Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17 Sosialurin Oyggjablaðið Upp um høvdina Barnaheimið hjá Torkili lá langt burtur frá øðrum heimum, og tí mátti hann ganga heldur langt, eftir tátíðar meti, fyri at finna næstu vinmenn sínar. Ein teirra var kendi listamaðurin, Anker Eli Petersen sum í dag býr í Danmark og bróður hansara, Signar, sum doyði bert 20 ára gamal. Teir búðu á vegamótinum Hoyvíksvegur og Tjarnalág. - Vit báðir, Signar, vóru næstan sum tvillingar. Vit spældu altíð saman, minnist Torkil aftur á. Millum aðrar vinmenn var ein sonur Óla Bjørn Viðstein, Oddmar, sum bleiv prentari eins og pápin, og býr hann í Norra, og djóralæknin Andras, sonur Trúgva Strøm sála. Ein annar av góðu vinmonnum hansara í sama øki er tann í dag so kendi framleiðarin av sjón- varpssendingum, Herluf Søren sen sum búði í teimum reyðu húsun um við vegamótið omanfyri Studenta- skúlan, har eitt stórt lýsingarskelti møtir teimum ferðandi til Havnar í dag. - Tað vísti seg tá, at vera ein langur túrur at skula ganga frá okkum av og heilt yvir til barna- heimið hjá Herlufi, sigur Torkil við einum brosi. - Tað var ein heilur bakki yvir til hansara, so tað var nakað heilt serligt, tá eg fór har yvir at spæla. Kríggj og paradis Hóast berliga og víða økið á Hálsi, høvdu teir smádreingirnir nógv at spæla við. Teir keddu seg í øllum førum ikki. Veðurstøðin lá beint við, og tað kom meiri enn so fyri at teir hjálptu til, tá veðurballónirnar vórðu sleptar upp í loft. Og høvdu teir hug til meiri bleytt spæl, var garðurin hjá Peturi í Gong, har Tjarnalág liggur í dag, eitt satt paradís hjá teimum. Har vóru bæði dunnur, gæs, seyður og enntá hestar, sum teir onkutíð sluppu at ríða á. Við tær báðar tjarnirnar - tann minna sum ikki er til longur og við Hoyvíkstjørn - fóru mangir tímar og dagar. Her kundu teir fiska kombikk og skoyta um veturin. Men tað var kortini eitt serligt spæl, sum teimum dámdi væl - at vera í kríggi. Í dag sæst eingin farvegur eftir teimum, men áðrenn stóra bygg- ingin byrjaði, vóru trý kanónstøð sum bretar høvdu á staðnum, har Rúsan áður lá. Á fundamentunum sást far- vegurin eftir trimum kanónum, og fyri ungar dreingir við lívligum fantasi’i var hetta eitt satt dreyma- pláss at spæla í. - Vit spældu kríggj; vit spældu cowboy og indianarar; og vit vóru eisini skjúttar sum skutu fíggindaligt sinnaði flogfør niður. Jú, hetta vóru góðir dagar. - Tá vit vóru troyttir av tí, kundu vit fara yvir um vegin, oman til stoypivirkið, har vit við stórum eygum sóu, hvussu sement bleiv til stór kloakkrør og annað. Fyri okkum var hetta ein ótrúliga spenn- andi uppliving, greiðir Torkil frá. Proviant við Øll hesi spæliplássini vóru í nær- umhvørvi hansara. Men tá teir rættiliga skuldu á útferð, var farið tann langa teinin yvir á økið, har ítróttarhøllin á Hálsi nú stendur. Tá var økið brúkt til bilkirkjugarð. - Ja, fyri okkum var hetta ein longri túrur. Vit skuldu fyrst yvir um alt mýrulendið á Konmansmýru, áðrenn vit komu heilt har yvir. Hetta var ein friðarlig ferð, tí vit møttu sjáldan nøkrum fólki har. - Hetta var eisini ein longri ferð, ja, so long at vit máttu hava proviant við - skipskeks og okkurt at drekka, sigur Torkil og brosar. Tey glaðu barnaárini fóru so líðandi yvir í skúlagongdina, sum var í skúlanum hjá adventistunum, sum hildu leygardagin sum sín hvílu dag og heiligdag, men sum í dag kallast Frískúlin við Hoyvíks- tjørn. - So tú kanst ætla, at vit vóru heppin at hava frí hvønn leygardag, meðan øll hini máttu í skúla henda dagin. snorri@sosialurin.fo BARNDOMMENS GADE - Hvør skuldi trúð tí, at mítt barnaheim skuldi koma at liggja mitt í einum handilsøki her uppi á Hálsi?, spyr Torkil Johannesen sum vaks upp her við Hoyvíksvegin Vit spældu kríggj; vit spældu cowboy og indianarar; og vit vóru eisini skjúttar sum skutu fíggindaligt sinnaði flogfør niður. Jú, hetta vóru góðir dagar