mikudagur 9. februar 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Landingarmiðstøðin Kongs
havn í Saltangará, sum er eitt
dóttir felag eftir trotabúgvið
hjá Faroe Seafoodsam taki
num, hevur onga landing
havt í ein góðan mánaða.
Í gjár var júst ein mánaður
síðan, at landingarmiðstøðin
land aði
seinastu
skipini.
Síðan tá er eingin fiskur
kom in upp á land, og gólvini
hava verið turr. Fólkini,
sum hava havt sítt arbeiði
á landingarmiðstøðini, eru
ik ki uppsøgd. Eins og fólk
á
fiskavirkjunum,
hava
hesi – enn síni rættindi
í
fiskavirkisskipanini
hjá
Arbeiðs loysis skipanini.
Eftir at teir seks par trol
ar ar nir hjá Faroe Fish II, sum
eisini er eitt dóttir felag hjá
Faroe Seafoodsam taki num,
vórðu lagdir tíð liga í des
em b e r, hev ur lítið virk semi
verið á land ing ar mið støð ini
Kongs havn.
Teir seks partrolararnir,
sum vórðu lagdir, sa m stund is
sum samtakið endaði Skifti
rætti num, vóru Bakur, Stelk
ur, Rókur, Lerkur, Heykur og
Falkur.
Onnur skip, sum Faroe
Sea food átti part í, hildu
fram at sigla, og millum hes
ar vóru partrolararnir, Jaspis
og Ametyst og djúp vatns
trolarin, Edna.
Men tað eru ikki bara
skip ini, sum Faroe Seafood
sam takið átti ella átti part
í, sum løgdu sína veiði upp í
Saltangará.
Aðrir trúgvir gestir á
Kongs havn gjøgnum fleiri
ár hava verið Polarhav og
Stjørn an, og í gulllaksatíðini
hev ur
Eysturbúgvin
lagt
nógvar lastir upp í Saltang
a r á.
Húsagangur og
verkbann
Tað eru tvinnar orsøkir til, at
so lítið virksemi hevur ver ið
á Kongshavn higartil í ár. Eitt
er húsagangurin, og annað
er verkbannið, sum Før oya
Reiðarafelag lýsti fyri meiri
enn trimum vikum síðan,
eftir at partarnir í sát t mála
ósemjuni millum reiðarar og
mann ingarfeløg ikki kundu
semjast.
Flestu teirra, sum hava
starvast á land ingar mið støð
ini, hava verið við hús seinas
ta mánaðin, men tey eru ikki
søgd úr starvi.
Landingarmiðstøðin
er
millum ognirnar í Faroe
Sea foodsamtakinum, sum
eru lýstar til sølu, og hin 11.
febru ar skulu møgulig tilboð
verða inni.
Leggjast kann aftr at, at
raksturin av land ing ar mið
støð ini Kongshavn hevur
hing ið saman við einum lítl
um avlopi í fleiri ár.
Í rakstrinum av eini land
ing ar miðstøð er umráðandi,
at avlopið ikki er størri enn
neyðugt, tí annars verður
tæn ast an ikki kappingarfør
– og eitt stórt avlop hevði
merkt, at meirkostnaðurin
hevði verið tikin burtur av
fiska prísinum.
Nú dagurin fyri inn kom
num boðum upp á ogn ir
nar hjá Faroe Seafoodsam
taki num er so nær, er ikki
væntandi, at nøkur land ing
verður aftur á Kongs havn,
fyrr enn greiða er fingin á,
hvussu verður við land ing
ar mið støðini.
vilmund@sosialurin.fo
Gólvini turr ein
heilan mánað
Rættiliga nógv virksemi hevur verið á landingarmiðstøðini Kongshavn gjøgnum fleiri ár, men nú er
tómligt við bryggjukantin, og gólvini á landingarmiðstøðini hava verið turr í ein mánaða
Mynd: Vilmund Jacobsen
Flestu teirra, sum hava starvast á landingarmiðstøðini Kongshavn,
hava verið við hús seinasta mánaðin, men tey eru ikki søgd úr
starvi. Nú verður ikki roknað við nakrari landing aftur, fyrr enn
greiða er fingin á, hvussu verður við landingarmiðstøðini
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum vístu
samkenslu og umsorgan, tá okkara góði
maður, pápi, verpápi, abbi, langabbi og beiggi
Sommer Winther
doyði og fór til gravar.
Takk til Hera Joensen, prest, fyri troystarrík og
góð orð í kapelli og kirkju. Takk til sangarar
úr Skopun, Sigrid Sivertsen fyri góðan sang
í kirkjuni, takk til kirkjutænarar, berarar og
gravarar.
Takk til tykkum øll, sum á ein ella annan hátt
hjálptu til við jarðarferðini og við ervinum.
Tøkk til tykkum, ið ringdu, takk fyri
blómur, kransar og til tykkum, sum fylgdu
Sommer til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Bjørga, Ida, Jói, Róhild og Sveinbjørn
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu
samkenslu, tá kæri maður, pápi, verpápi og
abbi okkara
Sólbjørn Jacobsen
Tórshavn
brádliga andaðist og varð jarðaður.
Takk til Hera Joensen, prest, organistar,
sangarar, berarar og øll tykkum, sum á ymsan
hátt hjálptu til við ervinum.
Takk fyri kransar, blómur, heilsanir og
peningagávur til Hjartafelagið.
Takk til øll, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Vegna tey avvarðandi
Else
Lars, Gunnvá og Lisbeth við familjum
Arbeiðsfólkini eru við hús, men eru ikki uppsøgd
Mynd: Vilmund Jacobsen