mikudagur 9. februar 2011síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17
Sosialurin
Uni Arge
Í kronikk fríggjadagin 28. januar
í Sosialinum nevndi eg, at Rolf
Guttesen tykist vera tíðarvilstur,
tí hann hevur ikki fatað, hvør ný
menning er farin fram í føroyskum
frálærutilfari seinastu mongu árini,
og hvussu væl hon hevur eydnast.
Nevndi eisini, at hann sigur ósatt,
tá hann fyrigyklar fólki, at allur
heimurin skrivar landanøvn eins
eftir altjóða reglum, tí tað gera
heimsins lond ikki. Helt so eisini,
at Rolf málsliga tykist liva í einum
keypmannahavnskum
veruleika
frá umleið 1977.
Kanska var tað framligt at skriva
so, men eg fái ikki komið til aðra
niðurstøðu, tá eg hoyri og lesi tað,
Rolf Guttesen sigur um at gera
føroyskt atlas. Orðið farofobi hevur
onkuntíð runnið fram fyri meg, tá
eg havi hoyrt og lisið hann. Rolf
tykist hava so stóra angist fyri
øllum føroyskum, at tað er lívið um
at gera, at alt, sum verður skrivað
í føroyska atlasið, verður so lítið
føroyskt sum gjørligt. Tað er stórt
spell, tá atlasið nú er føroyskt.
Rolf Guttesen er uttan iva dugna
ligur fakliga, men hann er merkis
verdur at eygleiða, tá hann skrivar
lesarabrøv og tíðargreinir. Hann
svarar í ymsum leiklutum. Tá hann
svarar eitt nú Árna Dahl, fer hann
í víggj við málsliga purismu og er
púra upproyttur um onkra mál
reins ara kós, ið einaferð var. Tá
hann svarar mær, er hann landa
frøðiliga fakligur í sínum grund
gevingum, men framvegis rættiliga
pástaðiligur og heilt fegin um at
brúka útrópstekn.
Meksiko sjálvandi
Kanska er hetta ikki so løgið, tí
orðaskiftið um heimsatlasið gongur
í fleiri løgum. Ein stríðsspurningur
er, um vit skulu seta orð á heimin
við exonymum ella endonynum.
Exonym er hátturin at skriva
nøvnini eftir egnum skriftnormi.
Endonym er at skriva nøvnini, sum
tey verða skrivað lokalt. Ongin
kann út í odd og egg brúka bara
annan háttin. Øll lond brúka báðar
hættirnar. T.d. skriva danskarar
Tjekkiet fyri Céska og Prag fyri
Praha.
Samstundis sum vit togast um
exonymini og endonymini, vilja
summi vera við, at føroy ing ar
eru innibyrgdir og av mark aðir,
tí nakrir latínskir bók stavir ikki
standa í føroyska stav rað num, ið
er grundarlagið undir stav set ingar
reglunum í móður máls orðabókini
og øllum landsins skúla bókum. Ein
grundgeving fyri, at vit mugu seta
t.d. x og c í stavraðið, hevur verið, at
vit uttan trupulleikar mugu kunna
skriva Mexico sum onnur.
Men hendan grundgeving held ur
als ikki. Vit hava ks í føroyskum,
og okkum nýtist tí ikki x. Vit hava
eisini s og k í føroyskum, og tí nýtist
okkum heldur ikki c í stavsetingini.
Men sjálvandi finnast hesir stav ir
í t.d. fremmandaorðum og fólka
nøvnum, og vit brúka teir eisini
lystiliga, tí so mangt er sprottið úr
útlendskari stavseting. Vit brúka
eisini å, tá vit skriva Århus, og vit
skriva ü, tá vit skriva t.d. Lützen og
Müller, hóast hesir stavir ikki eru í
føroyskum.
Summi hava sagt, at um føroyingar
skriva Meksiko, so er hetta at gera
seg inn á ikoniska stovnin í orðinum
Mexico. Hesin pástandur man
koma av, at fólk hugsa danskt ella
spanskt. Tí veruleikin er, at eisini
kroatar, serbar, finnar, bulgarar og
koreanar skriva Meksiko. Á egnan
hátt. Í Italia verður landið stavað
Messico, og aðrastaðni verður
tað skrivað Messiku, Mekzik og
Mehhiko. Í Spania verður tað eisini
ofta skrivað Méjico.
