3 12 13 41 -28 3 8 Dráttur 15 1 14 18 43 -25 1 SÍ-ÍF 2-3 (12-25, 22-25, 25-15, 25-19, 12-15) Fleyr-KÍF 3-0 (25-20, 25-18, 25-22) TB-Ternan 0-3 (14-25, 20-25, 22-25) Hilmar Jan Hansen Hóast KÍF-kvinnurnar royndu, so fingu tær tó einki gjørt við Fleyr, ið tók øll trý settini og styrkti sær um støðuna á næstfremsta plássi á stigatalvuni. Fleyr líkist meira og meira einum avbjóðara, ið roknast kann við, nú kappingin um at koma í FM-finalurnar harðnar. Oddaliðið, Mjølnir, hevði frí um vikuskiftið, men hóast hetta, so hava tær úr Klaksvík framvegis spælt ein dyst meira enn Fleyr, SÍ og ÍF, ið eru hini trý liðini, sum eru við í sjálvari finalukappingini. Og av hesum er Fleyr at meta sum mest ítøkiliga boðið, ið enntá kann taka fyrsta plássið frá Mjølnir, um Fleyr vinnur dystin, liðið eigur á. At fýra lið eru við í kappingini um tey bæði finaluplássini, gevur kappingini hjá kvinnunum nakað eyka, tí enn eru altso nokk so nógvir dystir eftir, so nógv kann avgerast og venda allar hugsandi vegir, tá samanumkemur. Sum er, mugu Mjølnir og Fleyr metast sum sterkastu boðini upp á FM-finalistarnar, tí SÍ-liðið er viknað og tykist hálvavegna upp- steðgað, og um ÍF sum tað fjórða veru liga megnar at blanda seg uppí heilt har frammi, skal nokk so nógv til, tí ÍF er eitt petti aftan fyri hini og hevur eisini ringasta sett- munin. hilmarjan@sosialurin.fo Fleyr heldur stand Kvinnu flog­ bóltur Kvinnurnar hjá Fleyr eru nú av álvara við í kappingini um at koma í FM-finaluna – eitt stig aftan fyri Mjølnir, tvey framman fyri SÍ og trý framman fyri ÍF Hilmar Jan Hansen Ternan, sum enn hevur minni enn eitt ár á baki, flutti upp úr næstbestu deildini hjá kvinn- um í fjør og roynir seg tí sum uppflytari í Eik-liguni í ár. Hav- andi tað í huga, hevur Ternan staðið seg sera væl hetta kapp- ingarárið, og tá toftakvinnur í gjár vóru í Trongisvági, har tær spældu ímóti FM-finalistunum frá í fjør, TB, eydnaðist at vinna ein greiðan og sannførandi 3-0 sigur. TB, sum í fjør tapti FM- finaluna ímóti SÍ, hevur hug at dragna, tí fleiri av spælarunum, ið hava avgerandi týdning fyri liðið, eitt nú Katrin Petersen og Sólvá Dimon, ikki eru tøkir í løtuni. Í dystinum í gjár kom TB ongantíð í gongd, og tað sást týðiliga, at trot var á royndu spæl arunum, ið kundu havt avlastað spælandi venjaran, Gudrid Nolsøe, ið tað allar- mesta skuldi ígjøgnum. So góð, sum hon er, kann hon ikki vinna nakran dyst einsamøll, og tí fekk TB ongantíð hótt Ternuna. Hinvegin vóru gestirnir av Toftum væl upplagdir og ikki minst vóru góðu servurnar við til at leggja trýst á TB, umframt at tær í Ternuni fingu tað mesta uppaftur av gólvinum, ið TB sendi yvirum. – Vit hava alla tíðina havt framgongd í spælinum. Fyri viku síðani spældu vit ein góðan dyst ímóti Mjølnir, har vit vunnu eitt sett, og nú gekk so upp aftur betur ímóti TB. Eg haldi, at tað byrjar at líkjast hjá