mánadagur 7. februar 2011síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 7. februar 2011 · Nr. 16
Sosialurin
Kjak
Jóannes Eidesgaard
landsstýrismaður
Ritan í trupulleikum
Stutta av tí langa er, at Arabo
totalt hevur misskilt málið.
Tað er rætt, at Ritan ikki
sleppur at sigla, tí botnurin
er so illa farin, at plátur
mugu skiftast, áðrenn skipið
aftur fær siglingsloyvi. Tað
er eisini rætt, at almenna
Kringvarpið bar tey tíðindi,
at Strandferðslan nú fór at
senda Fíggjarnevndini eitt
fíggjarnevndarskjal,
har
biðið varð um eina millión
til at gera Rituna aftur fyri.
Men Arabo eigur at vita frá
síni tíð í politikki, at tað er
bert Fíggjarmálaráðið, sum
avgreiðir umbønir um játtan
frá Løgtinginum. Hetta kann
Vinnumálaráðið ikki gera og
enn minni Strandferðslan.
Tá Vinnumálaráðið tók
málið upp á landsstýrisfundi,
boðaði eg frá, at eg fór ikki
at senda nakra umbøn til
Fíggjarnevndina um eyka
játtan, tí SL hevur, sum er,
eina játtan upp á 125 mió.
kr. og kann sostatt avgreiða
málið sjálvt beinanvegin.
Hetta arbeiðið kemur undir
viðlíkahald, sum eisini er
ein partur av rakstrinum
hjá SL. Um raksturin seinni
í árinum kemur at mangla
hesa milliónina, so mugu
vit taka tann spurningin
upp til ta tíð. Tað er søgan
um Rituna.
Vit tóku als ikki nakað
initiativ frá nøkrum, men
tvørturímóti
bóðu
vit
Vinnumálaráðið
biðja
SL
um at taka initiativið beinan
vegin og fáa skipið umvælt
sum skjótast. Við 125 mió.
kr.
í
rakstrarjáttan
var
eingin grund til hjá Vinnu
málaráðnum
at
órógva
hvørki Løgting ella Fíggjar
nevnd í ótíð fyri at fáa gjørt
Rituna aftur.
So tvørturímóti, tí sum
Arabo skrivar, so bóðu vit
Vinnumálaráðið biðja SL um
at fara til verka beinanvegin.
Og so varð gjørt.
Als og fíggjarlógin
Men síðan er greinin hjá
Arabo full av øðrum bak
bitum. Lat meg bert taka
okkurt burtur úr rúgvuni.
Viðvíkjandi
ynskinum
hjá onkrum um at fáa Als
og Samhaldsfasta inn á
fíggjarlógina, so haldi eg, at
tú Thomas átti at kent meg
betur. Væl veit eg, at tað finn
ast fólk í fyrisitingini og hjá
Landsgrannskoðanini, sum
halda, at sjálvandi skal Als á
fíggjarlógina, tí inngjaldið í
botn og grund er ein skattur.
Eg var landsstýrismaður,
tá lunnar vórðu lagdir undir
Alsskipanina í síni tíð. Tað
var ikki nakar dansur á
rósum, tí tá høvdu vit eitt
arbeiðsloysi
upp
á
25%.
Saman
við
pørtunum
á
arbeiðsmarknaðinum,
so
eydnaðist at fáa skipanina
upp at standa. Men tað var
breið semja millum partar
nar, at skipanin skuldi vera
ein skipan, sum arbeiðs
marknaðurin skuldu hava
ábyrgd av og ikki Løgtingið,
sjálvt um skipanin er umsitin
sambært løgtingslóg. Um
sama mundið fingu vit eisini
Samhaldsfasta so mikið væl
at virka, at hann kundi fara
undir at gjalda út.
Nei, harra Arabo, hvørki
eg og ei heldur meirilutin í
Løgtinginum ætla at leggja
hesar skipanir undir fíggjar
lógina. Tað hava vit megna
at hildið fast við.
Hvat gera tey í
Albert Hall
Síðan viðger Arabo skipanina
rundan um nýggju játtanar
lógina.
Endamálið
við
lógini
er at fáa greiðar reglur og
mannagongdir í samband
við
tilgongdina
til
eina
fíggjarlóg. Somuleiðis hava
vit eisini fingið eina Leiðslu
kunningarskipan, har vit
hvønn dag kunnu fylgja við,
hvussu gongst við játtanu
num á fíggjarlógini. Hvønn
mánað skulu bæði aðalstjórar
og landsstýrisfólk vátta, um
gongdin er í lagi.
Tað er tó rætt, at vit brúka
nógva orku til hetta arbeiðið
og til at fáa játtanirnar at
halda á fíggjarlógini. Men eg
dugi als ikki at síggja, at tað
skal vera nakað brotsverk.
Og viðurskiftini eru vorðin
munandi betur, ja nógv betur
enn tey nakrantíð hava verið.
Vit umsita jú pengarnar hjá
skattgjaldaranum, so skil má
vera í.
Róð verður framundir,
at viðurskiftini skulu verða
meira smidlig, tá ið tað snýr
seg um at umsita almennar
pengar. Tað var hetta, vit sóu
í 80unum, har pengar vórðu
brúktir til sera ivingarsamar
verkætlanir, og veðhildið
varð fyri lánum til vinnuna
uttan fyrilit. Tað er neyvan
nakar, sum heldur, at hetta
er nakað, vit skulu aftur til.
