Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-07, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. februar 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. februar 2011 · Nr. 16 24 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge City of Manchester Stadium Fyri einari viku síðan var hann ímyndin av Liverpool. Maðurin við níggju-talinum var tann leikarin, ið Liverpool viðhaldsfólkini vendu sær til, tá liðið manglaði mál. Við Kenny Dalglish á odda var Fernando Torres farin at líkjast sær sjálvum aftur við at skjóta fleiri mál, men bráddliga fór hann frá at vera ímyndin av Liverpool til at verða ein ímynd av einum svíkjara. Ítróttarskrivarar og viðmerkjarar hava staðið í kø fyri at siga sína hugsan um bráddliga skiftið hjá spanska framherjanum, sum sam- stundis gjørdi hann til dýrasta leik- aran í Bretlandi. Meiningarnar eru ymiskar, men eitt stóð greitt, fyrsti dysturin hjá Fernando Torres var móti gomlu liðfeløgunum. Fernando Torres útskiftur Ein tíma og seks minuttir eftir at Fernando Torres á fyrsta sinni byrj- aði ein dyst við Chelsea, var hann útskiftur og hansara avrik var einki at reypa av. Frá bonkinum kundi heimsmeistarin og evropameistarin síggja Raul Meireles leggja gomlu viðleikararnar á odda eftir innlegg frá Steven Gerrard. Eitt innlegg, sum verjan og málverjin hjá Chelsea skuldi havt rudda burtur. – Fernando Torres gjørdi sítt besta, men eg skifti hann út, tí hann hevur havt eina hendingaríka viku. Tað var torført at spæla móti Liverpool, tí teir vardu væl og spældu við trimum miðverjum. Eg haldi eisini, at vit eiga at brotsspark í endanum av dystinum, men tað nyttar einki at tosa um dómarin, tá dysturin er liðugur, sigur Carlo Anchelotti, venjari hjá Chelsea. Fyri Liverpool og viðhaldsfólkini var sigurin á Stamford Bridge eitt greitt signal um, at ongin er størri enn Liverpool og at felagið heldur fram uttan Fernando Torres. Tað var Liverpool venjarin hjá Liverpool skjótur at leggja dent á. – Vit hugsa bara um teir leik- ararnir, ið eru í felagnum og so taka vit ein dyst á gangin. Tú vinnur einki uttan hart arbeiði, áræði og stoltleika. Tað vístu vit í dag og tí vunnu vit, sigur Kenny Dalglish við SkySports. Hann vil ikki gera viðmerkingar til, um Liverpool nú er við í stríð- num um fjórða plássi, ið gevur at- gongd til Champions League. Hann leggur dent á, at Liverpool nú tekur ein dyst á gangin. Fyrsta tapið hjá Manchester United Í vikuni takkaði Gary Neville fyri seg sum fótbóltsspælara. Hann hev ur allan sína yrkisleið sum fót- bólts spælari spælt í Manchetser United, og hann hevur fingið rós allastaðni frá. Hann er kendur fyri sín kærleika fyri Manchester United og at ganga á odda við at vísa sína gleði, tá Manchester United vinnur. Um tað var hann, ið mangl aði tá Manchester United leygarkvøldið tapti fyri fyrstu ferð í 29 dystum í Premier League er tó ikki til at vita. – Hatta var ein frálíkur møgu- leiki at leggja sjógv millum okk um og Arsenal, men eg segði undan dystinum, at støðan hjá Wolver- hampton í botninum í Premier League er ikki røtt, sigur Sir Alex Ferguson. Komandi vikuskiftið skal Man- chester United spæla granna upp- gerð móti Manchester City á Old Trafford. Sir Alex er lítið feginum, at fleiri av hansara leikarum skulu spæla venjingardystir fyri síni lands lið í vikuni. – Tað er harmuligt, at tað er landsdystir í vikuni. Um tú spyrt meg, so er tað ørt, men vit mugu bara halda áfram, sigur Sir Alex Ferguson. Arsenal spilti gyltan møguleika Tey flestu kenna onkran, ið hevur upplivað at fara heim ov tíðliga, tí liðið spælir ov illa. Eitt nú Liver- pool viðhaldsfólk, ið sløktu fyri sjón varpinum í hálvleikum í Champions League finaluni í 2005. Klaksvíksingar, ið rýmdu heim í hálv leikinum móti MB á sinni, tá Olgar Danielsen skoraði til 6-5 til KÍ í evstu løtu og tey sum fóru av Svangaskarið fimm minuttir fyri tíð í 2-2 javnleikinum móti Slovenia í 2000. Á St James’ Park fóru summi ónøgd Newcastle viðhaldsfólk heim longu eftir 26 minuttum. Tá var Arsenal á odda 4-0. Tá dómarin bríksl aði fyri seinastu ferð, hevði Arsenal fingið ein mann útvístan, dómarin dømt tvey brotsspørk til heimaliðið og Newcastle hevði javnað til 4-4! – Eg haldi, at Joey Barton (Newcastle, blaðm) eisini skuldi verið útvístur, men tað er ikki av- gerandi hvat eg haldi, men at dóm- arnir taka røttu avgerðirnar. Vit spæla væl í dag og vit kunnu taka nógv gott heim við okkum, sigur Arsené Wenger. Carlos Tevez kostaði Di Matteo starvið Tað er ikki lætt at vera venjari í Premier League, tað kunnu fleiri venj arar skrivað undur upp á. Hesa ferð er tað venjarin hjá West Bromwich Albion, ið hevur fingið sparkið eftir 3-0 ósigrin móti Man- chester City. Carlos Tevez skoraði øll trý málini. Hann skal kom andi vikuskiftið spæla á gamla heima- vøllinum hjá sær, Old Trafford, har Manchester United tekur ímóti. Tað komu heili 41 mál í Premier League leygrdagin og tað er nýtt met. Frammanundan var metið 40 upp á ein dag. Málríkasti dysturin var á Goodison Park, har Everton vann 5-3 á Blackpool. Manchester United er framvegis fremst í Premier League, men kom- andi fýra dystirnir koma helst at gerast sera týdningarmiklir. Fyrst kemur Manchester City á vitjan og síðani skal Manchester United spæla á útivølli móti Wigan, Chelsea og Liverpool. Liggur Manchester United framvegis fremst tá, so verður torført at ímynda sær nakr- an annað sum Premier League vinn ar anno 2011. trondur@sosialurin.fo Liverpool spilti ballið hjá Fernando Torres Fótbóltur Fernando Torres gjørdi lítið um seg í uppgerðini móti Liverpool og var útsikftur, met nógv mál komu leygardagin og Manchester United tapti á fysta sinni í Premier League í ár. Sosialurin var á City of Manchester Stadium, har Roberto Di Matteo stóð á odda fyri West Bromwih á seinasta sinni NOYDDISt At bÍtA Í GrASIÐ Fernando Torres var lítið eyðsýndur og var fyri tapi móti fyrrverandi liðfeløgunum í fyrstu royndini fyri Chelsea MÁl, MÁl, MÁl! Cheick Tiote endaði málveitsluna, tá hann skeyt mál nummar átta í dystinum. Tað var hansara fyrsta mál fyri Newcastle FAGNAÐur Alan Pardew, venjari hjá Newcatle, stórfegnaðist, tá Newcastle javnaði til 4-4