Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-09, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17 Sosialurin Oyggjablaðið gjum handli ABC-punktini Eitt avgerandi stig fyri at fáa kundarnar at keypa ta ávísu vøruna, er hvussu tær verða settar á hillarnar í handlinum. Her er talan um tey sonevndu ABC-punktini, har vørurnar verða settar ovarlaga ella niðarlaga á hillini, alt eftir hvat handilsfólkið metir fer at selja best. Hetta verður gjørt soleiðis, at tað, sum ein roknar við er lætt at sleppa av við, verður koyrt heldur niðarlaga á hillina. Men tað sum ein kanska ikki væntar at so nógv fólk fara at keypa, verður sett í eygnahædd. - Nógvir handlar koyra rættiliga bevíst eftir hesum prinsippi, men eg haldi ikki at okkara handil er koyrdur so øgiliga høgt eftir hesi skipanini, slær Gunnvá fast. - Fólki dámar væl at vitja okkara handil, sum hevur nakað til øll. Tá Gunvá byrjaði her í handlinum hjá The Pier, var tað ein roynd handilskvinna sum trein inn um dyrnar á sínum fyrsta arbeiðsdegi. At arbeiða í handli og sølubúð hevur í mangar mátar sermerkt hennara virkna arbeiðslív. Í yngri døgum arbeiddi hon bæði í FC- búðini hjá Páll Arge í Havn og í Statoil-støðini í Kollfjarðardali. - Áðrenn eg byrjaði her, arbeiddi eg hjá Thomas Dam á Hálsi, og lærdi faktist til krambakvinnu beint her við síðuna av - hjá BR, greiðir Gunvá frá. Hetta var ein spennandi læru- tíð, sum eisini gekk fyri seg í Danmark. Her skuldi Gunvá og hinir lærlingarnir spæla ein part av tíðini, - tey skuldu jú vita, hvussu tey ymisku tingini í BR handlinum virkaðu Ein kann tí siga, at Gunvá hevur ávísar royndir við handilslívinum á Hálsi. - Eg haldi, at økið heruppi er eitt deiligt umhvørvi, her fólk eisini hava góðar umstøður at seta bilarnar frá sær. Og tað ger tað jú heldur ikki verri, at vit liggja so tætt við Mylnuna og PE, sigur hon brosandi. Deiligt umhvørvi - Vit hava okkurt til øll, sigur Gunnvá TIL ØLL Tað vísir seg nevniliga, at her er so nógv fyri eyga hjá fólki, at tey fáa ikki alt við fyrstu ferð tey eru her. Tí koma tey aftur og aftur Tað ger tað jú heldur ikki verri, at vit liggja so tætt við Mylnuna og PE