Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17 Sosialurin Oyggjablaðið Íbúðir og raðhús í Hoyvík Eitt av virkisøkinum hjá fyritøkuni í dag er bygging og søla av raðhúsum og íbúðum í Maritugøtu í Hoyvík. Íbúðirnar eru um 78 fermetrar til støddar, og liggja tætt við skúla, dagstovn, spælipláss, fótbóltsvøll og komandi handilsgøtu. Íbúðirnar eru rúmligar og hava breiðar hurðar uttan gáttir, og eru tí egnaðar til eldri og rørslutarnað. Raðhúsini eru í tveimum hæddum, har hvør hæddin eru 57 fermetrar til støddar. Afturat hesum er eisini ovastaloft og úthús. Á sólsíðuni er flísaløgd terassa við útsýni yvir Nólsoyafjørð og garður bygdur móti óbygdum fríøki. Á síðuni móti vegnum, er privat parkeringspláss, umframt felags parkeringpláss nærhendis. Økið, sum raðhúsini verða bygd á, er partur av størri byggiætlan, sum umframt bústaðir fevnir um m.a. felags fríøki, felags parkeringspláss og býlingshús. ØKIÐ Á borðinum liggur ein gomul tekning yvir økið, har Guttesen & Staksberg í dag halda til. - Ja, nógv er broytt hesi árini, sigur Hans Jákup Staksberg GOOD OLD DAYS Soleiðis sá Byggimiðstøðin á Hálsi út fyri meiri enn 30 árum síðani. Hesi árini hevur bygningurin hýst ymiskum virksemi, - framleiðslu, skrivstovum og seinast sølubúð