mikudagur 9. februar 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17
14
Sosialurin
Kjak
Jógvan á Høvdanum (yngri)
Jenis av Rana skapar øsing
ímillum
føroyingar
við
oddagrein í Sosialinum: Vil
hava striptease ólogligt í
Føroyum. Hann sipar til, at
í Íslandi hava tey longu eina
lóg, sum bannar striptease,
tí striptease skal føra til
skøkjulevnað.
Fyri tað fyrsta, so vil
Jenis av Rana bert hava upp
merksamheit frá fjølmiðl
unum, og tað fær hann eisini.
Og fyri tað næsta, so er tað
ongin universal lóg, ið sigur,
at striptease automatiskt
førir til skøkjulevnað. Skøku
levnaður hevur altíð verið
kring allan heim, og kemur
helst eisini altíð at vera tað.
At skipa verður fyri Strip
tease kring Føroyum er bara
at frøast um, um tú spyr meg.
Tað skapar eina gleði ímillum
mannamúgvur, og tey sum
fara til slík støð, fáa als
ongan skaða av at síggja eina
boppu, ella tað sum “verri” er.
Og tá tað so er sagt, so er tað
ógvuliga sjálvda, at striptease
er í Føroyum – eg vildi kanska
sagt, at alt ov sjálvdan.
Forðingar skapa ØSING
- ikki LOYSNIR ..!
Og so kann man spyrja seg
sjálvan: Hví skal alt bannast
við lóg í Føroyum ella hjá
Jenisi ..? Halda tit virkuliga
tað, at tað førir til nakað gott,
at man bannar striptease við
lóg ..? Um tað verður bannað
við lóg, so verður tað kanska
meira “Underground Strip
tease”, sum møguliga er nógv
stuttligari enn “vanligt strip
tease”, sum plagar at vera í
Club 700, Rex og aðra staðnis.
At seta ymiskar forðingar fyri,
at striptease er í Føroyum
skapar bert øsing og tænir
ongum
endamálið.
Jenis
nýtist ikki at vera bangin
fyri striptease álíkavæl, tí
um honum ikki dámar strip
tease, so havi eg eina loysn til
hansara: Lat for fanin verða
við, at fara í slík støð, Jenis ..!
Sjálvur haldi eg, at onki í
verðini er so vakurt, sum tann
nakni kvinnukroppurin og
sjálvandi skal ikki setast ein
lóg, sum bannar striptease í
Føroyum. Tað kann væl vera,
at Jenis ikki heldur hetta vera
sømiligt, at hava tað í Føroy
um, men hann gongur nú
heldur ikki í slík støð, har slíkt
hendir – so tað sum eygað ikki
sær, tað fær tað heldur ikki ilt
av, ikki sannheit ..?
Munur á einari Horu
og einum Strippara
Men tað er also munur at
vera ein strippari og at vera
ein hora*. Ein hora tekur
pengar frá tær, um tú skalt
hava eitt lítið frá henni, og
tað er ólógligt í Føroyum.
Har afturat, so má ein ordna
fyri einum Horuhúsi, saman
við nøkrum “Pimps” og einari
“BordelMutter”, so tað er ikki
bara bara, at fara í holt við
skøkjulevnað í Føroyum. Ein
strippari tekur pengar fyri at
strippa og henni sleppur tú
ikki eingong at nerta við. Tú
sleppur also bert at hyggja
eftir kvinnuni, ímeðan hon
strippar. So tað er also ein
langur vegur eftir har, Jenis.
Altso ein nakin kvinna, sum
tú hyggur at og so ein nakin
kvinna, sum tú sleppur í song
við. Annað lógligt og hitt
ólógligt. Hvat er stuttligari,
skal eg ikki siga nakað um, í
hesu grein ..!
Frælsi at liva ..!
Vit vita øll, hvat Jenis av
Rana heldur um samkynd,
rúsdrekka og sex generelt
– so tað sjokkerar kanska
ongan, at Jenis er farin í
holt við striptease. Maðurin
elskar at skapa øsing, og so
leiðis fær hann eisini sínar
stemmur flest. Nevniliga at
fara í holt við TABU evnir,
sosum í hesum føri: Strip
tease. Stendur tað upp til
Jenis sjálvan, so skal alt vera
bannað í Føroyum, og øll
skula ganga so fitt og eyga
góð á møti – júst líka sum
hann sjálvur ger. Men eg
krevji bert eitt ting, við at liva
í einum landi, sum Føroyar,
og tað er frælsi. Og Frælsi at
fara ein túr til Striptease...um
at spyrja Jenis um loyvi..!
