Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17 6 Sosialurin Randi Jacobsen Við køksborðið í heima á Norðoyri sita John Heri Jo­ hansen og mamman Hann­ vør yvir av hvør øðrum og keða seg. Hann er bundin heima av sínum breki, og hon hevur einki arbeiði og fær heldur ikki arbeitt, tí sonurin kann illa vera einsamallur. Tey vita, hvørki út ella inn. ­ Alt lívið hava vit havt trupul leikar, sigur John. Hann er spastikari og gong ur so nøkulunda við høkj um. Armarnir eru eisini veikir, men peran er í lagi. Tá ið hann gekk í fólka­ skúl anum, noyddust tey mang an at stríðast fyri at fáa stuðul játtaðan, men drong­ urin kom kortini gjøgnum skúlan. Men minnini frá skúlaáru­ num eru ring, tí hann varð illa happaður. Hann fekk eyk nevni, sum sipaði til, at hann sat í koyristóli. Eina ferð varð hann koppaður á í stólinum og lá leingi aftan fyri skúlan. Orsakað av happingini fór hann í framhaldsdeildina á Giljanesi. Vildi út millum fólk Aftaná skúlan arbeiddi hann eitt skifti í timburhandlinum í Klaksvík og síðan í svimji­ høllini. ­ Men tað var eingin av­ bjóðing. Eg vildi sleppa út millum fólk, sigur John, sum ongastaðni slapp, tí hann hevði ongan stuðul tá. Hann kundi arbeiða treytað av, at foreldrini koyrdu hann til og frá arbeiði. Onkur skyldfólk søgdu honum, at í Danmark var ein góður háskúli fyri fólk sum John og onnur við onkrum breki. Egmont Højskolen, nær indis Odder í Jyllandi. John fór á internetið at lesa um skúlan, søkti og slapp inn. Góður skúli Eitt gott við hesum skúl an um er, at har ganga eisini næm­ ingar, sum ikki baga nakað, men hava sum uppgávu at hjálpa teimum veikaru við einum og øðrum. Tað fyrsta hálva árið treivst hann einki serligt. Hann var likamliga so veik ­ ur og sat mest inni á kam­ arinum. Umsíðir fekk hann stuðul 35 tímar um vikuna. ­ Tá fór eg at trívast nógv betur, tí eg slapp meira út og kom at vera heilt nógv saman við hinum næmingunum, sigur John. Ein dag fingu tey at vita, at nú kundi John ikki kundi vera á skúlanum longur. So aftur at stríðast við Al­ manna­ stov una, og stuð­ ulin kom aft ur í aft­ ur. Men so fór lokið á kass an. ­ Eg kom heim aftur 27. de­ semb er, og síðan havi eg bara sitið her sum ein nikki dukka, sigur John. Eingin ungdómur Tá ið tey spurdu á Al ­ manna stov­ uni, hvat hann so skuldi gera, var svarið: ­ Jú, eg kundi fra aftur í svimj ihøllina. Eg havi tørv á at sleppa at uppliva okkurt. Eg eri 23 ára gamal og havi enn ongan ung dóm havt. Nú siti eg bara við telduna, sum er einasta samband mítt við umheimin. Tað nívir meg, at eg einki kann, og tað fer eisini rættiliga illa við sálini, sigur John. Ikki er lætt at fáa vinfólk hjá einum menniskja, sum er bundið at sita heima. Hann hev ur ein vin mann, sum er eitt sindur spast iskur. Hann hevur koyrikort og kemur onkuntíð eftir John og tekur hann við sær á ung dóms­ møti. ­ Eg havi ring eygu, og tí veit eg ikki, um eg kann fáa koyrikort. Tað hevði ver ið gott, og eg fari at vita, um tað ikki ber til, sigur John. Krevur skipaðan dag Hann hevur fing ið at vita, at hann hevur kogni tiv ar trupul leik ar. Tað hevur við sær, at hann ikki má vera und ir trýsti, og dagurin má vera skipaður. Einastu tilboð í Klaks­ vík til fólk við breki er Dáin. Tað heimið er fyri menn ing­ artarnað, og har hoyrir hann ikki heima. ­ Eg keði meg so illa, og viðhvørt verði eg so dansandi óður, og tað gongur út yvir mammu. Men eg royni at leggja band á meg, tí tað er heldur ikki lætt hjá henni, sigur John. Síðan hann var 18 ára gam ­ al, hevur mamman stríðst við at útvega honum pen sjón, men ferð eftir ferð varð ums­ óknin havnað við tí grund­ geving, at allir møguleikar ikki vóru troyttir. Áðrenn tað var hann til al­ skyns kanningar. Avgerðin hjá Almanna­ stov uni um at sýta honum pen sjón varð kærd til kæru­ nevndina í 2007, og í heyst kom, at avgerðin varð broytt. Eingin peningur er tó kom in enn. ­ Eg havi skilt, at stuðulin til mín á skúlanum varð tikin burtur, tí eg skuldi fáa pensjón, sigur John, sum, ikki heldur hetta hava nakað við hvørt annað at gera. Hevði hann ráð, hevði sjálvur goldið fyri at komið aftur á skúlan. ­ Vit hava rent nøsina móti vegginum alla tíðina, sigur hann. Lagið á mammuni er held ur ikki gott. Hon hevði arbeiði, men soleiðis sum John var fyri, noyddist hon at skunda sær heim í matar­ steðgum til hansara. Úrslitið var, at hon misti arbeiðið. Tá ið hon fekk mjødnina skifta út, var eingin hjálp at heinta. John noyddist til ein mammubeiggja at vera, til mamman var komin fyri seg aftur. John hugsar nógv um framtíðina, tí jú eldri hann verður, fleiri verða trupul­ leikarnir. Men enn er hann ein ungur maður, hugsar sum eitt ungt fólk og hevur ikki slept dreyminum um at kunna liva sín ungdóm. Vil aftur í skúla Hann er harmur um, at hann ikki slapp at halda fram við skúlanum. Skúlin hevur sum uppgávu at styrkja fólk við breki, so tey ikki missa sjálvsvirðingina. Skúlin hjálpir teimum at koma víðari i lívinum, finna bústað og akannar arbeiðs­ møguleikar. Arbeiðsmøguleikarnir eru avmarkaðir hjá einum spastikara sum John. Hann fær eitt nú ikki skrivað í hond, men á telduni er hann kvikur. Hann hevur eina el­súkklu, men sum veðrið hevur ver ið seinastu mánaðirnar, er hann ongan tíð sloppin heim ani frá sjálvur. Annars dámar hon­ um væl at hyggja at fót bólts­ dystum og hondbóltsdystum. Hann situr ofta langt út á kvøldið og hyggur at filmum, tí hann hevur einki at fara upp til. Tey fyrstu árini av lívi síðan búði John í Danmark. Hann slapp til fysioterapeut og fekk hjálp at fara til svimj ing. Kommunan sendi fólk heim at kanna, um inn­ rættingin kundi verið, og hvat tørvaði. Her er eingin slík hjálp at fáa. ­ Vit skuldu aldrin verið flutt heimaftur, sigur John. ­ Sparingarnar eru nógvar í Danmark, men als ikki sum her. Samstundis hoyra vit um nógv alment oyðsl í Føroyum, sigur mamman og nevnir t.d. hús, sum landið leigar uttan at hava brúk fyri teimum. Sam stundis er lítil hjálp at fáa hjá fólki, sum eru komin illa fyri í samfelagnum, sigur mamm an. ­ Eg eri bara her, tí eg eri her. Nú er tað ein spurningur um tíð, til eg verði ørur í høvdinum. Hetta er verri enn at sita í fongsli, sigur John. Føroyar rúma ikk 23 ára gamli John Heri Johansen, sum er spastikari, harmast, at hann og familjan nakrantíð fluttu heim til Føroya at búgva. Hann heldur, at frægari hevði verið at sitið í fongsli Teldan er hansara einasta samband við umheimin Mynd: Jens Kristian Vang Eg eri 23 ára gamal og havi enn ongan ung­ dóm havt. Nú siti eg bara við telduna, sum er ein­ asta samband mítt við umheimin Vit skuldu aldr in ver ið flutt heim­ aftur