mánadagur 7. februar 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. februar 2011 · Nr. 16
Sosialurin
27
á netinum
Góð ráð til foreldur
• Sum foreldur er tað ofta trupult at vita,
hvussu vit skulu bera okkum at viðvíkjandi
spurninginum um børn á internetinum, og
tí verða her nøkur góða ráð til foreldur
endurgivin:
• Góðtak at elektroniskir samskiftismiðlar
eru vorðnir ein partur av gerandisdegnum
hjá børnum og ungum. Fartelefonin og
internetið eru komin fyri at vera, og tú kanst
eins væl taka í hondina á barninum og leiða
tað gjøgnum vandarnar á netinum. Vís vegin
– eins og í ferðsluni.
• Tosa við tey. Sum foreldur hevur tað týdning
at hava áhuga fyri, hvat børnini gera, tá
tey eru á netinum og at tosa við tey um tað
fyri á henda hátt betur at skilja, hvat tey
fáast við á netinum, og hvussu tey nýta
fartelefonina.
• Kunna teg og fylg við. Vitja tær síður, sum
tey ungu vitja. Kjatta, send eitt sms, spæl
við – royn sjálv. Vís áhuga í staðin fyri ótta,
sum ofta kemur av vantandi kunnleika til
hesar nýggju samskiftismøguleikar.
• Lat vera við at seta forboð – men set
ístaðin realistisk mørk. Ger t.d ein politikk
fyri nýtslu av interneti, fartelefon,
myndatólinum í telduni, spølum v.m saman
við børnunum.
• Minst til at forvitni og at royna, hvussu langt
tú kanst fara, eru nátúrlig, og at tín ábyrgd
ikki bara er at siga nei, men at vera tann
vaksni, ábyrgdarfulli sparringspartnarin, tá
mørk skulu roynast.
• Lurta eftir børnunum, tá tey royna at taka
teg við. Lurta eisini eftir tí, sum ikki verður
sagt. Legg merki til broytingar í teirra
atburði. Eru tey kedd ella stúrin?
Ella sagt við øðrum orðum:
• Tosa saman. Besta keldan til kunnleika um,
hvat títt barn ger á netinum, er barnið sjálvt.
• Tosa og lurta. Hvørjar síður vitja tey?
Hvønn eru tey vinir við? Hvønn eru tey ikki
vinir við? Hvat gera tey, um tey koma út
fyri onkrum keðiligum ella ótespiligum á
netinum, hvønn tosa tey tá við? Á hendan
hátt fært tú ein betur kunnleika til on-line
lívið, tey liva, og kanst betur hjálpa og
stuðla teimum.
Øll googla - arbeiðs gevarar googla eisini
Tað er neyvan nøkur loyna at arbeiðsgevarar googla
starvsfólk, sum teir umhugsa at seta í starv og hetta
er eisini galdandi í Føroyum. Dømir eru um at fólk
ikki hava fingið størv, tí arbeiðsgevarar hava funnið
ymiskar upplýsingar á netinum um viðkomandi.
Ein privatur arbeiðsgevari, sum vendi sær til Dátueftirlitið
herfyri segði, at hann kundi ikki funnið uppá at sett
fólk í starv, áðrenn hann hevði googlað viðkomandi.
Hann hugdi m.a. eftir hvørjar vinir viðkomandi hevði, tí
hetta metti hann segði nógv um, hvørji fólk eru.
Googla teg
Vegleiðing:
Roynið og googlið tykkum sjálvi ella setið tykkum saman – foreldur
og børn – og googlið hvønn annan. Tað ber eisini til at fáa myndir
av tykkum sjálvum fram við at trýsta á ”myndir” ovast í vinstra
horni. Samsvarar netsamleikin og veruligi samleikin? Hví/hví ikki?
Gerið tykkara egnu reglur fyri tað, tit leggja á netið.