mikudagur 9. februar 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17
24
Sosialurin
Oyggjablaðið
Autostrada
Tann ið koyrir eftir Hoyvíksvegi í dag, dugir illa at ímynda sær tann gamla, smala,
krókuta og stak óslætta vegin sum í roynd og veru bara endaði einastaðni.
Vegurin sum bæði gekk niður í lægdir og upp á bakkar endaði í roynd og veru bara í eini
smalari rás. Hetta var eisini orsøkin til, at hann sjáldan varð grivin heilt at enda.
- Teir góvust ofta at grava við stoypivirkið ella kanska eitt sindur niðan um tað.
Tí máttu teir sum arbeiddu á Veðurstøðini seta bilar sínar har.
- Í dag er Hoyvíksvegurin slættur og beinur, og er meiri at meta sum ein autostrada.
MUNUR Á
Millum hesar báðar
myndirnar eru sløk 45 ár.
Nógv er broytt hesi árini,
sum myndirnar so greitt vísa
- onnur tikin við flogfari og
hin umvegis Google Earth