mikudagur 9. februar 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17
22
Sosialurin
Oyggjablaðið
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Á Hálsi: - Tað er løgið at hugsa
aft ur á: Eg vaks upp her, við Hoy-
víksvegnum
sum
míni
“barn-
dommens gade”. Vit lógu so langt
burtur frá miðbýnum í Havn og
øllum virkseminum har, at vit
nærum livdu okkara egna lív.
- Ja, mítt barnaheim lá soleiðis
fyri, at tað minti mest um eina bygd
við bert einum húsi, ið lá tætt við
Havnina, vísir 50 ára gamli Torkil á.
- Og hygg so, hvussu tað liggur í dag,
- umgirt av stórum bygningum.
Stóra økið á Hálsi lá í mangar
mátar órørt heilt fram til 70’árini,
men so kom brádliga ferð á við
byggingini av stórum bygningum
og nógvum virksemi.
Ein avleiðing av hesum var, at
sethúsini sum pápi hansara, Jógvan,
sjálvur bygdi, komu at standa sum
púra einsamøll sethús á einum
stórum vinnuligum øki.
- Leif Mohr keypti húsini í byrj-
anini av 80’unum, og var ætlanin
helst at ríva tey niður. Men tíbetur
fyri okkum systkin, standa tey enn í
dag, og teir eru eisini óførir at halda
tey viðlíka, greiðir Torkil frá.
Torkil hevur í fleiri ár búð
heilt í hinum endanum av býnum,
úti á Norðasta Horni, men er nú
fluttur nærri miðbýnum, og býr í
Dalakróki.
Sjáldsamir gestir
Tá Torkil við millumbilum koyrir
eftir Hoyvíksvegnum, kann hann
ikki á nakran hátt samanberast
við
hansara
“barndommens
gade”: Frá at hava verið eitt bert
og oyðið øki, er tað í dag merkt
av lívi og vinnuligum virksemi í
dagstímunum.
Økið á Hálsi var sjálvandi eitt
øðrvísi stað fyri fimmti árum síðani,
tá Torkil vaks upp her. Ella sum
Torkil tekur til: - Ja, vit lógu púra
avskorin frá fólki, heilt burtur frá
øllum, - ja, faktist har sum vegurin
endaði.
Nakað tættari ímóti býnum
lá
eitt
stoypivirki,
har
sum
dekkverkstaðið nú liggur, og har
nógv virksemi var. Og longri uppi
lá veðurstøðin.
- Tað ljóðar ótrúligt, men tað var
sera sjáldan at fremmandafólk kom
niðan hendavegin. Tað var soleiðis,
at tey sum endiliga komu niðan, tey
legði man merki til, greiðir Torkil
frá.
Teir vóru fleiri traðarmenn, sum
høvdu traðir sínar í økinum, og sum
dagliga gingu niðan fyri at geva
seyði, hønum og gæsum sínum,
meðan onkur gekk eftir vegnum
við tráðu í hond, tí hann skuldi á
seiðaberg við Boðanes.
Við stavi í hond
Ein teirra sum hevði sína dagligu
gongd framvið barnaheimi hansara,
var Olaf á Lava. Hann hevði eitt
serstakt gongulag, sum festi seg í
minnið á tí unga Torkili.
- Hann hevði altíð stav við. Tá
Olaf gekk, svingaði hann stavin
runt og slóð hann niður í jørðina.
Tað var so friðarligt, at tað hoyrdist
tá hann kom.
- Ein annar sum somuleiðis
koyrdi framvið hjá okkum var gubbi
Torkil, Regin Olsen, sum andaðist
í farna mánaði. Hann arbeiddi á
Veðurstøðini og koyrdi til arbeiðis í
bili, og eg kendi ljóðið á bilinum og
visti tí, nær Regin fór til arbeiðis og
nær hann fór til hús aftur.
Við sínum vandna oyra dugdi
Torkil eisini á at skyna, um onkur
fremmandur bilur koyrdi framvið.
Var tað so, leyp hann í vindeygað
fyri at vita, hvør hesin bilurin
mundi vera.
Úr vindeyganum hevði hann
somuleiðis eitt sera gott útsýni yvir
Nólsoyarfjørð, og skapti hetta eisini
ein áhuga fyri skipum.
- Eg og ein beiggi mín, Bjarki,
plagdu at kika eftir skipum í
Nólsoyarfirði fyri at finna útav,
hvørji tey vóru. Eg minnist at vit
sóu nógvar eingilskar og russiskar
trolarar, sum uttan iva trolaðu tætt
undir landi. Hetta brúktu vit nógva
tíð uppá og høvdu mikla gleði av
tí.
- Tja, eg veit ikki hvør ungur
havnarmaður ger slíkt í dag. Men
vit høvdu ikki so nógv annað at
gera, og tí funnu vit uppá alt hetta
ymiska, sigur Torkil við einum
brosi.
IkkI tIl
at kenna
aftur
BROYTINGAR - Eg hevði aldrin ímyndað mær, at tað fór at blíva eitt slíkt virksemi
her á Hálsi. Alt er fullkomuliga broytt - frá eini stórari vídd við óspiltum haga, til eitt
øki við eini rúgvu av handlum og fyritøkum. Jú, fá ár kunnu broyta eitt øki ótrúliga
nógv, sigur havnarmaðurin, Torkil Johannesen sum hevur upplivað menningina
á Hálsi frá barnaheimi hansara. - Økið er ikki til at kenna aftur, nú fuglaljóðið
og friðurin annars, eru broytt til ljóðið av bilum og handilsligum virksemi.
Mítt barnaheim lá soleiðis
fyri, at tað minti mest um eina
bygd við bert einum húsi, ið
lá tætt við Havnina. Og hygg
so, hvussu tað liggur í dag,
umgirt av stórum bygningum