mikudagur 9. februar 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17
30
Sosialurin
Oyggjablaðið
Orð: Snorri Brend
Í hesi frágreiðingini vóru málini
fyri 2015 tikin við, har 20 prosent av
orkunýtsluni á landi skulu stava frá
varandi orku, og at fiskiflotin skal
nýta 15 prosent minni orku í mun
til veiðinøgdina.
Ein partur av frágreiðingini
snýr seg júst um økið á Hálsi, og
her verður nevndur møguleikin at
brúka avlopshita frá elverkunum
kring landið.
Sagt verður í frágreiðingini:
Við at gagnnýta avlopshitan á
Sunds- og Vágsverkinum verður
mett, at umleið 20 - 25% av orkuni í
oljuni kann gagnnýtast til hiting, og
at nyttustigið sostatt kann økjast
úr 41% til 66%.
Um 25% av oljuorkuni kom til
høldar sum hiti hjá brúkarum gjøg-
num fjarhitaskipanina, svarar tað
til eina árliga sparing uppá umleið
7.000 tons av gassolju, sum við
dagsins prísum (5 kr/l) hevur eitt
virði uppá góðar 40 mill kr íroknað
avgjøld.
Fjarhitafelagið leggur nú rør til
elverkið á Sundi, soleiðis at avlops-
hitin frá hesum kann gagnnýtast
í fjarhitaskipanini í Hoyvík. Ein
spurningur í hesum sambandi er,
um fjarhiti skal leggjast til ein enn
størri part av høvuðsstaðarøkinum,
t.d. til økið á Hálsi og Gundadali,
sum hevur fleiri stórar brúkarar,
so sum ítróttarhøll, svimjihøll um-
framt Norðurlandahúsið og Kring-
varpið.
Av fýra motorum á Sundi eru
bert teir báðir eldru motorarnir
uppá 12,4 MW hvør útgjørdir at
veita avlopshita. Um gjørt varð av
at veita fjarhita til ein størri part
av býnum, má metast um, hvørt
nýggjaru motorarnir uppá 8,1 MW
hvør skulu gerast út við ketlum at
veita avlopshita. Tað hevur verið
ført fram, at ein útbygging av fjar-
hit anum á Sundi ikki loysir seg,
um so er at varandi orkukeldurnar
verða øktar munandi, og tørvurin
eftir elorku frá motorverkunum
mink ar sam svarandi. Tað er tí
áhuga vert at meta um, nær fram-
leiðslan á Sundi verður ov lítil til at
gagn nýtsla av fjar hitanum loysir
seg.
Tey sum minnast, hvussu økið á Hálsi áður sá út, og hyggja eftir hesi myndini, kunnu ikki annað enn staðfesta, at ger er nógv broytt.
Frá at hava verið eitt friðarstað hjá fugli og seyði, er tað í dag eitt livandi handilsøki, við lív og larmi av vinnuførum hondum.
Henda myndin varð tikin mikudagin í farnu viku á Oyggjarvegnum. Og hon talar fyri seg.
snorri@sosialurin.fo
Nógv broytt
Brúka avlopshita á Hálsi
Í 2006 góvu Jarðfeingi og Vinnumálaráðið út eina frágreiðing við heitinum “Yvirskipaður orkupolitikkur”.
HITI
Høllin á Hálsi kundi verið hitað upp við avlopshita frá Sundsverkinum
Mynd: Álvur Haraldsen