mikudagur 9. februar 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17
Sosialurin
Gunvá við Keldu
Forkvinna
Kommunusamskipan Føroya
Hvar liggur
trupulleikin?
Síðani verandi kommunu
stýrislóg var sett í gildið
fyri skjótt 11 árum síðani
hava allar kommunur, ið
skylda omanfyri eina álíkn
ing, ikki kunna tikið lán ella
broytt lánitreytir uttan við
góðkenning frá landsstýris
manninum.
Somuleiðis
hevur
landsstýrismaðurin
havt heimild til at krevja
broytingar í fíggjarætlan
unum hjá hesum kommu
num. Í 2011 verða helst bara
3 ella 4 av teimum 30 komm
ununum í landinum sum
fara at hava omanfyri eina
álíkning í skuld. Samlaða
undirskotið fyri kommunala
geiran í 2011 verður mett at
liggja um 50 mió. kr. Hetta
undirskotið skal setast í
mun til eina skattainntøku
fyri kommunala geiran á
umleið 1,3 mia. kr. Undirskot
ið kemur fyrst og fremst
av, at kommunur, ið eru
væl fyri, hava tikið lán til
stórar íløgur í skúlar og
røktarheim. Skuldartyngdu
kommunurnar fáast hinvegin
fyrst og fremst við at gjalda
skuld niður.
Samstundis hava vit eina
løgtingsfíggjarlóg, ið hevur
eitt undirskot á omanfyri ein
hálva mia. kr.
Kommunurnar kunnu við
røttum spyrja, hvar heldur
fíggjarmálaráðharrin
at
veruligi trupulleikin liggur?
At finna trupulleikar
har eingir trupul
leikar eru
Higartil hava allir partar
tikið undir við, og í felag
arbeitt útfrá ásetingini um,
at kommunurnar skulu halda
seg innan fyri eina álíkning í
nettoskuld. Men fíggjarmála
ráðharrin ynskir størri ræði á
kommununum. Hann ynskir
at broyta kommunustýris
lógina soleiðis, at nú skulu
avmarkingar eisini setast
í mun til bruttoskuldina
í kommununum. Nú inn
tøkurnar aftur vaksa hjá
kommununum,
óttast
fíggjarmálaráðharrin
at
gjaldføri í skuldartyngdu
kommununum
gerst
ov
gott, og hann vil tí tryggja
sær, at hvør króna fer til at
gjalda niður skuld. Hann
vil binda um heilan fingur,
hann vil tryggja sær eftirlit
við hvørjari flyting, sum fer
fram í kommununum. Hetta
er sambært fíggjarmálaráð
harranum serliga átrokandi
nú komandi ár verður valár í
kommununum, og hann sær
vanda í at kommunurnar
aftur fara at taka størri lán,
enn ráðiligt er.
Manglandi virðingin fyri
kommununum er eyðsýnd,
og hóast fíggjarliga gongdin í
kommunala geiranum hevur
verið góð seinastu árini, so
ivast fíggjarmálaráðharrin
ikki í, at trupulleikar eru at
finna. Finnur hann teir ikki,
so má eftirlitið herðast, hetta
tykist verða einasta loysnin.
Kommunurnar kunna við
røttum spyrja, eru ikki aðrir
og meira sjónskir trupulleikar,
sum Fíggjarmálaráðið kundi
raðfest hægri.
Veruligi trupulleikin
hjá kommununum.
Veruligi
trupulleikin
hjá
kommununum er manglandi
álitið og virðingin fyri komm
unala fólkaræðinum, ið Fíggj
armálaráðið sýnir.
Reglur
og
eftirlit
frá
sentralari síðu eru í ferð við
at máa støði undan lokalum
fólkaræði.
Kommunurnar
eiga ikki verða fyrisitarar
fyri sentralar myndugleikar,
so kunna vit eins væl avtaka
kommunurnar. Kommunur
nar skulu hava karmar, ið tær
frælst kunna virka innanfyri.
Bert undir hesum umstøðum
fáa vit eitt vælvirkandi og
virkisført lokalt fólkaræði.
Hetta málið er enn eitt
týðuligt dømi um, hvussu
langt landsstýrið vil fara
fyri
at
sleppa
at
stýra
kommununum
niður
í
smálutir. Fyri at leita eftir
trupulleikum, ið ikki eru til,
vil fíggjarmálaráðið fara so
langt, sum at broyta sjálva
kommunustýrislógina.
