mikudagur 9. februar 2011síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
37
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17
Men merkiligt er tað. Tað eru tríggir
flúgvarar farnir her um fjørðin.
Síðst í 1939 rendi eitt týskt flogfar
á Skarvatanga. Har vóru fýra mans
umborð, og teir vórðu allir bjargaðir
í øllum góðum.
Hesir týskarar vórðu sendir til
Havnar, har teir vórðu í varðhaldi. Tá
var Týskland í kríggi og hevði brotið
ta uttanveltaðu støðu, sum Danmark
tá var í. Johan Norðfoss var ein av
vaktarmonnunum og hevur hann í
Miðvikuni greitt frá hesum.
Men hesir menn gjørdust so
truplir, at amtmaðurin fekk sent
teir til Danmarkar, beint áðrenn
Týskland legði á Danmark. Tá hevur
nokk verið sloppið hjá teimum.
Meðan eg lá sjúkur av smittuni
í november 1942, var eitt enskt
flogfar, sum rendi á fjallið her inni
millum Hvalba og Tvøroyri. Tað
vóru seks mans við, og fimm teirra
doyðu. Tann eini var halaskjútti og
sat aftast í flogfarinum. Hann var
púra óskaddur. Tað var kolsvart í
mjørka, men hann gekk sjálvur eftir
hjálp. Hann møtti tá fleiri ungum
dreingjum, ein av teimum var
Dánjal av Rana. Teir vóru allir 15-17
ár. Teir tosaðu við mannin. Hann
spurdi hvat land hetta var. Hann
helt, at tað kundi vera Hetland.
So spurdi hann, um tað var nøkur
bretsk herstøð her. Tað var tað
eisini á Tvøroyri.
Teir vóru tá við at byggja summar-
húsið hjá Tummas Thomsen, sum
kallaðist Sterling. Navnið kom av, at
fólk tosaðu um, at tað var fyri pund
sterling, hann bygdi, og so setti
hann sjálvur navnið á við einum
stórum sterlingtekni á portrinum.
Teir komu so til vrakið sum
framvegis brendi. Ein teirra fór inn
í vrakið. Hann sá flogskiparan sita
í sínum setri. Hann var framvegis á
lívi. Bæði beinini hjá honum lógu
leys á dúrkinum kvett av. Hann
hevði framvegis vit. Men hann
hevði mist nógv blóð. Men kortini
ikki meira enn, at hann var á lívi.
Teir tóku síðan allar menninar
úr flogfarinum. Teir riggaðu so
fjallstavar og troyggjur til eina
børu. Teir fingu tveir uppá børuna.
Teir møttu bretunum, sum so tóku
yvir. Flogskiparin doyði seinni á
sjúkrahúsinum.
Hvalbingar eru skemtarar
Pápi plagdi at fortelja søgur úr
Hvalba. Hann skeyt eina ferð í
tríatiárunum ein hund, sum var
blivin meldaður. Tað hevur verið
okkurt grannaklandur. So seint
sum seinasta heyst var tað ein
hvalbingur, sum spurdi meg, um eg
kendi hetta mál. Men hetta hevði
eg hoyrt so ofta. Maðurin, sum átti
hendan hundin, hevði goymt hann
uppi á loftinum. Tað endaði við, at
pápi mátti fara við eini byrsu, sum
hann hevði lænt í Hvalba. Hann
hevði skotið hundin uppi á loftinum
hjá hesum manninum, tá hann ikki
vildi koma út við honum. Hetta tosa
hvalbingar framvegis um.
Hvalbingar eru fantastiska stutt-
ligir at vera saman við. Eg havi
ongantíð verið saman við fólki,
sum duga so væl at taka til sum
hvalbingar.
Olaf, yngsta barn hjá Gullak
Jacobsen, gamla próstinum, hann
visti altíð okkurt at fortelja. Eg segði
eina ferð við hann: “Skriva tað niður
sum tú veit.” Tað er so ótrúliga nógv,
stuttligt var tað eisini. Hetta kundi
vera gull vert fyri eftirtíðina. Eitt
hálvt ár aftaná var hann deyður.
Seinastu ferð eg tosaði við hann,
segði hann mær eina lítla søgu um
hvalbingar. Hetta var aftaná, at teir
høvdu gingið heystfjallið. Tá vóru
teir farnir í hagan at taka nakrar
gamlar ær.
