Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-07, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. februar 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. februar 2011 · Nr. 16 28 Sosialurin Kjak Johan Samuelsen Fyri knøppum 20 árum síðani kom fyrsta føroyska heimsatlassið, og flestu av okkum fegnaðust um hetta frambrotið og nýskapanina, sum tað verunliga var tá – men, tíverri, lýtini vóru eyðsýnd. Her hevði purist­ iska málfrøðin havt alt ov stórt vald, og heimagjørdar høvuðsleiðreglur, tá landa­ nøvn og onnur staðanøvn skuldu skrivast, vóru sum harragud veit! Landaser­ frøðin í gomlu málnevndini hevði ongan góðan, og tí komu vit øll somul at kenna keðiligu ramsuna um Kili, Grønhøvdaoyggjar, Burg­ undarhólm, Høvdastaður o.s.fr. Nøvn sum øll bera brá av tí skemtiliga, og sum onkur tók til, hevði tú sent eitt bræv út í heim við hesi áskrift, so kom tað ikki fram! Nú kemur so nýtt atlass, og nógv er broytt hesi mongu ár, sum farin eru. Og kanska tað sum er mest grundleggjandi er broytingin í føroyska stavraðnum, nú løgtingið hevur tikið undir við, at sjálvsøgdu bókstavirnir c,q,w,x og z sleppa uppí part aftur, har teir natúrliga hoyra heima. Hetta skuldi verið gleðilig tíðindi hjá almennt fíggjaða Skúlabókagrunninum, og lætt nógv um arbeiðið við nýggja atlassinum, so vit í framtíðini t.d. sleppa frá at uppliva á somu opnu (s. 52­ 53) yvir Norðuramerika, at Meksiko(landið) og Meksiko­ býur stavast við k og ongum c, meðan New Mexico (statur í USA) bæði hevur w, x og c, og heilir heimspartar skifta nøvn, sum t.d. Àsia og Avstralia – her er ongin linja at hóma! Og so forbrongla navnið Danmark til Danmørk – hetta er beinleiðis skeivt – tað var ikki fyri ongum, at Dannevirki bleiv bygt á sinni, tað var mark dana móti suðuri! Vit, sum gjøgnum eitt langt lív, hava fingist við undirvísing, vita av egnum royndum, at tað er so neyð­ ugt, sum ongantíð fyrr, at tilfarið í skúlunum er hóskandi, dygdargott og viðkomandi hjá næmingum okkara, og námsfrøðin ílatin einum búna, sum børn okkara kenna seg aftur í, eisini málsliga. Hetta eru vit øll samd um, og stóra bretska forlagið Collins, við tess undirvísingardeild, er valt út til endamálið, so har er vist alt í lagi. Og í fjør var alment boðað til kunningarfund og tjak, um hesi viðurskifti, har eisini almenningurin fekk høvi til at siga sína hugsan um spurningin – tað lá líkasum í luftina, at her fór vend at koma í, at dagsins veruleiki fór at sigra á innistongda nationalromantiska snævur­ skygninum, og at ætlani hesaferð var at geva út eitt verk, sum málsliga og landa­ frøðiliga fór at vera í sam­ ljóði við veruleikan, vit øll liva í. Men sum frá er liðið, so skilst á ábyrgdarfólki fyri Skúlabókagrunnin, at sami málsligi grundvøllur, sum nýttur varð í 20 ára gamla atlassinum verður grundvøllurin, sum byggjast skal á í nýggju útgávuni og sama málfatanin trokar seg fram aftur. Spell at so skal vera. So er líkamikið um Collins forlagið er við ella ikki, navnatilfarið í einum og hvørjum atlassi er berandi, so ella so. Skúla­ bókagrunnurin heitti á Rolf Guttesen, landafrøðing, um at vera sær til hjálpar í hesum stóra og krevjandi arbeiði, og hann játtaði. Og sjálvandi hevur hann, sum tann skilamaður hann er á økinum, eftirlýst nakrar høvuðsleiðreglur fyri brúki av landanøvnum v.m., men tað vildi ábyrgdarfólks grun­ sins ikki hoyra talan um, sjálvt um hann við fakligum argumentum í samljóði við aðalsjónarmið United Nations Group of Experts on Geographical Names royndi at verja borg – allastaðni verður rópt uppá serfrøðina í dag, men her fekk Rolf, við mest grundleggjandi kunn­ leika til landafrøðiøkið, kalt og kyniskt at vita, at hansara handrit fór at fáa “rætta” viðgerð á “røttum” staði, og so vildi grunnurin taka endaliga støðu, eisini málsliga! T.v.s.at Rolf kundi risikera, at atlassið kundi innihalda landanøvn, sum eru stavaði soleiðis, sum hann við fakligum argumentum hevur sagt og skrivað, at tey IKKI skulu skrivast. Og tí takkaði hann fyri seg – hesin maðurin sum meiri enn nakar annar, við síni stóru vitan, hevur varpað ljós á henda spurningin, og sum vit hava so nógv at takka fyri, tí hansara sjónarmið, verða uttan iva, tikin til eftirtektar av Vitan (nýggja navn grunsins!!), tá nýggja málnevndin, staðar­ navnanevndin o.o., hava havt handritið til viðgerðar. Skulu Grønhøvdi og Google Earth kappast í fram­ tíðini, so vita vit, hvør liggur eftirá – og stóri taparin verður føroyski skúlaungdómurin! Hvørji verð liva tit í? » ­ Foreldrini mugu hava ábyrgdina av at baka saman við barninum. Tað kann lands­ kassin ikki at rinda fyri!