Stórar upphæddir vórðu
tá brúktar uttan fyri fíggjar
lógina í sokallaðum grunn
um, sum eingin veruliga
hevði yvirlit yvir. Tí var
játtanin, sum varð samtykt
á fíggjarlógini, ikki tað sama
sum nýtslan, sum í veru
leikanum fór fram. T.v.s. at í
veruleikanum varð ikki stýrt.
Tí vórðu út við 100 grunnar
avtiknir fyrst í 90´unum.
Hetta er neyvan ein støða,
nakar vil aftur til.
Í kreppuni fyrst í nítiáru
num kendi landsstýrið eingi
tøl yvir almenna búskapin.
Búskapurin var í fríum falli,
og vit høvdu eingi tøl. Tí tók
landsstýrið ta avgerð, at ein
loysn skuldi fáast á hesum, so
at avgerðartakararnir vistu,
hvussu landið lá. Tað at vita,
hvat almenna húsarhaldið
kostar, er væl neyvan nakar,
sum hevur nakað ímóti.
Seinastu árini hevur tað
almenna havt ovurhonds
stór yvirtrekk. Henda støða
merkti
sjálvandi,
at
tað
manglaðu pengar, men eisini,
at okkara lángevarar ikki
høvdu álit á, at vit megnaðu
at stýra hesum landinum.
Fíggjarmálaráðið
hevur
fingið bilbukt við hesum við
einfaldum mannagongdum.
Tað er neyvan nakar við
ábyrgdarkenslu, sum heldur,
at hetta er óneyðugt.
Teir dugnaligu stovnsleið
ararnir síggja ikki hesar batar
sum
nakran
trupulleika.
Gjøgnumskygnið í almenna
búskapin hevur merkt, at
fólk hava munandi meira álit
á okkum.
Men aftur til Rituna, sum
eg gangi út frá, var orsøkin
til atsóknina frá Arabo.
Hvørki
Fíggjarmálaráðið
ella Gjaldstovan hava lagt
hálmstrá í vegin fyri, at tann
skjótasta loysnin varð vald.
Vit mæltu til skjótastu loysn
ina, hóast onkur annar vildi
heilgardera seg.
Rættleiðingar til greinina
um krakkaveldið
Í sera áleypandi og ákærandi grein við heitinum “Tá krakkaveldið
verður tikið fram um borgaran” leggur Thomas Arabo, fyrrverandi
strandferðslustjóri Fíggjarmálaráðið og Gjaldstovuna undir at leggja
eina køvandi hond á alt initiativ. “Hesi leggja eina køvandi hond á
alt tað almenna við millimeturstýring”, verður sagt. Og orsøkin til
øsingina hjá Arabo eru nakrar rustaðar botnplátur umborð á Rituni
Elin Ellefsen
HD
Er hetta marknaðarførings hátturin at marknaðarføra
Føroyar sum ferðamannaland og íløguland, so er ikki løgið,
at ferðafólkatalið er stagnerað, og at ferðafólk heldur velja
ferðamál í grannalondunum.
At nýta sjúka fyrisiting sum marknaðarføringsamboð
er óforsvarligur atburður. Ikki bara av Atlantsflog, men
so sanniliga eisini av Vinnumálaráðnum og Uttanríkis
ráðnum, sum fáa nógvar pengar frá skattagjaldaranum at
byggja ferðavinnu og íløguvinnu upp.
Men kanska er hetta bara reinur politikkur, sum alt
annað í Føroyum?!
Kanska er hetta ein roynd hjá Atlantsflog at fjala
útfyvir og gloyma málið, har P/F Atlantsflog føldi seg noytt
at keypa partabrøvini aftur frá leiðsluni í Atlantsflog, og
sum gjørdi, at táverandi nevndarformaðurin misti høvdi.
Eitt veit eg! Hampafólk, sum stríðast og strevast við
ferðavinnu í Føroyum, eiga ikki at finna seg í slíkum
atburði. Hetta er undir alt lágmark tá hugsað verður um,
at føroyski skattgjaldarin er tvangsinnlagdur at gjalda
nógvar pengar til uppbygging av Føroyum sum ferða
vinnu og íløguland.
Sjálv havi eg útbúgivng innan marknaðarføring og
havi búð í Danmark í 20 ár, har eg havi starvast fyri fleiri
stórar fyritøkur. Í mínum arbeiði havi eg ferðast nógv,
og mær dámar væl at lesa bløðini hjá teimum ymisku
flogfeløgunum, sum sjálvandi gera alt fyri at rósa móður
landinum og annars veita neutrala upplýsing. Sjálvt
lond sum Bulgaria og Rumenia, har nógv liva í reinum
fátakradømi, verður sjálvsagt víst á positivu síðurnar hjá
landinum. Men í Føroyum halda vit eftir øllum at døma,
at vit kunnu draga ferðafólk og íleggjarar til okkum við at
vísa á eina sjúka fyrisiting.
Langt úti at politikkur eisini er komin í Atlantic Review.
Um tað virkuliga er soleiðis, at fyrisitingin er sjúk, so
hoyrur hetta ikki heima í Atlantic Review, men heldur úti
í Tinganesi.
Virkuliga syndarligt! Hvussu kann landsstýrismaðurin
góðtaka slíkan skaðandi atburð?
Kom til
Føroyar
– her er
sjúkasta
fyrisiting
í heiminum
Atlantsflog roynir í
nýggjasta Atlantic
Review at marknaðarføra
Føroyar sum landið
við sjúkari fyrisiting