Teir plagdu at rætta tær á
Fiskieiðinum, tí sunnara eiðinum
í Hvalba. Teir koma so oman av
Grímsfjalli móti eiðinum við seyði-
num. Ein av hvalbingunum hevði
hund við. Hundurin fór inn í fylgið,
sum taldi 13 seyðir. Seyðurin verður
so kløkkur, at hann loypur avstað
móti eiðinum og fer so inn í bergið
vestanfyri á Grímsfjalli. Teir vistu,
at gøtan endaði har. Teir ganga
spakuliga inn. Seyðurin fer undan,
og sleppur ikki longur. Knappliga
loypir ein ær beint í havið, og
allar hinar 12 aftaná. Tað bleiv eitt
forferdiligt skil við skeldan og so
víðari. So sigur Olaf, at tann eini
maðurin sigur einki. Hann stóð
bara og segði ikki eitt orð. Tá so
skeldaríið fjaraði av, segði hann:
“Tað er so líka mikið, hvat tigur siga.
Men handan gamla gráa ærin hjá
mær, hon leyp so nogv longst!”
Hetta var hvalbiarhumor.
Eldri enn landnyrðingur
norðan
Tað var ein originalur, sum kallast
Kristian Ludvig. Hann dugdi eisini
væl at taka til. Tað var ein grind
tíðliga á vári. Tað var gott veður, og
grindin doyði á sandinum. Hetta
var áðrenn vegasambandið var
komið.
So komu nakrir skúvoyingar.
Teir høvdu verið á útróðri og komu
uppí grindina. Teir koma so til mín
og vilja hava sín part beinanvegin.
Men eg segði, at hetta bar ikki til.
Grindin mátti merkjast fyrst, og
síðan skuldi hon skiftast. Men tað
var tað, at tað var byrjað at lota av
landnyrðingi norði. Og á hesi ætt
kundi fara at runa á sandinum. Teir
hildu, at sandurin var so bleytur, at
byrjaði at runa, so sukku hvalirnir
niður í sandin. Men eg segði so, at
hetta mátti so fara at vísa seg. So
fóru teir avstað.
Hetta gekk fyri seg í gamla
skúla i Hvalba. Har var kommunu-
skrivstova uppi á loftinum. Hon
var lánt í samband við skiftið av
grindini.
Men meðan eg tosaði við hesar
menninar úti í gongini, hetta var
ein langur gangur, har trappan
gekk upp á loft, har sat Kristian á
Gørðum. Hann var ein eldri maður
tá. Hann sat í trappuni við hondum
undir kinn og lurtaði eftir okkum,
men hann segði einki. Tá hinir eru
farnir sigur Kristian: “Tú skal ikki
lurta eftir, hvat teir siga. Eg kenni
landnyrðing norðan, og eg skal siga
tær, at eg eri so nógv nógv eldri enn
landnyrðingur norðan!”
Hetta var nú ein originalur máti
at taka til. Teir skuldu ikki koma og
fortelja sær nakað um landnyrðing
norðan.
Ejler Djurhuus:
Hvalbingar høvdu sítt serliga skemt
Í seinastu tveimum pørtunum hevur Ejler greitt frá flogvanlukkuna í 1954.
Men lívið kundi eisini vera skemt sum til dømis í Hvalba
Suðuroyar
Johanna, kona
Óla Tauser, dugdi
væl at húsast
Hetta var annað landsstýrið, har Kristian Djurhuus var
løgmaður. Tað tók við aftaná løgtingsvalið í 1954. F.v. Edvard
Mitens, Kristian Djurhuus og Hákun Djurhuus. Kristian og
Hákun vóru skyldmenn, báðir ættaðir úr Áarstovu
Margretha, kona Jens Mohr, var eisini ein markant kvinna í grannalagnum
hjá teimum í Ólastovu. Her er hon saman við ommusoninum Høgna Mohr
Komandi partur
Í komandi greiðir Kristian Djurhus m.a. frá, tá ið
rituvíkingar komu við torvi til Havnar. Ejler greiðir millum annað
frá, tá ið skotið varð eftir sýslumanshúsinum á Tvøroyri