mikudagur 9. februar 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17
Sosialurin
At ummæla eina 17 ára
gamla bók átti at komið í
Ginnis. Soleiðis hevði navnið
Guinness óivað verið stavað
føroyskað, um tað hevði verið
ein býur í Heimsatlasinum,
sum her skal ummælast.
Heimsatlasið varð útgivið
av tí almenna stovninum
Føroya Skúlabókagrunnur í
1993.
Hetta var eitt stig fram á
røttu leið hjá okkara skúla
verki. Tað var at frøast um,
at skúlar við næmingum í 1.
flokki og uppeftir nú kundu
fáa eitt atlas á okkara egna
móðurmáli, hóast lítið føroy
skt kann verða skrivað í eini
tílíkari bók.
Tað gekk tó ikki long tíð,
áðrenn fólk varnaðust eitt
og annað óvanligt við hes
um
atlasi.
Stavingarlagið
av kendum og ókendum
londum og býum og støðum
var sjónliga broytt í mun til
aldargamlan sið nøvnum og
stavingarlagi viðvíkjandi.
Men lat okkum fyrst lýsa,
hvussu stórt ella lítið Heims
atlasið er. Tað verður frægast
gjørt við sammetingum:
Heimsatlas, givið út av
Føroya Skúlabókagrunni 1993
í samstarvi við Jóannes Ras
mussen og Arna Noe Nygård
(DLG), Kort og Matrikel
styrelsen (A 33691), Keyp
mannahavn, Liber Kartor,
Svøríki og Ingi Joensen.
Stødd 11 x 30 cm.
97 síður
Uml. 5400 leitiorð
Det Bedstes Store Verdens
Atlas 1966, givið út av
Reader´s Digest, lagt til
rættis og redigerað av Frank
Debenham, OBE, MA, DSC,
(HON), professari í geografi,
Cambridge University. Tann
danska redaktiónin: Dr. pihl.
Aa. H. Kampp og cand. mag.
Åge Andersen. 53 stovnar
og persónar úr øllum heims
pørtunum samstarvaðu.
Stødd 27x40 cm.
216 síður
Uml.24000 leitiorð
Í Heimsatlasinum hava eini
100 býir og støð tvey heiti:
Bergen/Bjørgvin, Bornholm/
Burgundarhólmur,
Cape
Provinc/Høvdaland,
Cape
Town/Høvdastaður, Dacca/
Dhaka, Guangzhou/Kanton,
HuangHe/Gulaá, Makassar/
UljungPandang, Maniitsoq/
Sukkertoppen, Perluáin/Si
kiang o.fl. Hetta er fløkjasligt;
neyðars
skúlabørn,
hvat
skulu tey velja? Kanska kann
lærarin veita børnunum ta
neyðugu hjálpina…
Í øldir hava føroyingar
siglt fram við Lindesnes,
suðurendin í Noregi, á veg
til og úr Keypmannahavn.
Skal tað nú verða terpað í
okkara børn, at nesið eitur
Líðandisnes?
Tann langa oyggin við
Kalmarsund (er ikki í Heims
atlasinum) í Svøríki eitur
Øland. Í Heimsatlasinum er
navnið føroyskað til Oyland.
Hetta hevur sjálvandi einki
við oyðiland at gera. Men hví
varð nú Malmø ikki í sama
andadrátti
føroyskað
til
Málmoy?
Í Stórabretlandi eru tríggir
býir við heitinum Newcastle.
Teir eita Newcastleupon
Tyve, NewcastleunderLyme
og Newcaste Emlyn. Í Heims
atlasinum er bert ein býur við
hesum navni, og hann hevur
einki identitetsuppískoyti.
Nógvir býir í USA, (Sam
bandsríkið Amerika, so ivast
eingin), eita Columbus; í
Heimsatlasinum er bert ein
býur við tí navninum, og
tað er ikki føroyskað við ein
um Kið. Men lond og býir,
uppkallað eftir Christoffer
Columbus, eitt nú Columbia
og Cuba, eru føroyskað við
K; eins og Chile er føroyskað
til Kili.
