Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17 20 Sosialurin Oyggjablaðið Orð: Snorri Brend Mynd: Jens Kristian Vang Havn: Hóast arbeiðsfólk hjá stóru byggifyritøkuni hava gjørt arbeiðir kring alt landið, hevur skrivstovan altíð verið í Havn. Fyrstu árini á ovastu hædd í Perluni niðri í Vágs­ botni, síðani á Hoyvíksvegi og nú á Smyrilsvegi. Skrivstovan sjálv sær ikki út av so nógvum. Visti onkur ikki betri, kundi viðkomandi eins væl hildið, at her var talan um eini sethús her á Smyrilsvegi 3. Umgyrt av handilsbygningum hevur fyritøkan Guttesen & Staks­ berg, sum byrjaði virksemið sítt í 1970, høvuðssætið sítt. Tá fyritøkan stovnaði eitt dóttur­ felag sum bygdi ein virkisbygning, var talan um eitt nýbrot, bæði so og so. Ætlanin var í fyrsta umfari at fara undir nýggja framleiðslu, men meiri enn tað. Fyritøkuni tørvaðist góð og stór høli, har hetta endamálið kundi verða framt í verki. Og soleiðis endaði við ­ ella byrjaði tað við ­ at virkisbygningurin á Smyrilsvegi 1 varð bygdur. Sum tann fyrsti í økinum. Vesturbú Fyri góðum 30 árum síðani var hetta økið munandi berari enn nú. Tað var ikki nógv sum sást til virksemið, sum er har í dag. Tað vóru kortini tær fyritøkurnar sum høvdu sett økið á Hálsi sum ein part av framtíðarætlanum teirra. Millum hesar var fyritøkan sum í dag kallast Guttesen & Staksberg. Ætlanin teirra var at bróta upp úr nýggjum, við at fara undir fram­ leiðslu av føroyskum snið húsum. Teir stovnaðu fyritøkuna Vesturbú, hvørs navn segði frá bæði endamáli og staðseting. ­ Meiningin var nevniliga, at vit skuldu byggja eitt verkstað í Sandavági, har vit skuldu byggja hesi húsini, greiðir Hans Jákup Staks berg frá. ­ Men henda ætlanin varð kortini ongatíð framd í verki. Tað var kanska meiri av tilvild, at teir ístaðin avgjørdu at byggja eitt framleiðsluvirki í Havn. Lýsing Ein dagin í seinnu helvt av 70’unum komu teir fram á eina lýsing í Dimmalætting, har eitt grundøki á vegamótinum Tjaldursvegur og Hoyvíksvegur var til sølu. ­ Hetta økið vakti beinanvegin okkara áhuga. Og eg fór tí oman í býráðið at tosa nærri við teir um hetta økið. Vit fóru ikki at keypa tað í óðum verkum, greiðir Hans Jákup frá. Ynskið teirra var at vita, um hetta einstaka grundøkið og ætl an teirra við tí, var í tráð við framtíðarætlanirnar hjá komm un­ uni við økinum sum tá var útlagt sum atvinnuøki. Nakað seinni var ætlanin í Sanda vági slept, samstundis sum teir gjørdu eitt makaskifti við komm ununa um eitt størri øki. Og soleiðis var grundarlagið lagt undir virksemið í tí sum gjørdist dótturfelag teirra, ­ Byggimiðstøðin á Hálsi. ­ Her fingu vit eisini sera góðar umstøður til at framleiða tey føroysku sniðhúsini, samstundis sum vit høvdu entreprenør­arbeiðir ymsastaðni, vísir Hans Jákup á. Um hetta mundið var Smyrils­ vegurin ikki til, men tá virksemið kom í gongd, varð vegurin gjørd­ ur, og Byggimiðstøðin fekk húsa­ nummar 1 á vegnum. 80 fólk Tað sum ger hesa søguna áhuga­ verda er, at um hetta mundið var einki bygt her á Hálsi. Teir hjá Guttesen & Staksberg átóku sær at gera Hoyvíksvegin longur niðan, framvið barna heim­ inum hjá Torkil Johannesen, sum verður umrøddur í aðrari grein í blaðnum. Tað var eisini júst hetta við entreprenør­arbeiðinum sum so líðandi kom at taka yvir virksemið hjá teimum. Og í 1984 varð tann stóri bygningurin seldur, og kom seinni at húsa ymiskum grunnum og seinni eisini Rúsdrekkasølu Landsins. Áðrenn flutt var út í 1985, høvdu teir latið umsitingarbygningin á Smyrilsvegi 3 byggja, og í dag er hann karmur um virksemið hjá Guttesen & Staksberg. ­ Ja, nógv er broytt hesi árini, sigur Hans Jákup. ­ Vit kundu hava upp í 80 fólk til arbeiðis um summ arið og eini 60 um veturin, um framt tey sum starvaðust hjá dótturfelagnum, tá mest var at gera. ­ Í dag eru vit vanliga eini 20 fólk í fyritøkuni. Og nú er ein stórur partur av okkara arbeiði at byggja og selja íbúðir og raðhús. Nei, tað er ikki tað sama. ELSTUR Á HÁLSI Tað eru mong, ið kennast við fyritøkuna Guttesen & Staksberg, sum hevur luttikið í mongum ymiskum arbeið um kring landið tey seinastu nógvu árini. Talan er bæði um størri og smærri verk ætlanir. - Vit hava altíð roynt at laga okkara virk semi til tørvin. Tí hava vit yvir livað líka til dagin í dag, sigur Hans Jákup Staksberg, stjóri. Gamal og royndur á økinum Hetta økið vakti beinan­ vegin okkara áhuga. Og eg fór tí oman í býráðið at tosa nærri við teir um hetta økið. Vit fóru ikki at keypa tað í óðum verkum Vit hava altíð roynt at laga okkara virksemi til tørvin. Tí hava vit yvirlivað líka til dagin í dag GAMAL Í GARÐI - Vit fingu eitt gott øki heruppi, og keyptu tað, sigur Hans Jákup Staksberg, stjóri.