mikudagur 9. februar 2011síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
Miðvikan
Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17
7. partur
T
á ið eg fór eftir torvi kom eg
ofta í fylgi við tann gamla
bókbindaran H. N. Jacobsen, sum
var ein sera íðin traðarmaður.
Hann var tá ein gamal maður. Hann
plagdi at fara við tøðum í leypinum
út á trøðna og hevði so hoyggj við
sær heim aftur.
Tá ið tað var mótvindur, kundi
vera trupult hjá honum at vinna
framá, tað kundi eisini ganga eftir
hæli hjá honum. Tá plagdi eg at
taka byrðina av honum. Hetta var
hann so takksamur fyri, at tá ið eg
giftist, gav hann mær eina lestrabók
í gávu.
Omma í Ólastovu hevði havt
eina arbeiðsgentu úr Hovi “Suður
oyar Johanna”. Hon hevði sína
egnu uppfatan av barnamati. Hann
skuldi vera sterkur sum til dømis
skerpikjøt. Hon tók einaferð sutt
una frá Johan beiggja mínum, og
gav honum ein knæskel av skerpi
kjøti at súgva í staðin, so hann
kundi blíva sterkur.
Johanna var sera góð við okkum.
Eg minnist, hvussu fegin vit vóru
um at fáa breyð við margarin og
putursukur frá henni.
Húsaskuldin píndi
Hon og maðurin Óli Tauser, systir
sonur Jákup á Lava, vóru ognarleys
burtursæð frá húsunum, har tað
var eitt lítið lán í sparikassanum.
Henda skuld píndi tey, tað var ein
skomm at skylda í egnum húsi!
Afturat hesum kom at húsið
mátti tryggjast, og tað kostaði
eisini. Hetta kom teimum til góðar,
tá ið eldur eina ferð var í húsinum.
Men sum vanligt var tá í tíðini, var
tryggingarupphæddin minkað í
sama mun sum skuldin í húsinum,
tí varð endurgjaldið avmarkað.
Óli og Johanna fingu frá Húsa
garðsbóndanum loyvi til at hava
eitt gásapar. Her vóru tey heppin.
Tey fingu sum oftast 12 ungar
undan hvørt ár. Tá teir komu heim
úr haganum, var nógvur matur, og
vit brøður vórðu tá bodnir at fáa
krásasúpan, sum vit ikki fingu í
Ólastovu. Hetta smakkaði sera
væl. Gásakrovini vórðu hongd upp
at turka. Hetta var vælsmakkandi
og heilsugóður viðskeri.
Men Óli og Johanna vóru nøgd
som, og tað var ikki gerandiskostur
við turkaðum gásakjøti. Hetta
skuldi bert etast til høgtíðir, og tá
ið tað komu gestir.
Konan unti ikki manninum
sjúkraviðgerð
Vit kendu eisini eina aðra Johannu,
sum var úr Leirvík, og sum eisini var
trúføst móti okkum í Ólastovu. Hon
var gift við Óla, son Jákup á Lava.
Ein sonur teirra Jákup kom ungur út
at sigla. Hann var ein flottur fýrur,
og undir 1. veraldarbardaga kom
hann í amerikanska krígstænastu.
Men hansara upplivilsir gjørdu
hann sálarliga sjúkan í fleiri ár.
Tað var ikki fyrr enn hann fekk
sjokkviðgerðir, at hann kom fyri
seg aftur.
Hetta var ein ring tíð hjá for
eldrunum. Sonurin lá sjúkur langt
burtur í California, og Óli sendi
læknunum allan sín sparipening
fyri at fáa sonin frískan. Tað vísti
seg seinni, eftir at Jákup var blivin
frískur, at hann átti fitt av peningi
í bankanum, men hansara ameri
kanska kona hevði ikki vilja ofrað
pening uppá eina sjúku, sum hon
metti at vera vónleysa.
Tá Jákup seinni kom heim á vitj
an, fekk pápin allan peningin aftur.
Sprongdi íbygdan stein
Eitt annað heim, vit komu nógv
í, var hjá mostir míni Elsebeth
Helenu, sum var gift við Christian
M. Christiansen, vanliga kallaður
Ludda Kristian. Hann var sína tíð
ein av stóru kanónunum í Havn.
