Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-09, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2011síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17 32 Sosialurin Oyggjablaðið Fimm á Hálsi Seinnapartin mánadagin var Oyggjablaðið á Hálsi fyri at tosa við kundar í handlunum. Spurningur til teirra var hin einfaldi: Hvussu ofta ert tú til handils her á Hálsi? snorri@sosialurin.fo Eilin Jørgensen, Havn - Eg eri heruppi av og á, - sum oftast í onkrum av teimum stóru handlunum, sum til dømis í PE, Idé Møblum, í Miðlon og her í Skemmuni. Erika L. Petersen, Oyndarfjørður - Eg eri her einar 10-15 ferðir um árið, har á leið. Tá eri eg í einum av stóru handlunum sum til dømis 2x3, Vøgguni, Idé Møblum, Thomas Dam og her í Skemmuni. Menning Geyti, Havn - Eg eri her á Hálsi einar tvær ferðir um mánaðin, og eri tá í onkrum av teimum stóru handlunum, sum til dømis í 2x3, BR, Svend Krosstein, Miðlon og av og á í Ide Møblum. Søren Halling, Hoyvík - Vit eru stutt síðani flutt í nýggjan bústað. Tí eri eg ofta her á Hálsi, eina ferð ella so um vikuna, - ofta í Beckers Málingahandli ella sum í dag í Idé Møblum. Hjalmar Fløhamar, Fuglafjørður - Eg veit ikki rættiliga. Tað er kanska eina ferð um mánaðin, sum oftast fyri at hyggja, men til aðrar tíðir at keypa. Í dag hava eg og konan bílagt okkum okkurt her úr Skemmuni.