mikudagur 9. februar 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17
Sosialurin
Oyggjablaðið
Traðir og traðarmenn
Alt økið í nánd av barnaheimi Torkils, var tá merkt av
teimum mongu traðunum sum har lógu. Í dag er hinvegin
trupult at ímynda sær, tað lív og djóralív sum var har.
- Lat okkum bara taka traðirnar eina fyri og aðra eftir, og
staðseta tær í mun til dagsins vinnulív so sum eg minnist
tær, sigur Torkil íðin á málinum:
Miðlon
Har Miðlon í dag liggur, var ein trøð sum Dess átti. Henda
trøðin fevndi eisini um økið, har Grón seinast hevði sítt
bakarí.
Mekonomen
Har bygningurin hjá Mekonomen er í dag , hevði Minna á
Lava Olsen sína trøð.
Bileftirlitið
Trøðin hjá pápa Torkil, Jógvan Johannesen lá har, sum
Bileftirlitið og bygningurin hjá Føroyaprent er í dag. Hetta
var ein leigutrøð uppá umleið 13.000 fermetrar, her tey
høvdu seyð og hønur gangandi. Hann fekk byggiloyvi til
sethús síni, ímóti tí at hann velti ein part av trøðni.
- Pápi var raskur arbeiðsmaður, var óførur at velta og bygdi
húsini sjálvur, og legði sjálvur vatnið inn. Tað var ikki bara
sum at siga tað, tí her var eingin vatnleiðing at knýta í.
- Vit fingu ikki wc fyrrenn eg var rættiliga gamal. Hjá
okkum var ikki annað at gera enn at brúka eina bukku,
sigur Torkil við einum brosi.
Eisini kann nevndast tvær áhugaverdar rundar beton-
barakkir, har onnur stóð yvirav Hoyvíkstjørn og hin, sum
var ein dupultbetonbarakk, stóð áleið har sum innkoyringin
til Føroyaprent er. Hendan barakkin bleiv mest brúkt til
goymslu av ymiskum fiskireiðskapi m.a. smíðaðu koyggju-
sengurnar, sum vóru umborð á Karin K, tá hon sigldi til
Grønlands við útróðrarmonnum. Men hetta varð eisini
brúkt til spælipláss hjá børnunum.
Leif Mohr/Guttesen&
Staksberg
Har fyritøkan hjá Leif Mohr er í dag, átti Niels Hansen sína
trøð, og longu niðri, har Guttesen & Staksberg var, og har
Rúsan áður helt til, átti Kári við Stein, sum hevur búð í
Grønlandi í umleið 40 ár, sína trøð. Jafet Danberg hevði sín
seyð gangandi á hesari trøðni.
Pitstop/Mentamálaráðið
Hinumegin Hoyvíksvegin, har Pistop í dag heldur til var
eitt stoypivirki, og við síðuna av henni ein trøð sum Debes
brøðurnir eiga. Har Mentamálaráðið er í dag lá trøðin hjá
Lilleven.
PM/Posta
PM Heilsølan hevur í dag spent seg rættiliga út. Men
frammanundan hevði Hanneman Michelsen sína trøð har.
Hann var pápi núverandi forstjóran, Poul Michelsen. Og
har Posta og Bónus halda til í dag, hevði Olaf á Lava sína
trøð og sín seyð gangandi. Harry Eysturlíð hevði sína trøð
millum hesar báðar.
Hinumegin vegin við barnaheim
hansara lá trøðin hjá Hanneman
Michelsen, sum er pápi Poul
Michelsen.
Hanneman var ein maður sum
børnini høvdu virðing fyri. Men
hann var eisini ein sera dugnaligur
pedagogur. Eina søgu um tað, veit
Torkil eisini at siga:
Ein dagin hevði hann sníkt seg
út fyri dyr við eini grýtu í hondini, tí
hann ætlaði sær oman í høsnarhús
ið hjá Hanneman eftir eggum, fyri
at siga tað milt.
Torkil var smidligur og fekk
kropið inn gjøgnum ta smølu lúk
una og inn í høsnarhúsið. Har var
væl vorpið, og egg í hópatali lógu í
reiðrunum.
Hann gjørdi ikki mætari enn
at fylla grýtuna við eggum, og
ætlaði sær síðani til hús aftur. Men
tað gekk ikki so lætt, tí uttanfyri
høsnadyr stóð Hanneman har.
Her vísti hann av sonnum,
hvussu stórur pedagogur hann
í roynd og veru var: Ístaðin fyri
at skelda meg út, sum helst hevði
verið rættast at gera, bað hann meg
bara fara innaftur í høsnarhúsið og
leggja hvørt einasta egg uppá pláss
aftur.
So var tað liðugt, og meiri bleiv
ikki sagt, greiðir Torkil frá.
Hann duldi kortini hendingina
í nógv ár fyri mammu síni, Maria.
Tá hann so fortaldi henni søguna,
tá var tað hon sum bleiv óð!
Út at stjala egg
»THOSE WHERE THE DAYS«
Ein sjáldsom mynd av økinum við Hoyvíksvegin. Myndin er tikin úr kamarinum hjá
Torkil oman móti býnum, har systir hansara, Ninna fer súkklandi framvið
SKIPSKEKS
Fyri 40-50 árum síðani var ikki serliga nógv bilferðsla. Tað lá tí væl fyri hjá dreingjunum at fara tann
langa túrin av Hoyvíksvegnum yvir á staðið har ítróttarhøllin á Hálsi nú stendur. - Vit, dreingirnir gjørdu
okkum ordiliga út, og høvdu bæði skipskeks og drykkivørur við okkum, greiðir Torkil Johannesen frá
Ístaðin fyri at skelda meg
út, sum helst hevði verið
rættast at gera, bað hann
meg bara fara innaftur í
høsnarhúsið og leggja hvørt
einasta egg uppá pláss aftur.