Tað varð sagt um Ludda, at tað
vóru bert Mortensenmenninir á
Tvøroyri, sum høvdu fleiri skip
undir hond enn hann.
Greitt varð frá honum í røðini
Hendur ið Sleptu. Sum hjá so mong
um øðrum fór hann á húsagang, hjá
honum var tað fleiri ferðir.
Áðrenn
hann
giftist,
hevði
Christian bygt sær eini stór hús.
Á grundini lá ein steinur, sum var
sagdur at vera íbygdur. Christian
fekk ávaringar um ikki at spreingja
hendan steinin. Tað kundi merkja
vanlukku. Men slíkum trúði hann
ikki. Men tá ið hann misti alt, minn
ist eg mammu og onnur siga, at
hevði hann ikki sprongt steinin
hevði henda ólukkan ikki hend
honum.
Umframt tað vinnuliga óhepni
fingu tey fýra børn, og trý teirra
doyðu sum smá av tuberklum.
Konan fekk eisini tuberklar, og alt
hetta fekk hesin vanlukku steinur
skuldina fyri.
Tá Mourits Mohr
fekk flongjuna
Vit brøður vóru spælikammiratar
við synirnar hjá Jens Mohr. Har
vóru fýra dreingir og fýra gentur.
Mótsett okkum kundi tey gera stórt
sæð tað, tey høvdu hug til, sum til
dømis at spæla úti sunnudagar.
Hjá okkum skuldi vera friður
sunnudagar. Klæðini máttu ikki
dálkast, og vit máttu sita friðarlig
inni í kirkjutíð, sjálvt um vit ikki
vóru í kirkju.
Tann elsti av Mohrbrøðrunum,
Mourits, mundi einaferð komið í
rættiligar trupulleikar. Hann hevði
saman við tveimum javnaldrum
tikið lossijaktina hjá abbanum,
Jóan P. Evensen. Teir høvdu sett
segl, og sigldu út á redina. Men her
mundi enda galið. Tað var fitt av
vindi av útsynningi, og dreingirnir
fingu ikki vent jaktini. Tískil róku
teir út í Nólsoyarfjørð, og tað mátti
hjálp sendast eftir teimum.
Tá teir eftir nógv stríð komu til
lands, møtti gamli Evensen upp, og
Mourits fekk eina væl uppiborna
fleingju frá abbanum.
Vit plagdu eisini at spæla
skúlaskip umborð á lossijaktunum,
sum lógu fyri teymi á Eystaru Vág.
Mourits var altíð skipari. Sjálvur
fekk eg meira beskednar leiklutir
sum at vera lættmatrósur. Hetta
var tað longsta eg náddi á sjónum,
meðan Mourits seinni gjørdist
sjómaður.
Ein yngri beiggi var Effe. Hann
tosaði ofta um, at hann skuldi blíva
prestur, tá hann bleiv stórur. Men
hann bleiv hovmeistari. Eina tíð
stjórnaði hann einum hospitali í
New York. Seinni gjørdist hann
hovmeistari á Tjaldrinum.
Ein sonur var Kjartan Mohr, sum
var kendur sum skipasmiðjustjóri
og tingmaður. Hann var sera
sjarmerandi.
Húsið hjá Jens Mohr við Skansa
vegin varð roknað fyri at vera eitt
"yvirklassahús." Jens var jú skipari,
og kona hansara Magretha var
dóttir ein av stóru keypmonnunum
í Havn, Jóan Peter Evensen.
Kristian Djurhuus:
Tað var skomm
at hava lán í húsunum
Í hesum partinum greiðir Kristian Djurhuus frá grannalagnum. Her er enn ein váttan um, at Lavamenn
duga væl at húsast. Aðrir grannar vóru tey hjá Jens Mohr, har synirnir kundu vera nakað buldrasligur
Ólastova og húsini á lag teknað av Ingálvi
av Reyni í Tann Deiliga Havn
Stutt var millum húsini. So smalt millum húsini er framvegis omanfyri
húsini á Lava. Fyri endan á gøtuni eru húsini á Mýruni. Her búði
Katrina, vanliga kallað Kilarin. Hon hevði vanliga slíkan skund, at tað
varð sagt, at hon “kilaði” avstað. Tí varð gøtan kallað Kilarkanalin
36