Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. februar 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 7. februar 2011 · Nr. 16 Sosialurin Ítróttarblaðið Eik-ligan menn nr. Lið Dystir Vunnið tapt Vunnin sett tapt sett munur stig 1 ÍF 16 14 2 44 12 32 18 2 SÍ 15 9 6 34 19 15 10 3 Mjølnir 14 8 6 27 21 6 9 4 Fleyr 15 7 8 23 30 -7 9 5 TB 16 0 16 2 48 -46 0 Mjølnir-TB 3-0 (25-16, 26-11, 25-13) TB-Fleyr 0-3 (16-25, 8-25, 18-25) Botnlið við framtíð Hilmar Jan Hansen Bert tveir mansdystir vóru um vikuskiftið, tá Mjølnir og Fleyr ávikavist leygardagin og í gjár spældu ímóti TB og vunnu sínar dystir 3-0. Hóast ikki akkurát nøkur óvæntað úrslit, komu stigini væl við hjá Mjølnir og Fleyr, tí nú eru tey bæði liðini bara eitt stig aftan fyri SÍ, sum annars hevur verið einasti ítøkiligi biðilin til ein FM-finalusess hjá monnunum, har ÍF longu er mestsum farið avstað við øðrum sessinum. Mjølnir er enntá í tí støðu, at liðið hevur spælt ein dyst færri enn SÍ, so gongst klaks- víkingum eftir vild, eru teir eitt stig framman fyri sør- vingar, tá liðini aftur eru jøvn í stigatalvi. Fleyr hevur hin- vegin sama dystartal sum SÍ, umframt at settmunurin hjá Fleyr er munandi verri enn hjá hinum báðum. Fleyr hevur -7 í settmuni, meðan Mjølnir hevur 21 í yvirskoti og SÍ 15. Óansæð, so boðar hetta frá einum møguliga sera spennandi og tøttum endaspurti millum hesi trý liðini, ið kappast um ein sess, so tvey teirra koma at standa eftir við ongum, tá lands kappingin í Eik-liguni hjá monn um er av. hilmarjan@sosialurin.fo Mjølnir og Fleyr trýsta SÍ Mansflogbóltur Endaspurturin í landskappingini hjá monnunum kann gerast rættiliga spennandi, tí Mjølnir og Fleyr eru nú beint í hølunum á SÍ í kappingini um annað FM-finaluplássið Hilmar Jan Hansen Onkur vildi kanska sagt, at teir báðir dystirnir hjá TB í bestu mans deildini um vikuskiftið vóru »business as ususal«, tí liðið tapti báðar. Tað verður sum so eisini undir strikað av stigatalvuni, ið ongan tíð lýgur, tí sambært hana hevur TB einki stig fingið burtur úr sínum 16 dystum higartil, og í sett mun inum er eitt undirskot upp á 46, tí TB bara hevur vunnið tvey sett allar hesar dystirnar. Men onkursvegna var tað um viku skiftið ikki heilt, sum tað plagar, tí teir ungu menninir á TB-liðnum spældu nógv fleiri dystir enn hini liðini í Eik-liguni gjørdu. Teir hava nevniliga næstan allir aldur til ung- lingadeildina, tí bara tveir eru eldri enn tað, og umframt at spæla tveir dystir í Eik-liguni, spældu teir eisini fleiri dystir fríggjakvøldið, tá teir vóru við í Dráttur-kappingini fyri tey yngru. Skráin var nokk so trong, tí ikki fyrr enn klokkan trý korter til tólv fríggjakvøldið vóru TB-ararnir lidn ir við unglingakappingina, har tað endaði við, at teirra A-lið bleiv numm ar eitt og B-liðið nummar tvey. So væl stendur altso til við góðum, ungum spælarum á liðnum av Tvøroyri. At støðan er merkis- verd, varð kanska ikki minni undir- strikað av, at ÍF og Mjølnir noyddust at hava eitt felagslið fyri at vera við í kappingini! Høvdu harða skrá Otto Gram, ið er hjálparvenjari hjá Suna Petersen í Eik-liguni, tók sær av øðrum unglingaliðnum í Dráttur-kappingini, og Suni tók sær av hin um. Og Otto greiðir soleiðis frá strævna vikuskiftinum: – Vit vóru fríggjakvøldið við í kapp ingini við teimum báðum unglinga liðunum, ið vunnu gull og silvur, og tá vit vóru lidnir stutt fyri midnátt, fóru vit til Leynar at gista. Men longu á miðdegi leygardagin spældu hesir somu ungu menninir í Eik-liguni ímóti Mjølnir í Klaksvík, og aftur sunnudagin vóru teir í dysti, tá Fleyr vitjaði í Trongisvági, sigur Otto. – At vit tóku av, tá okkum stóð í boði at koma upp í bestu mans- deildina, hóast manningin hjá okk- um var øgiliga ung, hava vit ikki iðrað okkum um. Sjálvandi kann tað vera so sum so við motiveringini við hvørt, tá vit bara tapa og tapa, men hetta eru alt spælarar, ið elska flogbólt, so teir taka gleðiliga við læru alla tíðina. Og vit hava eisini upplivað framstig, hóast vit ongantíð hava verið av aftasta pláss inum. Seta sær smærri mál Sunnudagin, tá TB spældi heima- dyst ímóti Fleyr, stóð enntá so illa til, at venjarin, Suni Petersen, sjálvur mátti spæla hevari. Patrik Johannesen, ið bara er 17 ára gamal, hevur spælt sum hevari, men er skadd ur, so tí noyddist 38 ára gamli venjarin at rætta liðnum eina hjálp- andi hond. – Umframt Patrik, so situr eis- ini einasti landsliðsspælarin hjá okkum, Arthur Djurhuus, uttanfyri við skaða í løtuni, so vit noyðast at klára okkum við tí, sum vit hava. Men teir ungu menninir skulu eiga, at teir eru hugagóðir og geva ikki upp, hóast úrslitini lata bíða eftir sær, sigur Otto Gram. – Teir brýnast, mennast og bún- ast av at spæla í bestu deildini, hóast tað kann vera nokk so hart við hvørt. Men vit royna at seta nøkur deilmál, so vit ikki leggja ov nógv trýst á okkum sjálvar, og menn inir duga eisini at gleðast um tað, tá tað gongst væl í einum setti – fyri ikki um at tala, um tað eydnast at vinna eitt sett. Hvussu verður næsta ár, er ikki greitt enn, men um hugt verður longur fram, man lítið vera at ivast í, at TB-liðið, ið hevur allar hesar ungu menninar og ein 21 ára gamlan sum tann elsta, hevur framtíðina fyri sær og kanska verður tað, hini sleppa at renna aftaná um nøkur ár… hilmarjan@sosialurin.fo Mansflogbóltur Hóast mansliðið hjá TB enn einki stig hevur fingið í Eik-liguni í vetur, er lítið at ivast í, at hetta kanska er tað av øllum mansliðunum, ið ta bjartastu framtíðina, tí allir spælararnir uttan tveir hava enn unglingaaldur – og TB hevur enntá tvey unglingalið fraMtÍÐIna fYrI sÆr TB-liðið, sum spælir í bestu mansdeildini, telur mestsum bara unglingaspælarar, tí har eru bara tveir, sum eru eldri enn tað – og tann elsti er 21 ára gamal. So hóast talan er um botnlið, er eisini talan um eitt lið við framtíð Mynd: Álvur Haraldsen