Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17 16 Sosialurin Kjak Bjørt Samuelsen tingkvinna Fleiri miðlar og onkur samgongulimur hava ført fram at: “Uppskotið hjá BankNordik er tað sama, sum hjá CHE-samgonguni”. Hetta er ikki rætt. At Vágatunnilin og Norðoyar- tunnilin skulu fíggja Skálafjarðatunnilin, var ongantíð partur av tunnilsætlanini hjá CHE. Misskiljingin stendst helst av úttalilsum hjá Jóannesi Eidesgaard, fíggjarmálaráðharra, sum hevur drigið paralellin til ætlanirnar hjá CHE. Og rætt er tað, at uppskotini líkjast í tann mun, at Skálafjarðatunnilin, sum verður ein ógvuliga sentralur partur av okkara samferðslukervi, best verður gjørdur sum ein almenn verkætlan. Fíggja útbyggingar Í tunnilsuppskotinum hjá CHE var ætlanin, at tað yvirskotið, sum ABC-samgongan nú hevur samtykt skal fara í lummarnar á privatum – heldur skuldi nýtast at fíggja ein part av Sandoyartunlinum. Tað hevði verið sonn vinn-vinn-støða. Øll, sum brúktu Eysturoyar-Streymoyar farleiðina, høvdu kunna ferðast skjótari og bíligari enn í dag. Eingin hevði komið at goldið meira, enn eftir verandi privatu tunnilsætlan, har eitt fitt yvirskot er innbygt. Og landið kundi munandi betri forsvara, at tað gjørdi ein undirsjóvartunnil til øki, har fast vegasamband longu er, júst tí at yvirskotið bleiv brúkt at fíggja part av aðrari neyðugari útbygging av samferðslukervinum - til gangs fyri allar Føroyar. Samhaldsføst fígging Tað hevði hvørki verið rætt ella rættvíst eina at latið tey, sum nýta Vágatunnilin og Norð- oyartunnilin – í flestu førum norðoyingar og vágafólk – goldið Skálafjarðatunnilin. Kortini kunnu nógv skilagóð argument vera fyri at leggja tunnilsfeløgini saman, so eitt sterkt felag við drúgvum royndum kemur at reka allar undirsjóvartunlarnar. Men, tað eigur ikki at merkja, at verandi undirsjóvartunlar skulu fíggja Skálafjarðatunnilin. Allar útrokningar vísa at Skálafjarða- tunnilin er ein íløga, sum fer at bera seg væl. Ferðslugrundarlagið er so mikið gott, at longu fyrsta árið bilar koyra ígjøgnum, fer inntøkan sambært inntøkumetingum, at liggja væl omanfyri 100 milliónir krónur. So har verður ríkiligt at fíggja rentur og avdráttir, og tunnilin er tí sjálvfíggjandi. Men, sjálvandi má tað almenna partafelagið, sum átekur sær eitt milliardalán, vera eitt sterkt og fíggjarliga trygt felag. Í kortunum hjá CHE lá annars eisini, at gerast skuldi ein samhaldsfasturleistur fyri, hvussu víðari útbygging og rakstur av samferðslukervinum skal fíggjast. CHE og tunnilsætlanir Men hvat er hin djúpari orsøkin til tess? Ein nevnd við fakfólki eigur at kanna, hvat danir fáa afturfyri. Tí er tað eitt, danir eru kendir fyri, so er tað at halda fast upp á kr. og oyru. Men tað er fyri so vítt í lagi. "Sparsomhed er en dyd", sum teir plaga at taka til, og í tí kunnu vit vera samd. Men av somu orsøk undrar tað meg stórliga, at teir í fíggjarligum krepputíðum, har politiska stríðið - bæði frá høgru og vinstru - snýr seg um, at skaffa fígging, so danska vælferðarsamfelagið kann hóra undan nøkur ár aftrat, at tey í hesu støðu gjalda okkum nógvar mill. kr. fyri at fasthalda okkum sum danskir ríkisborgarar. Alt ov long tíð gekk, áðrenn vit fingu avdúkað, at refusiónin og seinni blokkurin vóru gjøld fyri, at NATO í loyndum fekk loyvi at nýta okkum sum eyga og harvið sum bumbumál í kalda krígnum. Vit vita nú, at sambandsfólk úr meira enn einum flokki í loyndum góvu loyvi til tess, og at tey bæði direkta og indirekta heystaðu politiskar fyri- munir og