Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17 12 Sosialurin Kjak Edva Jacobsen løgtingslimur Eik-málið Tað sæst sera væl í samband við at Eik fór á húsagang, hvussu týdningar­ mikil Ríkisfelagsskapurin er fyri Føroyar, við tað at vit fingu møgu­ leika at vera við í bankapakkum. Hetta gjørdi, at Fíggjarligt Støðufesti tók yvir og bjargaði Landskassanum frá milliarda tapi. Fíggjarligur tryggleiki Í einum landi sum Føroyar, hvar høvuðsvinnan er fiskivinnan, er tað sera týdningarmikið búskaparligt at hava ríkisveiting sum ein part av inntøkunum hjá Landskassanum, fyri harvið at tryggja framhaldandi vælferðartænastur til fólkið sum her býr. Grundgevingin er tann, at okkara høvuðsvinna altíð kemur at hava búskaparalig sveiggj. Ábyrgdarleysur loysingarpolitikkur Tíverri er ríkisveitingin minkað sera nógv, serliga í 2001, tá veitingin minkaði við 366 mill, við tað at málsøkini skúlaverk og forsorg blivu yvirtikin. Hetta bleiv gjørt í óðum verkum, og má hettar sigast at vera sera ábyrgdarleyst, tí tann búskapar­ liga metingin er ikki tikin við. Skerd vælferð Hetta búskaparliga ábyrgdarloysi ger, at tað eru skerjingar á øllum økjum. Hetta gongur sera nógv út yvir tey, sum hava brúk fyri almennum tænastum. Dýrur stoltleiki Tað hevur kostað dýrt, at politikarar av berum stoltleika hava yvirtikið hesi stóru málsøki, sum higartil hava kostað landskassanum 3.324 mill. Umframt fastfrystingina. Latið okkum gera alt fyri at varð­ veita ríkisfelagsskapin, og harvið skapa tryggleika fyri fólkið sum her býr. Ríkisfelagsskapur/ ríkisveiting skapa tryggleika Eg eri samdur við Oddfríð Marna Rasmussen (OMR) í tí, at tað er rætt, at tað almenna letur starvslønir til listafólk, millum annað eisini rithøvundar, og eri sostatt ósamdur við Gerhard Lognberg (GL), tá hann mótmælir hesum. OMR er formaður í Listafólkasambandi Føroya, listafólk hava frælsi til at gera, sum tey vilja, eingin avmarking. GL er tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum stendur fyri frælsi, javnaði og brøðralagi, sum OMR eisini skrivar í síni grein. Báðir hava sagt sína hugsan í útvarpinum um hetta mál, starvslønirnar. Eg helt meg hoyra OMR siga, at tað átti ikki at verið loyvt GL at úttala seg í útvarpinum, sum hann gjørdi. Her eri eg ikki samdur við OMR, øll hava skrivi­ og talufrælsi í okkara landi, eisini tey, sum ikki kalla seg rithøvundar. Ábending um sensur átti ikki at komið frá einum listafólki. Viðmerkingar til kjakið um starvs­ lønir til listafólk Sigvald Kristiansen limur í Javnaðarflokkinum Heimsins lond eru á nógvum tungumálum! GRUMPY OLD MEN: Hvørjir eru á hesum illlitta liðnum, sum villleiðir fjøldina við heilaspuna um heimsins lond? Hesir stavnar siggja heimin einans úr donskum sjónarhorni. Jú, teir eita: Rolf, Regin, Heri, Edmund, Bjarni og Sjúrður. Okkurt hava teir til felags. Lurtið ikki eftir slíkum monnum, føroy­ ingar, og so als ikki tit á Skúlabókagrunninum! Ófatiligt, at Skúlabókagrunnurin hevur sett seg í samband við Rolf í landanavnamáli­ num!? Eisini ófatiligt, at fjølmiðlar so gleið­ beintir spyrja seg fyri hjá slíkum monnum!? Teir eru jú naknir, sum Hans Kristian segði um ein keisara á