okkum, staðfestir spælandi venjarin hjá Ternuni, Katrin Olsen. Ternan fyri fimtu ferð Kvinnuflogbóltur Flogbólts- kvinnurnar á Toftum gjørdu slætt borð, tá tær í gjár vitjaði TB í Trongisvági. Hetta var fimti sigurin hjá uppflytarunum í Ternuni, sum nú eru tvey pláss frá botninum – og hava sama stigatal sum TB Hilmar Jan Hansen Fyri nøkrum viku síðani hevði fáur kallað ein dyst millum SÍ og ÍF toppdyst, men tað eitur hann nú, tí SÍ hevur tað mesta av kappingar- árinum verið oddalið, hóast Mjølnir og Fleyr nú hava yvirhálað, sam- stundis sum ÍF hevur ligið í miðjuni á stigatalvuni. Men í síðstuni er ÍF-liðið, ið er rættiliga væl mannað, ordiliga komið fyri seg, so tað nú telist millum tey fremstu liðini. Og eftir sigurin í spennandi fimmsett ar- anum í Sørvági í gjár, er ÍF bara fýra stig frá einum plássi í FM-finaluni. Hóast hetta vóru tvey lið, hvørs formkurvur peikaðu hvør sín veg, kundi dysturin farið báðar vegir, tí onkra løtuna var annað við yvirlutan og onkra aðra hitt. Dyst- urin bylgjaði aftur og fram, men í avgerandi løtuni var tað ÍF, ið hevði neyðuga yvirskotið og vann. Ávaring farin út Sum tað sá út frá byrjan, kundi hetta gerast ein einfaldur ÍF-sigur, tí SÍ var mestsum ikki at síggja á vøll inum. Sørvágskvinnur fingu einki blokerað, meðan ÍF hinvegin fekk vart væl fyri, tær ferðirnar SÍ royndi at menna seg. Í øðrum setti kom SÍ meira fyri seg og spælið gjørdist munandi javnari, men framvegis hevði ÍF munin og vann, so støðan nú var 2-0. ÍF var við øðrum orðum bara eitt sett frá at vinna dystin, men so hendi tað, sum hendir viðhvørt, at ÍF í triðja setti fór niður við nakk anum og fekk einki at bera til, meðan SÍ arbeiddi fyri sakini. Fjórða sett sá út til at ganga sama veg, tí SÍ kom langt framum, men ímóti endanum kom ÍF aftur fyri seg, hóast SÍ hevði munin og vann settið. Nú skuldi alt avgerast í fimta sett inum. Tað sá út til, at ÍF hevði tikið tað besta við sær frá endanum á fjórða setti, og nú stríddust kvinn- urnar úr Fuglafirði eisini nógv meira fyri sakini. Men kortini hevði SÍ betru kortini á hondini í eina løtu og var á odda bæði 9-7 og 11-9, áðrenn ÍF setti endaspurtin inn og vann fimta settið 15-12 – og harvið eisini dystin. Við sigrinum hevur ÍF sent bæði Mjølnir og Fleyr eina ávaring um, at tað nú altso eru fýra lið, ið kappast um tvey finalupláss, og at ÍF er minst líka stór hóttan sum nakar annar. So er bara eftir at síggja, hvørju tvey av hesum fýra liðunum eru sterkast, tá avtornar. hilmarjan@sosialurin.fo ÍF-kvinnurnar bjóða av Kvinnuflogbóltur Dysturin í Sørvági millum SÍ og ÍF kundi farið báðar vegir, men tá alt skuldi avgerast í fimta setti, stríddist ÍF betur fyri sakini og vann. Nú er ÍF av álvara við at koma upp í part heilt har frammi flEYr flÚgvAnDi Kvinnurnar hjá Fleyr vunnu 3-0 á KÍF í gjár, og tær eru nú ein dyst og tvey stig frá at taka oddasessin Mynd: Álvur Haraldsen