Tann kviki lítli Óli í 4. flokki
spyr læraran í landalæru,
hví
Skúlabókagrunnurin
ikki hevur broytt Chicago
til Kikágó akkurát sum Kili.
Lærarin bað Lítla Óla passa
síni ting. Annars veit Lítli
Óli so væl, at landalæra og
geografi er tað sama, men tað
torir hann ikki at siga, meðan
lærarin er hjástaddur. Ein
slíkur lærari má haldast at
vera ein hóttan móti barna
sálini og sostatt ein samfelags
fíggindi, fyri at vera í termino
logiini hjá Henrik Ibsen.
Annars er tað framvegis
kjokkfult av cum í Norður
og Suðuramerika, men tey
fer
Skúlabókagrunnsins
trojka
sjálvandi
at
lúka
og burturbeina, tá ið hon
rættiliga
er
farin
undir
arbeiðið við einum nýggjum
Heimsatlasi.
Av teimum heilt nógvu
býarnøvnunum, ið byrja við
New, eru einans 5 føroyskað
við einum Ný, t.d. Nýsæland,
Nýguinea. Peru fekk eina
striku yvir uið, so varð tað
landið føroyskað.
Polen er í Heimstlasinum
broytt til Pólland. Um landið
er kallað upp eftir einum
reystmenni, Pól av navni,
ja, so vita vit tað. Aðramáta
má navnið haldast at vera
óheppið. Um nú Skúlabóka
grunnurin
kundi
broytt
navnið av nýggjum til Pol
landia, so hevði tað fingið
eina musikalska rytmu sam
an við øðrum landanøvnum
í Europa: Tjekkia, Serbia,
Kroatia, Albania, Italia, Spania,
Belgia og so Pollandia.
Síðurnar 64 og 65 í Heims
atlasinum eita Norðurkollur
(Arktis)
og
Suðurkollur
(Antarktis). Hesi bæði føroy
sku nøvnini Norðurkollur
og Suðurkollur finnast ikki
í orðabókini. Kanska fara tey
onkuntíð at koma í orðabók
og tá merkja ísfrítt og líðka.
Heimsatlasið er ikki uttan
visiónir.
Tað sigst, at eini 20.000
føroyingar búgva í Danmark,
men í Heimsatlasinum búgva
teir í Danmørk. Kann vera at
onkur føroyingur eitur Dan
Mørk. Og kanska hann býr
í Danmørk. Tað hevði verið
stuttligt. Slíkt kann fáa børn
og vaksin at flenna.
Ein trojka í Skúlabóka
grunninum er farin undir
fyrireikingar til útgávu av
einum nýggjum Heimsatlasi.
Størsti
trupulleikin
hjá
henni verður óivað Kina. Í
hesum stóra landi eru býir
og staðarnøvn í stóran mun
skrivað við c, w, x og z, og
tá ið hesi nøvn skulu gerast
føroysk, kann tað sjálvandi
ikki koma upp á tal at brúka
hasar í Føroyum bannlýstu
bókstavir. Ein loysn kundi
kanska verið, at trojkain fór
til Kina saman við einum
ella tveimum arbeiðsleysum
forstjórum, nú landsstýrið
fer at niðurleggja nakrar
ráðharrastovur. Í Kina – skal
úttalast á sama hátt sum Kili
– kunnu hesi serkønu gera
neyðugt umsetingararbeiði
har á staðnum. Borð og stól
kunnu tey saktans fáa til
láns á onkrari íslendskari
sendistovu í Peking ella
Zhengzhou ella kanska í
Beijing. Á sendistovuni har
fáa tey sjálvandi ta neyðugu
málsligu vegleiðing og hjálp.
Niðurstøða
Vónandi hava tey 17 árini,
Heimsatlasið hevur á baki
og tað nógva, ið er sagt og
skrivað um atlasið, lært
okkum, at útgáva av einum
atlasi krevur heilt øðrvísi
útbúgvið fólk enn tey, ið
eru dugnalig til at geva út
skúlabókur á vanliga høgum
stigi. Bøkur, ið útihýsa fjákuta
indoktrinering til skaða fyri
kritiska sansin hjá ungum og
gomlum.