Bókstavurin x er altso ikki nakar
kardinalspurningur í navninum
Meksiko, og í ongum av nevndu
londum hevur nakar nakrantíð
tosað um at víðka stavrað ella
broyta
heimligu
stavsetingina,
bara tí onnur lond verða stavað
við bókstavum, sum ikki finnast í
londunum sjálvum. Men tað gera
vit í Føroyum. Av tí, at danskarar
skriva t.d. Mexico, vilja summi
hava x og c í føroyska stavraðið og
føroyska stavseting.
Hetta er ikki nøkur haldgóð grund
geving yvirhøvur, og tað er heldur
ikki nøkur haldgóð grundgeving
at skriva landanøvn á donskum og
enskum, bara so vit skulu kunna
googla tey so lættliga sum gjørligt.
Tað kunnu vit jú gera á enskum.
Skriva t.d. Týskland í Google, og
tú finnur hvørki Deutschland,
Germany ella Allemagne. Men
munnu vit ikki finna landið kortini,
tá vit leita á enskum? Akkurát sum
onki.
Tey skriva Katar
Latið okkum taka eitt annað dømi.
Okkum tørvar als ikki q í før oyskari
stavseting,
bara
tí
dansk arar,
onglendingar og arbarar skriva
Qatar við q. Heilt natúrliga skriva
kekkar, hollendingar, estar, týskarar,
ungarar, pollendingar, slovakar,
slowwwvenar,
turkar,
bulgarar,
russarar, serbar, ukrainar, grikkar
og armenar hetta landanavnið
Katar. Onnur skriva tað Catar og
Kataru.
Vit síggja her, at lond hvørt um
annað velja sær kljóðið úr k, q ella
c. Í føroyskari stavseting fáa vit
kljóðið burtur úr k og ikki q ella c,
og tí kunnu vit væl og virðiliga bara
brúka k. Men velja vit, tá vit skriva
hetta landanavnið, at skriva tað á
arabiskum, Qatar, so hava vit valt
eitt endonym og ikki eitt exonym,
Katar. Tað kunnu vit gera. Men vit
kunnu eisini velja Katar.
Vit kunnu sostatt ikki óumhugsað
kroysta nýggjar stavir inn í før
oyska stavseting. Tað heldur ikki.
Hava fólk ilt við at stava í dag, so
verður hvaðna verri, tá q, c og x
eru komin í stavsetingina. Tí skulu
vit tá skriva charmerandi heldur
enn sjarmerandi? Skulu vit skriva
citrón og ikki sitrón? Ella circus
heldur enn sirkus? Ivist stórliga í,
um nakar málfrøðingur vil leggja
navn til tann ruðuleika, ið við
vissu tekur seg upp, um nakað so
fyrilitaleyst hendir.
Og so aftur til Rolf Guttesen.
Ósemj an um landanøvnini er ikki
so stór, eins og hann púra rætt vísir
á. Burgundarhólmur, Grøn høvda
oyggjar og Bjørgvin munnu fara at
verða broytt. Men onki forgjørt er
í, um vit skriva Meksiko, Venesuela
og Katar eftir føroyskari stavseting.
Og exonymið Kili man vera komið
fyri at verða. Hetta er málslig
nýmenning, men hon skal avgjørt
gerast við máta, og eg ivist ikki í,
at Føroya Skúlabókagrunnur fer
at gera eitt gott atlas til okkum øll,
sama hvar Kili so endar.
Áhugavert er annars at vera á ferð
á heimasíðuni hjá Føroysku Mál
nevndini, har ymsir orðalistar og
aðrar áhugaverdar upplýsingar
um mál eru at finna. Á hesi
heimasíðu er eisini ein listi yvir
landanøvn og tjóðir. Har standa
m.a. hesi snøggu nøvn: Afganistan,
Aserbadjan,
Avstralia,
Ekvador,
Fílabeinsstrondin, Gana, Jemen,
Kamerun, Katar, Kekkia, Kolumbia,
Kuba,
Liktinstein,
Mosambikk,
Móri tania, Sveis, Tansania, Ukraina
og Vene suela.
Málsliga nýmenning
í landafrøði við máta
KroniKK Rolf Guttesen heldur, at ósemjan um meginreglurnar at navngeva heimin er ikki so
stór. Hann hevur rætt. Men ein munur er. Hann vil steðga nýmenning í føroyskum og av neyð
góðtaka okkurt hevdvunnið. Alt annað skal vera fremmant. Tað gongur ikki. Vit skulu nýmenna
føroyskt á øllum økjum - við máta. Og okkum nýtist als ikki fleiri bókstavir til hetta