Ikki brúka Guð
sum vápn, Jenis
Tað er sera nemt, at brúka Guð
sum vápn, tá ein fer í herja
í føroyskum politikki – og
nógvir føroyingar hoppa upp á
hetta. Men sjálvur haldi eg ikki,
at bíblian skal brúkast alment
upp á henda máta. Bíblian skal
vera fyri ØLL (eisini samkynd)
og als ikki brúkast sum vápn í
føroyskum politikki, tí tað elvir
bert til stríð, og tænir ongum
endamáli. Tað skapar eina
óneyðuga øsing og fortelur
nógv meira um persónin sjálv
an, enn tað sum stendur í
bíbliini. Tað stutta av tí langa
er, at eg persónliga haldi tað
vera skeivt at blanda reglión
og politikk saman. Tí sjálvandi
fara aðrir poliktikarar taka
undir við Jenis at banna Strip
tease við lóg. Tá bíblian sigur
tað, jamen so má tað passa, ikki
sannheit ..?
Ísland og Striptease
Ísland er tað einasta landið
í verðini, sum hevur bannað
striptease við lóg, og hesa
lóg gjøgnumførdu tey ikki
fyrr enn í 2010. Jóhanna
Sigurðardóttir,
íslendskur
Statsminister, segði soleiðis
um striptease: Norðu lond
vísa vegin fram til líkarættin
hjá kvinnum, har kvinnur
vera sæddar sum líka og ikki
ein handilsvøra til sølu. Sama
kvinna giftist við Jónína
Leósdóttir, sum eisini er ein
kvinna, í 2002 – undir skrásett
parlag. Í 2010 bleiv tað lógligt
at gifta sama kyn í Íslandi, so
ístaðin fyri skrásett parlag,
so giftist Jóhanna og Jónína
av nýggum og blivu ein av
teim fyrstu samkyndu, sum
blivu gift, sum samkynd í
Íslandi. So fer Jenis í holt við
at bannað striptease, sum
Ísland ger, jamen so fer hann
vælsaktans eisini í holt við
skrásett parlar og fáa tað
lógligt í Føroyum ..!
Take a chill-pill, dude ..!
Forrestin Jenis, tú ert tað ein
asta mannfólk, sum eg kenni,
sum ikki tolir/dámar at síggja
ein naknan kropp..!
Jenis skapar ØSING
ímillum føroyingar ..!
Sjúrður Heinesen
Undirritaði hevur vegna eitt av manning
arfeløgunum verið við til samráðingar við
Føroya Reiðarafelag tey seinastu 11 árini
og eg fari við hesum at koma við nøkrum
viðmerkingum um verandi støðu á hesum
sáttmálaøki.
Í greinini “Hvat ætlar Viberg” á portal.fo
tann 3. februar verður m. a. sagt:
Slík viðurskifti, sum tey, vit í dag síggja
millum manningarfeløg og reiðarar, hava
ikki verið áður í nýggjari tíð, ei heldur í
gamlari tíð, sum menn vita um at siga.
Í vikuni segði fyrrverandi formaðurin í
Føroya Fiskimannafelag, Óli Jacobsen, sum
hevur fylgt samráðingum og verið partur av
samráðingum í eini 40 ár, at slíkt, sum nú er
hent, ikki áður er hent í hansara tíð.
Her má vera talan annahvørt vera um
væntandi kunnleika ella gloymsku og
tað í ólukkumát, tí tann 10. februar 2005
altso fyri bara 6 ár síðani – sendi Føroya
Reiðarafelag skriv til Semingsstovnin og
boðaði frá, at framyvir skuldu limir Reiðara
felagsins, ið vóru í sama veiðibólki, sjálvir
standa fyri sáttmálasamráðingunum við
manningarfeløgini.
Sostatt kastaði Føroya Reiðarafelag sam
ráðingarrættin frá sær í 2005.