Fólk við teirri serútbúgving
og serkunnleika, ið krevst til
útgávu av atlasi, høvdu vit
í 1993. Men tey vórðu ikki
brúkt. Somu fólk eru tøk
í dag. Serkunnleikin kann
(kanska) nýtast sum veg
leiðari, men við ongum av
gerðarrætti. Tey 17 árini hava
einki broytt.
Allar góðar kreftir, ið vilja
okkara skúlabørnum væl,
her og nú og í framtíðini,
mugu virka fyri, at skommin
við
atlasinum
1993
ikki
endurtekur seg. Og tað gerst
einans við at lata veruliga ser
kunnleikan sleppa framat og
ráða. Slíkar reglur eru eisini
galdandi, tá ið dugnaligir
lærarar
geva
út
bøkur
skikkaðar til skúlabrúks á
øllum stigum.
Heri Mohr
Ummælisprát
Bogi Andreasen
varaborgarstjóri
Tjóðveldi
Samstundis varð nevnt í greinini, at vit vildu fegin
hoyra frá borgarunum, so flest møgulig hugskot og
ynski kunnu verða tikin við, tá vit seta út í kortið,
hvussu Tórshavnar kommuna skal síggja út mong ár
inn í framtíðina.
Millum annað spyr Ólavur Olsen í einum lesarabrævi,
hvar Kollafjørður er í ætlanunum hjá Tórshavnar
kommunu. Jú, Kollafjørður er sjálvandi – eins og restin
av kommununi – ein týðandi partur av heildarætlanini,
sum nú verður gjørd, tí hon skal fevna um alt. Eisini
frøast vit um tað, sum longu er gjørt í Kollafirði, eitt
nú skúli, ítróttarhøll, læknahøli, ókeypis bussleið,
havnarlag og annað.
Fyri at taka tað mesta aktuella, so eru vit nú
tøkiliga í gongd við at útvega Tórshavnar kommunu
jørð til eina útstykking í Líðini, sum til víddar er heilar
11.600 fermetrar. Men umframt hetta, eru vit sjálvandi
eisini opin fyri góðum hugskotum til heildarætlanina
– eisini teimum, Ólavur Olsen sjálvur nevnir í sínum
lesarabrævi.
Heldur »on« enn »online«
At borgarar vísa áhuga, spyrja, fregnast og koma við
góðum hugskotum, er avgjørt at fegnast um. Tað er
eisini tað, vit vilja við heildarætlanini, at fólk í góðari
tíð koma við ynskjum og hugskotum, so tað ikki bara
eru vit politikarar, ið skulu hugsa um, hvønn veg
Tórshavnar kommuna skal fara í framtíðini.
Av tí sama virkaði tað heldur løgið, at ein tann
fyrsti at gera vart við seg, var ein av býráðslimunum,
Levi Mørk. Um nakar, so átti hann at vitað, hvat
henda komandi heildarætlan skal fevna um, tí hann
er mín samgongufelagi og enntá limur í byggi og
býarskipanarnevndini. Kortini skrivar hann, sum um
meginparturin av kommununi er gloymdur, umframt
at hann tekur fram ymisk mál, sum í sjálvum sær eru
útmerkað, men ikki beinleiðis hava nakað við arbeiðið
við heildarætlanini at gera.
Hetta arbeiðslagið er nú ikki ókent, men eg vildi
veruliga ynskt, at Levi Mørk var líka virkin í byggi og
býarskipanarnevndini, sum hann er í fjølmiðlunum, tí
so hevði hann óivað havt sett seg betur inn í tingini, enn
hann eftir øllum at døma hevur gjørt. Tá fundir eru og
tey stóru málini skulu viðgerast, er tað altso frægari at
vera »on«, heldur enn bara »online«!
Sjálvandi øll
kommunan
Tá eg í farnu viku skrivaði um
heildarætlanina, ið nú verður
gjørd fyri alla Tórshavnar
kommunu, kom kanska ikki
nóg greitt fram, at hetta var
ein ætlan, ið ikki bert fevnir um
Havnina, men alla kommununa