Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-09, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17 28 Sosialurin Oyggjablaðið Orð: Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang Á Hálsi: Mikumorgunin møtti Gun­ vá sum vanligt til arbeiðis klokk an 9 hjá The Pier á Smyrilsvegi 7. Hon visti frá degnum fyri, at nýggj vøra var komin langvegis til landið, og skuldi nú setast á hillarnar úti í handlinum. ­ Ja, vanliga er tað meiri ruddiligt í handlinum enn akkurát í dag. Í dag er tað næstan bumbað, tí tann nýggja vøran er komin og stendur her inni beint nú, sigur Gunvá við einum brosi. Oyggjablaðið fekk orð á hana henda dagin, meðan hon var í ferð við at pakka hesa nýggjastu vøruna út ­ vøra, ið júst var komin allan tann langa vegin úr India. ­ Hetta er sera vøkur og serstøk ting. Eg haldi eisini, at tey har yviri duga sera væl at seta litirnar saman, bæði tá talan er rammur, eskjur og øll hini tingini. Júst hetta við tí eysturlendska, er eisini tað sum setir ein serligan dám á handilin: Eitt er, at vørurnar koma haðani. Eitt annað er tann sansaliga upplivingin av tí fjarskotna. ­ Tú legði kanska merki til tað, tá ið tú kom inn. Men her er ein serstakur angi av tí eysturlendska, og tónleikurin úr hátalarunum er eisini haðani. ­ Tað er nettup tað, sum eisini er eitt annað serstakt við handlinum, at vit appelera nevniliga til sansir­ nar hjá fólki, sigur Gunvá Svartá Wennerstrøm, sum upprunaliga er ættað úr Hvalvík. The Pier er partur av eini handilsketu sum fevnir um handlar í fleiri londum, til dømis USA, Ísland og Latvia. Aftur og aftur Hesin nýggjasti handilin á Hálsi lat upp 19. november í fjør, og hevur Gunvá arbeitt her frá fyrsta degi. ­ Tað eru vinfólk hjá mær, sum hava handilin. Og tá tey bjóðaðu mær arbeiði her, kundi eg ikki annað enn siga ja. ­ So tað fyrsta vit gjørdu var faktist at byggja henda handilin upp. Hetta hevur verið ein sera spennandi tíð, vísir hon á. Eitt sum tey hava lagt stóran dent á er, at The Pier skal líkast burturúr øðrum handlum sum selja gávulutir og líknandi ting sum tey. ­ Eg haldi sjálv, at her er sera nógv at fáa. Tað vísir seg nevniliga, at her er so nógv fyri eyga hjá fólki, at tey fáa ikki alt við fyrstu ferð tey eru her, sigur Gunvá. ­ Tí koma tey aftur og aftur. Rutina Nú hevur handilin verið opin í slakar tríggjar mánaðir, og eru starvsfólkini so við og við komin í rutinu við arbeiðinum. ­ Men her skulu framvegis setast vørur á hillarnar, sigur Gunvá. Hon fer beinanvegin til tað arbeiðið hon slepti í áðni, altso áðrenn Oyggjablaðið kom at órógva ­ at seta tær nýggjastu indisku vørurnar á handilshillarnar. ­ Ja, vit hava nokk at gera. snorri@sosialurin.fo NÝGGJASTI - Tað eru kanska ikki øll sum halda tað sama sum eg. Men eg haldi í øllum førum, at tað er sera áhugavert at arbeiða í einum handli, sigur 34 ára gamla Gunvá Svartá Wennerstrøm, krambakvinna í nýggjasta handlinum á Hálsi, The Pier. - Tú møtir nógvum ymiskum kundum, sum allir skulu hava eina góða tænastu. Jú, tað er bæði áhugavert og stuttligt. Roynd krambakvinna í nýgg Vit appelera til sansirnar hjá fólki