Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Allur trolaraflotin undir Før­ oyum eru nú leysur av sátt­ mála ósemjuni, sum seinastu vikur nar hevur verið millum reið ar ar og manningarfeløg Tíðliga í morgun ljóðaði, at samráðingarnar millum Felag ið Trolskip, sum um boð­ ar partrolararnar og mann­ ing ar feløgini, vóru slitnaðar, men nú fyri klokkan 10 í morg un frættist, at partarnir kort ini vóru komnir ásamt um nýggjan sáttmála. Eyðstein Djurhuus, for­ mað ur í Føroya Skipara­ og Navigatørfelag, sigur við Sosialin beint eftir, at partarnir vóru vorðnir samd ir, at nýggi sáttmálin er heldur betri fyri mann ing­ ar feløgini, enn semings upp­ skot ið legði upp til. Hann sigur, at mann ing­ ar feløgini kortini kundu hugs að sær, at sáttmálin var betri, men hetta er tað, sum semja kundi fáast um, eftir at partrolaraflotin nú hevur ligið við bryggju í meiri enn tríggjar vikur. Eyðstein sigur, at sátt mál­ in í stuttum snýr seg um, at býtis prosentið, sum í gamla sáttmála num var 27, nú er læk k að niður á 26,5%, og har­ aftrat kemur manningin at lut taka í oljuútreiðslunum, tá bunkringarprísurin fer upp um 3,90 krónur fyri lit­ ur in. ­ Býtisprosentið hevur í ein ávísan mun verið tengt at manningartalinum, men nú er býtisprosentið í prinsippinum 26,5% hjá øll­ um partrolarum. Tó broytist pro sentið eft ir ávísari skip an, tá mann ing ar talið minkar. Eyðstein Djurhuus sigur, at samráðingarnar við Fe lag­ ið Trolskip hava verið drúgv­ ar og tungar. ­ Sjálvandi kundu mann­ ing ar feløgini hugsað sær ein betri sáttmála, men hetta er tað, sum partarnir kundu semj ast um eftir drúg vu sam ráðingarnar, ið ver ið hava, sigur formaðurin í Før­ oya Skipara­og Navig a tør­ felag. Allur trolaraflotin Um 04­tíðina næst síðstu nátt varð nýggjur sáttmáli eisini undirskrivaður millum Felag ið Lemmatrolarar og manningar feløgini. Sambært hesi avtalu lækk ar býtisprosentið hjá mann ingini úr 27 niður í 26. Haraftrat kemur mann­ ing in nú at luttaka í olju­ útreiðslunum, tá bunkr ing­ ar liturin fer upp um 3,85 krón ur. Aðrar smærri broytingar eru eisini í nýggja sátt mála­ num millum Felagið Lemma­ trolarar og mann ing ar feløg­ ini. Samanumtikið merkja avtalurnar, sum nú eru gjørdar millum mann ing­ ar feløgini og feløgini, sum um boða lemmatrolarar og partrolarar, at allur trolara­ flotin undir Føroyum nú er virk in aftur. Teir sáttmálar, sum enn ikki eru komnir upp á pláss, er eitt nú sáttmáli fyri garna­ skip, flakatrolarar og rækju­ skip. vilmund@sosialurin.fo Allur trolaraflotin kann loysa Í morgun samdust Felagið Trolskip og manningarfeløgini um nýggjan sáttmála fyri restina av hesum árinum. Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, sigur, at sáttmálin er heldur betri enn semingsuppskotið Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sigur, at sáttmálin, sum nú er undirskrivaður, er nakað betri enn semingsuppskotið Mynd: Vilmund Jacobsen Samanumtikið merkja avtalurnar, sum nú eru gjørdar millum manningarfeløgini og feløgini, sum umboða lemmatrolarar og partrolarar, at allur trolaraflotin undir Føroyum nú er virkin aftur Mynd: Vilmund Jacobsen Vilmund Jacobsen Verksmiðjutrolarin Gadus hjá JFK Troli í Klaksvík er á veg heim úr Barentshavinum við 735 tonsum. Hanus Hansen, reiðari, sigur, at størsti parturin av lastini er flak, men nakað er eisini av heilfrystum. Gadus, sum verður á Klaksvík í dag, fór úr Føroyum 2. jóladag, og fiskiskapurin í Barentshavinum hevur roynst væl. vilmund@sosialurin.fo Gadus aftur ein góðan túr í Barentshavinum Gadus við 735 tonsum Í dag kemur verksmiðjutrolarin Gadus aftur av túri í Barentshavinum. Teir fóru úr Føroyum 2. jóladag