« Nakað soleiðis segði lands­ stýrismaðurin við heilsu­ málum í Eygsjón fríggjadagin. Slíkar útsagnir benda á, at landsstýrismaðurin als ikki veit, hvønn tørv hesi børnini hava, ella hvat ergoterapi er. Lætt, tá man veit, hvat man skal Til dømis eri eg vís í, at ein ergoterapeutur, sum bakar við einum barni, ikki bara ger tað fyri at fáa eina køku. Tað liggur nógv servitan aftanfyri, um hvørjir vøddar verða nýttir á hvønn hátt, og hvønn týdning tað hevur fyri menningina. Hvussu eltir barnið deiggið, hvussu heldur tað í pískaranum, hvussu skulu heilahálvurnar samarbeiða, tá barnið skal bróta eitt egg, ella hvussu venist fínmotorikkurin av at koyra deiggið í formar? Fyri tey við vanligum førleikum er hetta eingin trupulleiki, og tað er tí lætt at kalla tað fyri bæði tíðar­ og pengaspillu. Men fyri hesi børnini er tað eitt tógvið stríð at fáa røttu vøddarnar at gera, sum høvdið vil. Og tað fellur nógv lættari, um tey sleppa at gera okkurt, sum gevur meining ella sum er stuttligt. At siga, at foreldrini sak­ tans kunnu baka við barni­ num, er sum at siga, at troyggj­ urnar hjá Guðrun&Guðrun eru so einfaldar, at øll saktans kundu havt funnið uppá tær. Tað er lætt og tykist banalt, men ikki fyrr enn eftir at tær hava víst vegin, funnið uppá og sniðgivið. Tá man hevur sæð, hvat man skal, er tað lætt. Men vit foreldur hava brúk fyri servitanini um, júst hvussu vit skulu baka við barnin­ um. Onkur má vísa okkum, hvat vit skulu og greiða okk­ um frá endamálinum. Tí enda­ málið er ikki at fáa eina køku. Hvat er nyttugt og hvat er stuttligt? Tá vit vóru á altjóða viður­ kenda venjingarstaðnum, Craighalbert Centre í Skot­ landi við soninum, Benja­ min, fekk hann ein dagin ein tallerk av kókaðum spagetti og ketsjuppi. So skuldi hann svansa. Talan var ikki um dovnar terapeutar, sum bara vildu stinga eina slangu í pengapungin uttan at geva Benjamin nakra venjing, nei, svansið var venjing. Hann var fyndarglaður, dálkaði seg fyri fyrstu ferð í lívinum og brúkti bæði hendur og armar. Tað var ein sera einføld viðgerð, og sjálvandi kundi eg havt kókað honum pasta at svansað við. Men eg hevði aldrin sjálv hugsað um hetta sum venjing og menning. Ikki fyrr enn eg sá, hvørja ávirkan tað hevði á hann, og fekk at vita júst hvussu tað menti hann, varð tað greitt fyri mær. Benjamin fekk tá bara sondumat og kom tí aldrin sjálvur í samband við vanligan mat, og hendurnar vóru altíð kreptar av spastisiteti. Eg hevði onga vitan um, hvussu tallerkurin av spagetti fekk hann at stríðast fyri at brúka hendurnar. Tað setti bæði heila, nervaboð, rørslur, vilja, sansirnar og kordinatiónina í gongd. Men tað var »bara« svans. Ergoterapiin hevur verið ein stórur partur av hansara menning, og eg havi støðugt havt tørv á hjálp og vitan um, hvussu eg skal hjálpa honum víðari sum best. Tað er sera ørkymlandi, at hendan hjálp­ in nú er burtur. Endamálið við ergoterapi er at geva barninum før­ leikar, sum tað fær gagn av í gerandisdegnum ella sum eru náttúrligir til aldurin. Tí er eisini týdningarmikið, at børnini fáa venjingina uttan at vita, at tað er venjing. At tey verða hjálpt til at gera okkurt, sum hóskar til aldurin, og at tey fáa avbjóðingar, sum tey halda vera stuttligar ella nyttugar. So gevist at brúka tað sum eitt negativt argument, at ergoterapeuturin »bara« bakaði við einum barni. Tey, sum siga »bara« í hesum føri, hava týðiliga onga hóming av, hvat tað merkir at hava skerdar førleikar. Tí tá er einki »bara«. Hvørki at baka ­ ella at svansa! Hvussu skal eg baka við mínum barni, góði Aksel, og hví? Eydna Skaale