mikudagur 9. februar 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17
Sosialurin
Árni Joensen:
- Tað ber til at fyribyrgja
krabbameini, og tað eru
fleiri sløg av krabbasjúku,
sum vit kunnu sleppa undan.
Kortini kunnu vit rokna við,
at annarhvør okkara fær
okkurt slag av krabbameini,
og vandin veksur við aldri-
num, sigur Eduardo Cazap,
sum stendur á odda fyri
Union of International Can-
cer Control (UICC). Hann
hevur verið við til at skriva
frágreiðingina hjá WHO, sum
varð almannakunngjørd í
síðstu viku.
Rørsla hevur stóran týdn-
ing, tá tað ræður um at fyri-
byrgja krabbameini, men
mat vanan, drykkjuvanar og
royking hava eisini nógv at
siga, stendur í frágreiðingini
hjá. Sagt verður, at um øll
ótu
sunnan
mat,
drkku
minni alkohol og rørdu seg
meiri kundu vit sloppið
undan
triðja
hvørjum
krabbameinstilburði.
Í Bretlandi og USA verður
mett, at tað hevði borið til at
sloppið undan 40 prosentum
av øllum tilburðunum av
bróstkrabba, um kvinnurnar
høvdu broytt lívsstíl.
- Tað er harmiligt, at fólk
skulu doyggja av krabbameini
í 2011, sum tey kundu sloppið
undan, bara tey ansa betur
eftir vektini. eta sunnari
mat og røra seg meiri, sigur
Martin Wisemann, sum eisini
hevur verið við til at skriva ta
nýggju frágreiðingina.
Rakar milliónir
Hagtøl hjá heimsheilsu stovn-
inum vísa, at bara í Kina
hevði tað borið til at sloppið
undan 620.000 tilburðum
ella 27 prosentum. Í USA
kundu 35 prosent ella 340.000
sloppið undan sjúkuni, og í
Bretlandi kundu tilburðirnir
verið 79.000 færri ella 37
prosent.
Krabbamein er í dag ein
tann mest vanliga deyðs or-
søkin í heiminum. Hag tølini
vísa, at á hvørjum ári fáa
12,7 milliónir fólk at vita, at
tey hava krabbamein, og 7,6
milliónir doyggja.
International Agency for
Research on Cancer (IARC)
sigur í einari meting um
gongd ina í komandi árum,
at í 2030 fer krabbamein av
krevja 12,7 milliónir mannalív,
um fólk ikki leggja seg eftir
at eta betri mat og at liva eitt
sunnari lív.
Eisini børnini
Kanningar hjá WHO vísa,
at 31 prosent av heimsins
íbúgvum røra seg ov lítið, og
at á hvørjum ári kundu fleiri
hundraðtúsund
mannalív
verið spard, um fólk fylgdu
teimum ráðunum, sum tey
fáa.
WHO sigur, at tað er eisini
umráðandi, at børn røra seg.
Børn og ung undir 17 ár eiga
at røra seg nógv minst ein
tíma um dagin. Gera tey tað,
er munandi minni vandi
fyri, at tey fáa ymsar sjúkur
so sum krabbamein seinni í
lívinum.
Børn skulu sostatt røra
seg meiri enn tey vaksnu, tí
rørslutørvurin hjá børnunum
er tvær ferðir størri enn hjá
teimum vaksnu, sigur WHO.
arni@sosialurin.fo
Daglig rørsla fyribyrgir
krabbameini
Heilsa Tað kann gera so góðan mun at røra seg ein hálvan tíma um dagin, at vandin fyri at fáa krabbamein
minkar munandi. Tað sigur heimsheilsustovnurin WHO og vísir á, at rørsla í 150 minuttir um vikuna
kundi fyribyrgt einum fjórðingi av tilburðunum av bróstkrabba og krabbameini í tjúkktarminum.
Renning ein hálvan tíma um dagin kann fyribyrgja fleiri krabbasjúkum
Mynd: Jens Kr. Vang
Børn hava tørv á tvær ferðir so nógvari rørslu sum vaksin
Mynd: Jens Kr. Vang