Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-07, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. februar 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 7. februar 2011 · Nr. 16 Sosialurin Ítróttarblaðið Hvar koma pengarnir frá? Tróndur Arge – Liverpool Flytingarvindeygað lat aftur klokk­ an 23 tann 31. januar. Dagin eftir settu fleiri av bløðunum í Ongland spurnartekin við ørskapin, sum endaði við, at Chelsea og Liverpool keyptu leikarar fyri yvir eina milliard tilsamans. Chelsea og russiskar milliónir Eigarin av Chelsea er ríkmaðurin Roman Abramovich, sum sambært fleiri miðlum er millum 50 tey ríkastu fólkini í heiminum. Hann brúkar sína oljupengar at fíggja virk semið í Chelsea. Tá hann keypti felagið í 2003 gjørdu hann eina ætlan, ið skuldi tryggja, at Chelsea skuldi kunna fíggja sítt virksemið við egnum pengum í 2010. Tað hevur ikki eydnast og hvørt ár hevur Chelsea eitt undirskot upp á yvir eina hálva milliard krónur. Undirskotið verður strikað hvørt ár av Roman Abramovich. Í januar keypti Chelsea Fernando Torres frá Liverpool fyri 440 milliónir krónur. Teir keyptu eisini David Luiz fyri áleið 185 milliónir frá Benfica. Hesu bæði keypini eru bæði fíggjað av Roman Abramovich sjálvum. Liverpool keypir stórt inn Liverpool hevur keypt tveir dýrar dreingir í januar. Fyrst kom Luis Suarez fyri 200 milliónir krónur frá Ajax. Síðani kom heldur óvæntaða keypið av Newcastle framherjanum, Andy Carroll, fyri ikki minni enn 305 milliónir krónur. Tað merkir, at Liverpool hevur keypt fyri 505 milliónir krónur, men hvør fíggjar keypini? Fyrst seldi Liverpool Ryan Babel til Hoffenheim í Týsklandi fyri góðar 50 milliónir krónur. Síðani var nógv umtalaða sølan var Fernando Torres, sum tryggjaði Liverpool 440 milliónir krónur. Tað gevur sam an lagt 490 milliónir krónur. Tað gevur eitt netto nýtslu upp á 15 milliónir krónur. Sostatt er tað bara peng­ arnir hjá Roman Abramovich, ið Liverpool hevur brúkt víðari. Aston Villa og Darren Bent Nógv høvdu ilt við at skilja, at Aston Villa valdi at keypa Darren Bent frá Sunderland fyri 160 milliónir krónur. Prísurin kann fara heilt upp á 212 milliónir krónur, um Darren Bent og Aston Vila klára seg væl. Aston Villa eigarin er ríkmaðurin úr Amerika, Randy Lerner. Í summar seldi Aston Villa James Milner til Manchester City. Virk semið hjá Manchester City verður fíggjað við pengum hjá Sheik Mansour, sum keypti felagið í 2008. Síð ani søluna av James Milner hevur Aston Villa ikki keypt stórt inn. Sostatt eru tað pengarnir fyri James Milner, ið eru brúktir víðari upp á Darren Bent. Sunderland og sølan av Darren Bent Steve Bruce keddur av at Darren Bent var seldur, men felagið legði 50 milliónir krónur á borðið fyri Stephane Sessegnon. Og aðrir leikarar komu eisini til felagið í mill um annað leigu avtalum. Alt fyri peng arnir fyri Darren Bent. Manchester City og Sheik Mansour Liðið hjá Gunnari Nielsen keypti Edin Dzeko frá Wolfsbourg fyri 240 milliónir krónur. Men aftur her eru tað ríkmenn, ið spýta pengar í. Sheik Mansour er ríkmaðurin handan Manchester City og eins og í Chelsea, so verður árliga undir­ skotið útjavnað við pengum frá eigar unum sjálvum. Niðurstøðan Hóast tvær milliardir krónur ljóðar óhugnaliga nógv, so gevur tað talið ikki eina greiða mynd av tí, sum er farið fram. Tað er rætt, at Premier League feløgini í januar brúktu tvær milliardir krónur upp á leikarar, men teir flestu av pengunum eru brúktir fleiri ferðir. Einastu feløgini, ið ikki hava selt fyri at keypa stórt eru Chelsea og Manchester City. Tey hava bæði ríkmenn, ið spýta pengar í, so rokniskapurin melur runt. Hvar Roman Abramovich og Sheik Mansour fáa sínar pengar frá, tað er so ein heilt onnur søga! trondur@sosialurin.fo STJØRNURNAR HITTUST Fernando Torres og Steve Gerrard hava gingið undan hjá Liverpool seinastu kappingarárinum. Í gjár spældi teir móti hvørjum øðrum DýRUR leIkARI Darren Bent (vm.) hevur verið í nógvum feløgum, og hvørja ferð fyri stórar keypsupphæddir Manchester City hevur ótømandi peninganøgdir at spæla við FóTbólTUR Í januar mánaði brúktu Premier League feløgini næstan tvær milliardir krónur upp á leikarar. Í eini tíð, har Ongland ikki er væl fyri fíggjarliga, so tykist hetta púra ørt. So hvar koma pengarnir frá? Stoke City – Sunderland 3-2 Aston Villa – Fulham 2-2 Everton – Blackpool 5-3 Man City – West Brom 3-0 Newcastle – Arsenal 4-4 Tottenham – Bolton 2-1 Wigan – Blackburn 4-3 Wolves – Man United 2-1 West Ham – Birmingham 0-1 Chelsea – Liverpool 0-1 Enska Barclays Premier League nr. lið dystir vunni javnt tapt mál stig 1 Manchester United 25 15 9 1 55-24 54 2 Arsenal 25 15 5 5 54-27 50 3 Manchester City 26 14 7 5 42-22 49 4 Chelsea 25 13 5 7 46-22 44 5 Tottenham 25 12 8 5 35-27 44 6 Liverpool 26 11 5 10 34-31 38 7 Sunderland 26 9 10 7 32-31 37 8 Bolton 26 8 9 9 36-37 33 9 Stoke 25 10 3 12 31-32 33 10 Newcastle 25 8 7 10 40-38 31 11 Blackburn 26 9 4 13 34-42 31 12 Fulham 26 6 12 8 28-28 30 13 Everton 25 6 12 7 33-34 30 14 Aston Villa 26 7 8 11 30-45 29 15 Blackpool 25 8 4 13 38-49 28 16 Birmingham 24 5 12 7 24-33 27 17 West Bromwich 25 7 5 13 31-48 26 18 Wigan 26 5 11 10 26-44 26 19 Wolverhampton 25 7 3 15 26-43 24 20 West Ham 26 5 9 12 27-45 24