mikudagur 9. februar 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17
8
Sosialurin
Jan Müller
Um tað ringasta skuldi hent
og ein dálkivanlukka av sama
slag sum hon í Meksikanska
flógvanum tók seg upp í sam
bandi við oljuboring vestan
fyri Hetland og tætt upp at
før oyska markinum, so fer
hon at dálka eitt sera stórt
øki. Føroyar koma at liggja
mitt í hesi dálking. Tað verður
stað fest í eini frágreiðing, sum
amerikanska oljufelagið Ame
rada Hess hevur gjørt í sam
bandi við, at felagið fer at seta
á aftur oljukelduna Cambo
skamt við føroyska markið.
Oljufeløg,
sum
bora
vest an fyri Hetland skulu
gera rættiliga nágreiniligar
umhvørviskanningar og frá
greiðingar, tá bor að verður
ikki minst á djúpum vatni.
Sambært heimasíðuni hjá
Shetland Times váttar Hess
í síni umhvørvisfrágreiðing,
at ein oljudáling vestan fyri
Hetland kann hava eins
álvars ligar fylgjur sum van
lukkan í Meksikoflógvanum
hevði við sær í fjør, tá 4,3
milli ónir tunnur av olju
runnu út í havið í tveir og ein
hálv an mánað.
Góðkenning
Oljufelagið Hess, sum fann
Cambokelduna fyri skjótt
10 árum síðani, hevur borað
tilsamans tríggjar brunnar
har, og skal í mei sera hol á
tann fjórða brunnin. Tað er í
hesum sambandi, at felagið
skal hava góðkenning frá
myndugleikunum, og slík
góðkenning er treytað av, at
tað fyriliggur ein sera neyv
umhvørviskanning,
sum
eisini sigur frá, hvat kann
henda í ringasta føri, um
ein vanlukka tekur seg upp.
Felagið leggur stóra áherðslu
á, at sannlíkið fyri, at ein slík
vanlukka hendir, er sera
lítil, men skuldi eitt blowout
hent, so vil tað dálka alt Het
land, og oljan vil spjaða seg
til Føroyar, Ísland, Noreg,
Írland og Bretland. Orsakað
av lága hitanum í sjónum
og høgum aldum og vindi
verður torført at fáa bilukt
við møguliga dálking.
Herfyri
setti
bretska
ting ið eina nevnd at koma
við tilmælum um, hvussu
reglarnar í sam bandi við
oljuboring, skulu end ur skoð
ast – í kjalarvørr in um á van
lukkuni í Meksiko flógv anum
– fyri at fyri byrgja dálking.
Ein av niðurstøðunum í
frágreiðingini er, at reglarnar
fyri oljuleiting mugu herðast
nógv meira fyri at kunna
fyribyrgja álvarsligum um
hvørvisvanlukkum. Verandi
skipan og regulverk er ikki
nøktandi skal tað kunna
verja náttúru og djóralív við
skotsku strendurnar stendur
m.a. í frágreiðingini.
Greenpeace
Tað er serstakliga um hvørvis
felagsskapurin Greenpeace,
sum hevur gingið á odda fyri
at seta forboð fyri nýggjum
boringum á djúpum vatni
eitt nú vestan fyri Hetland.
Felagið fekk í fjør forðað
einum boriskipi at seta hol
á Lagavulin leiðina norðan
fyri Hetland í fleiri vikur, tó
at endin varð, at ein rættur í
London gav boringini grønt
ljós, um ávísar treytir vórðu
fylgdar. Tað eru slíkar treytir,
sum stjórnin nú vil hava við
í framtíðar loyvi. Í tí førinum
gjørdi Chevron eina líknandi
umhvørvisárinskanning, sum
kom til somu niðurstøðu,
nevni liga hana, at eitt blow
out av sama slag sum tað
í Meksikoflógvanum vildi
fingið oyðileggjandi avleið
ingar fyri eitt sera stórt
hav umráði. Men felags fyri
báðar hesar frágreiðingar
er, at hvørki fiskastovnar
ella onnur djór fara at verða
nerva av slíkari dálking.
Stjórin í World Wildlife
Skotland,
Dr
Richard
Dixon sigur, at seinasta frá
greiðingin frá Hess vísir,
hvussu neyðugt tað er, at
heimsins lond skrúva fyri
oljuni og lata upp fyri við
varandi orkukeldum.
Føroyar fylgja við
Í farnu viku segði Johan
Dahl,
landsstýrismaður
í
olju málum við Sosialin, at
hann hevur álagt Jarðfeingi
at
tryggja,
at
framtíðar
brunn ar við Føroyar eisini
liva upp til tey hægstu um
hvørvis krøvini, ikki minst
nú eftir vanlukka í Meksiko
flógvanum. Hann hevur í
hesum sambandi heitt á síni
embætis fólk um at fylgja væl
við, hvussu okkara granna
lond eitt nú Bretland endur
skoða sínar umhvørvisreglar
og er ætlanin at bjóða um
boðum fyri serligu bretsku
tingmannanevndina til Før
oya.
Statoil fer í næstum at
taka endaliga støðu til, um
tað fer at bora ein brunn á
landgrunninum í summar
ella báðar teir næsta ár.
jan@sosialurin.fo
Føroyar mitt í dálkingarøki
Skuldi ein blowout vanlukka av sama slag sum tann í Meksikoflógvanum hent á
djúpum vatni vestan fyri Hetland, kann hon fáa álvarsligar fylgjur fyri alt umhvørvið
úr Hetlandi til Íslands sigur frágreiðing, sum oljufelagið Hess hevur gjørt.
Kortið vísir, hvussu stórt havumráði
ein vanlukka í sambandi við
oljuboring á djúpum vatni vestan
fyri Føroyar fer at dálka
Mynd Shetland Times