harvið fíggjarligan vinning av hesum sviki. Eitt kunnu vit sláa fast, at filan- tropi var ella er tað so ikki. Danski skattamálaráð- harrin mátti annars í gjár lata rolexurini, hann hevði fingið í arabisku londunum frá sær til skattavaldið, tí tey kundu korrumpera hansara støðutakan í politiskum málum. Hvat við okkara stuðli. Korrumperar hann, ella hvussu? Vónandi fær stuðulin ikki at enda við líknandi avleiðingum, sum t.d. amerikanski stuðulin fekk í Iran, tað tíð tað var, meðan Shahurin av Persia ráddi fyri borgum, ella avleiðingarnar sum stuðulin til Mubarak fær í løtuni. Kanska kundi ein nevnd - ella áhugaðir einstaklingar - funnið lykilin og loysnina. Kanska er okkara landa- frøðiliga plasering enn týdn- ingarmikil - ella kanska er tað spurningur um olju ella okkurt heilt triðja, ið ger seg galdandi. Tí eitt er vist: nígandi nikkudukkur er eingin søluvøra. Smáar 50 mill. kr. um árið fyri hvørt sambandshøvd á tingi Dagfinnur Danbjørg Meiriluti var í gjár í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar býráð ímóti at gera serstaka byggisamtykt, sum loyvir at byggja kirkju dygst við Sandá. Málið hevur verið til við- gerðar fleiri ferðir, men stígur kom í viðgerðirnar, tá málið hevði verið til hoyringar hjá almenninginum. Eini 300 fólk mótmæltu, at kommunan ger seg inn á fríøkið fram við Sandá og ætlar at loyva bygging dygst við ánna. Hesa nýggju støðu hava fleiri býráðslimir í góðum fólkaræðisligum anda tikið til eftirtektar. Av tí, at útlit var til, at ser- staka byggisamtyktin fall á býráðsfundi seinasta summ- ar, varð málið tikið úr býráð- num og beint aftur í nevnd. Ganga ov nær Nú hevur málið so verið fyri aftur í nevndini, og meirilut- in samtykti ikki at taka undir við at gera serastaka byggi- samtykt, sum loyvir at byggja kirkju í hesum viðkvæma øki. Undirritaði er ein teirra, sum ikki tekur undir við uppskotinum. Orsøkirnar eru fleiri, allar av býarskipanar- ligum slag. Tórshavnar kommuna leggur dent á, at tær stóru áirnar í kommununi fáa frið, og at bygging ikki verður framd upp at teimum. Kortini hevur í hesum máli verið mælt til at geva loyvi til bygging bert 20 metrar frá sjálvari Sandá. Tað er at ganga ov nær. Noktað loyvi fyrr Hartil kemur, at Tórshavnar kommuna fyri ikki so langari tíð síðani samtykti at halda fast við, at ein jarðareigari fram við Sandá skuldi missa tað loyvi, sum hann á sinni hevði fingið frá Argja kommunu til at gera eina útstykking. Høvuðsargumentið fyri at taka hesa játtan frá eigaran- um var, at byggingin fór at koma ov nær ánni og fór at ørkymla umhvørvið fram við ánni. Tá kommunan hevur hildið so fast í einum máli um ikki at loyva bygging fram við Sandá, kann hon ikki brádliga vera leyshent í einum øðrum máli, sum snýr seg um tað sama í sama umhvørvi. Teir grønu kílarnir Grønir kílar millum býar- partarnar eru eisini lyklaorð í býarplanlegging í Havnar kommunu. Vit rokna okkum at hava einar sjey av slagnum úr suðri í norður. Tann syðsti er júst Havnardalur allan vegin oman í Sandágerð. Ein av teimum norðaru eru Hoydalar við Hoydalsá. Fyri trivnaðin í komm- ununi hevur tað alstóran týdning, at luftin og grønu økini kring hesar áir verða varðveidd. Tað skal bara eitt mistak til at oyðileggja hesa ediligu planlegging. Tíbetur hevur meirilutin í byggi- og býarskipanar- nevndini tikið eina skilagóða støðu. Óivað verða tey vísu í býráðnum eins skilagóð, tá málið aftur kemur fyri har! Jógvan Arge limur í byggi- og býarskipanarnevndini Nei til bygging dygst við Sandá