sinni. Fyrr vóru tað sambandsmenn, sum vóru ímóti tí, ið føroyskt var. Nú koma álopini úr ymsum ættum. Ein úr radikala sjálvstýris­ flokkinum hjá Jóannesi bónda er við í tí dansk­enska grátikórinum. Tað er so tað, men at ein úr Tjóðveldi roynir at syngja við har, ja, nú vantar mær orð! GOTT, UNI: Uni skrivar so rámandi um hesar menn: ”Teir hanga fastir í farnum tíðum og hugsa rætt og slætt á donskum”. Lesið greinina hjá Una! SKÚLANÆMINGAR OG ATLASIÐ: Vit hava eitt frálíkt atlas, sum skúlanæmingar nú eru vanir við og fegnast um. Ikki skilji eg, at ein skúlamaður er á hasum liðnum, sum háðar Skúlabókagrunnin og tey, sum hava lagt lunnar undir eitt leikandi lætt føroyskt atlasmál!? SVEIS: Ikki Switzerland, Schweiz, Suisse, Ruishi, Suiza, Swiss o.s.fr., sum tað eitur á øðrum málum sambært Wikipedia. Lætt og einfalt hjá føroyskum skúlabørnum: SVEIS! POLEN, ITALIEN, SYRIEN, AUSTRALIEN, GREKENLAND, EGYPTEN, SHETLAND, KAP FARVEL, KAP GODE HÅB o.s.fr.: Hatta var trupulleikin í Føroyum, tí vit sóu alt gjøgnum danskar brillur, og hatta er fram­ vegis trupulleikin, tí nógvir føroyingar siga nógv av hasum enn, sjálvt um vit hava havt føroyskt atlas í eini 17 ár.!? Hatta verður ikki tikið upp á tungu í landanavnakjakinum!? Tað er hasum, vit, og tit á einoygda liðnum skulu stríðast ímóti, ikki teimum føroysku landanøvnunum! ITALIEN, SIGUR LIÐSKIPARIN: Liðskip­ arin á andføroyska liðnum mælir upp á mín sann eisini til, at vit eisini kunnu siga Italien, sum danir gera! Har gongur hann beint ímóti sínum egnu hugsjónum,t.v.s., at vit skulu siga/skriva tað sama, sum tey gera í ávísa landinum!? Í Italia siga tey jú Italia! KILI: TSILI, ZHILI, CILE, CZILE, KILAI, KILI, CHIRI o.s.fr.: Soleiðis, m.a., eitur Kili á ymsum málum. Ræðuligt, at vit skulu brúka føroyskt K! SUOMI: Soleiðis siga tey í Finnlandi. Onnur siga Finska, Finlandia, Finnland (t.d. í Týsklandi) o.s.fr. Skulu vit fara at siga Suomi? FØROYAR: Færøerne, Faroe Islands, Faroe Adalan, Farska ostrva, Fero Shoto, Isole Fær Øer, Nísi Feróes, Islas Feroe o.s.fr. ØSTERØ, KLAKSVIG: Soleiðis siga/skriva danir. Kunnu vit so ikki siga Jútland, Sæland o.s.fr.? Góði Uni! Hví skrivar tú hatta um Århus? Tað stendur jú Århus í atlasinum! GRØNHØVDAOYGGJAR: CABO VERDE, CAPUL VERDE, FÓDEJIAO, KABO BEREUDE, KAP­GLAS, PRASINO AKROTÍRIO, ZELENORTSKA OSTRVA o.s.fr. Onnur mál hava sín máta, men vit skulu helst skriva sum danir: KAP VERDE!? Halga fávitska! Ein høvdi (cabo), sum er grønur, ræðuligt! (Ikki eitt høvd, sum onkur av speirekarunum tekur til). NÝSÆLAND: AOTEAROA, BAGONG SILAN, NIU TIRENI, SELANDIA BARU, XIN XILÁN, YENI ZELANDA o.s.fr. Men vit skulu helst siga NEW ZEALAND, tí tað gera danir! Hvar eru kollveltingarmenninir? Velja teir ensk hjálandaveldisnøvn fram um lands­ navnið hjá upprunafólkinum: AOTEAROA? CAPE TOWN: KAAPSTAD, iKAPA, KAPSTADEN o.s.fr. Føroyingar mugu brúka enska hjálandaveldisnavnið og ikki afrikan­ ska navnið, Kaapstad ( Høvdastaður, býurin við Høvdan)!? NÝFUNDLAND: Føroyskir sjómenn fóru til Nýfundlands, ikki Newfoundland! Við føroyskari víðsjónalandakvøðu á Borg á Argjum í torrasól 2011 Eyðun á Borg Einoygda, trongskygda, villleiðandi ATLASLIÐIÐ