Samráðingarnar í 2005
Tá ið Føroya Reiðarafelag hevði kastað
samráðingarrættin frá sær, var ikki annað
at gera hjá manningarfeløgunum, enn at
taka samráðingar upp við nevndirnar hjá
hvørjum skipabólki sær og Maskinmeist
arafelagið og Føroya Skipara og Naviga
tørfelag gjørdu nakrar sáttmálar við
skipabólkar uttan hjálp frá Føroya Reiðara
felag, men tá ið hetta vísti seg at bera til,
hendi nakað merkisvert:
Á fyrsta samráðingarfundi við ein av
skipabólkunum møtti táverandi formaður
í Føroya Reiðarafelag upp altso Føroya
Reiðarafelag og tess formaður, sum høvdu
avsagt seg sjálvar sum samráðingarpart,
sótu knappliga aftur við samráðingarborðið
og tað vísti seg, at nú bar einki til hjá reiðar
um, uttan at Føroya Reiðarafelag var við.
Søgan endurtekur seg í 2011
Hesaferð boðaði Føroya Reiðarafelag alment
frá, at teir frásøgdu sær samráðingarrættin
og heittu á síni limafeløg um sjálvi at gera
sáttmálar. Tað var frítt slag, segði formaðurin
í Føroya Reiðarafelag. Manningarfeløgini
bóru skjótt at, og fóru í holt við at fáa
sáttmálar við teir ymsu skipabólkarnar.
Fyrst var sersáttmáli gjørdur fyri Norðborg
og síðani var sáttmáli gjørdur fyri hini
uppisjóvarskipini. Sáttmáli fyri línuskip
kom eisini til høldar, men so hendir aftur
nakað merkisvert:
Tá ið fyrsti samráðingarfundur var við
felagið fyri lemmatrolarar, sat skrivarin í Før
oya Reiðarafelag sum samráðingarleiðari og
tað tóktist, sum einki kundi avgreiðast uttan
blástempling frá Føroya Reiðarafelag.
Skuggaspæl Føroya Reiðarafelags
Tað má sigast at vera ein erlig sak sjálvboðin
at leggja frá sær og lata valdið yvir til onnur.
Tað kann eisini henda, at ein leiðsla fær
fær misálit frá nevndini. Í báðum førum
má avleiðingin vera, at leiðslan leggur frá
sær, men í Føroya Reiðarafelag verða slíkar
sjálvsagdar reglur ikki fylgdar.
Í staðin fyri at lata onnur taka yvir, so
blandar henda sama leiðslan seg framvegis
upp í samráðingarnar. Hetta hendi í 2005 og
tað hendir aftur nú.
Leiðslan fór enntá so langt, at hon gav
teimum hóvligu og siðiligu reiðarunum á
Norðborg og manningarfeløgunum skuldina
fyri at Føroya Reiðarafelag fer í upploysn.
Veruleikin er tann, at hesir bara gjørdu eftir
boðum frá leiðsluni í Føroya Reiðarafelag.
Annað skinn um bak!
Hvussu Føroya Reiðarafelag skipar seg, má
sjálvandi vera teirra sak, men at arbeiðs
gevarafelagið í okkara høvuðsvinnu fyri
aðru ferð í 6 ár boðar frá, at tað leggur
samráðingarrættin frá sær, er ikki serliga
álitisvekjandi og tað er trupult hjá mót
partinum og øðrum, sum virka á arbeiðs
marknaðinum at fyrihalda seg til slíkt.
Tað er tí at vóna, at Føroya Reiðarafelag
nú tekur annað skinn um bak og skipar seg
við einari dyggari leiðslu, sum er før fyri at
røkja sínar uppgávur viðvíkjandi sáttmála
samráðingum við manningarfeløgini.
Sáttmálasamráðingar
fyri fiskiskip: Søgan
endurtekur seg
Undir sáttmálasamrálingunum millum
reiðarafelagið og manningarfeløgini
hevur verið sagt, at viðurskiftini eru so
ógreið sum ongantíð áður. Hetta er bara
partvís rætt, tí fyri 6 árum síðani kastaði
Føroya Reiðarafelag eisini handklæði í
ringin, men kom so upp aftur í leikin