Kommunustýrislógin
er
ikki at javnmeta við aðrar
lógir. Kommunustýrislógin
er sjálvt grundarlagið undir
kommunala fólkaræðinum
og virksemi kommununnar
annars.
Kommunustýris
lógin er í veruleikanum stýris
skipanarlógin fyri komm
unala geiran, og tískil ein
lóg, sum ikki eigur at verða
broytt í tíð og ótíð, og als
ikki fyri bert at loysa nakrar
íspunnar trupulleikar.
Kommunusamskipan
Føroya vil tí heita á Fíggjar
málaráðið, um at taka aftur
uppskoti til broytingar í
kommunustýrislógini
og
heldur nýta arbeiðsorku sína
til at loysa veruligu trupul
leikarnar í búskapi okkara.
Eingin annar uttan fíggjarmálaráðharrin
uppfinnur trupulleikar
Í grein í miðlunum í gjár, undir heitinum “Heðin Mortensen uppfinnur ein trupulleika” leggur
fíggjarmálaráðharrin eftir borgarstjóranum í Tórshavnar Kommunu, tí hesin finst at ætlanunum
hjá landsstýrismanninum um enn einaferð at avmarkað fíggjarliga sjálvræði kommunurnar.
Kommunurnar í Kommunusamskipan Føroya eru hinvegin á einum máli um, at tann einasti,
sum sær trupulleikar, har eingir trupulleikar eru, er sjálvur fíggjarmálaráðharrin
Ólavur Olsen
Tónleikari og lærari
Tórshavnar Kommuna hevur
nú sett stýrisbólk, ið skal
arbeiða við nýggja kommunu
planinum. Meðan dentur sein
astu árini hevur verið lagdur
á at menna Hoyvíkina, verður
hugt meira vestureftir og út á
Argir. Tað sigur Bogi Andreas
sen, varaborgarstjóri í Havn.
Bogi sigur framhaldandi,
at stýrisbólkurin nú fer at seta
út í kortið, hvussu kommunan
skal mennast fram ímóti 2030.
Hetta er sjalvandi at gleðast
um. Serliga er at gleðast um,
at kommunan ger langtíðar
ætlanir fyri kommununa og
hyggur fram um nøsina.
Eg skrivaði grein fyri
tíð síðani, ið nevndist Tórs
havnar Kommuna velur at
gloyma Kollafjørð, har eg
gjørdi vart við fleiri øki, ið
eftir mínum tykki høvdu
serligan tørv á menning.
Eg havi, síðani eg skrivaði
greinina, fingið sera nógvar
jaligar viðmerkingar frá koll
firðingum, ið einans kundu
taka undir við øllum, ið varð
skrivað. Samstundis havi eg
bert fingið ávísar sera smáar
ábendingar um, at komm
unan hevur ítøkiligar ætlanir
um at menna Kollafjørð.
Bogi Andreassen sigur
síðst í greinini, at stýris
bólkurin fegin vil hoyra, hvat
borgararnir kundu hugsað
sær og vildu ynskt sær, tí
kommunuplanurin
verður
gjørdur fyri øll og skal koma
øllum til góðar.
Í hesum sambandi vil
eg heita á stýrisbólkin um
at
taka
Kollafjarðarøkið
við í langtíðarætlanirnar.
Veruleikin er tann, at Kolla
fjørður er tann partur av
Tórshavnar kommunu, sum
í allarstórstan mun hevur
brúk fyri menning.
Tað hevði verið gleðiligt
fyri meg eins og so nógvar
aðrar íbúgvar í Kollafirði, um
ætlan fyri Kollafjørð varð
almannakunngjørd soleiðis
at vit vistu, at býráðið yvir
høvur ger ítøkiligar ætlanir
fyri Kollafjørð.
Niðanfyri eru nøkur øki,
ið eg meti hava týdning at
varpa ljós á.
• Bussleiðin
• Nútímansgerð av vegakervi
num – serliga bygdarvegurin
• Útstykking
• Ungdómstilboð
• Barnagarðs og vøggu
stovuøkið
• Mentannarpolitikkur o.a
Hvar er Kollafjørður?