mikudagur 9. februar 2011síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17
Sosialurin
Ítróttur
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
Vunnin sett
tapt sett
munur
stig
1 ÍF
16
14
2
44
12
32
18
2 Mjølnir
15
9
6
30
22
8
11
3 SÍ
15
9
6
34
19
15
10
4 Fleyr
16
7
9
24
33
-9
9
5 TB
16
0
16
2
48
-46
0
Fleyr-Mjølnir 1-3 (26-24, 27-29, 18-25, 27-29)
Hilmar Jan Hansen
– Hesin sigurin hevði nógv at siga
fyri okkum, og vit hava góðar møgu
leikar at koma í finaluna. Vit hava
ofta gott tak á Fleyr, og hóast teir
vóru øgiliga uppsettir í kvøld, høvdi
vit munin, segði liðformaðurin hjá
Mjølnir, Thorvald Danielsen tá 31
sigurin á Fleyr var veruleiki.
Talan var um ein fínan flog bólts
dyst í Gundadalshøllini í Havn,
har menn báðu megin netið løgdu
heil hjartað til brots. Liðini vóru
sera jøvn, og ofta skiftust tey um
at vera á odda í settunum. Og tað
segði kanska alt, at Mjølnir skuldi
ígjøgn um ikki færri enn fimm sett
og dystar bóltar í fjórða setti, áðrenn
sigurin kom til høldar.
Tey bæði fyrstu settini byrjaði
Mjølnir betur og var á odda, men
so kom Fleyr afturíaftur. Í tí fyrsta
settinum eydnaðist Fleyr at koma
framum, hóast Mjølnir var á odda
2322, og Fleyr vann settið 2624.
Hinvegin sá annað sett mestsum
avgjørt út ta einu løtuna, tá Mjølnir
var frammanfyri 169, men so kom
Fleyr sterkt aftur og fór framum
síðstu løtuna. Mjølnir hevði settbólt
við 2422, men servaði í netið, og
avgerðin fall ikki fyrr enn tað bleiv
2927 til Mjølnir.
Triðja sett var ikki so javnt sum
hini, og tað vann Mjølnir 2518, men
í fjórða setti vóru liðini púra jøvn til
tað allarsíðsta. At tað var Mjølnir,
sum alla tíðina ímóti endanum
vann sær møguleika fyri sett og
dystar bóltum, tardi helst meira upp
á kreftirnar hjá Fleyr, sum at enda
mátti lúta.
– Nú verður tað eitt sindur
trupult at røkka finaluna, tí Mjølnir
fer tvey stig fram um okkum og
eigur ein dyst á, so tað verður hart,
skulu vit fáa teir aftur. Hetta var
nokk tann dysturin, ið var avgerandi
fyri, um vit ordiliga skuldu vera við
ella ikki. Tí var tað eyka keðiligt, at
vit skuldu tapa hann, segði hevarin
hjá Fleyr, Hans Fróði Jensen.
hilmarjan@sosialurin.fo
Flogbóltur Við sigrinum á Fleyr í gjárkvøldið fór Mjølnir
fram um SÍ á stigatalvuni, og klaksvíkingarnir hava nú
góðan møguleika at koma í FM-finaluna ímóti ÍF
MJØlNIr MuNIN
Hóast tað leikaði sera javnt á í dystinum millum Fleyr og Mjølnir í gjárkvøldið, hevði
Mjølnir munin og er nú nærri einum FM-finaluplássi enn nakrantíð
Mynd: Álvur Haraldsen
Mjølnir er nú
næstfremst
Hilmar Jan Hansen
Tilsamans 113 lið høvdu meldað
seg til Drátturkappingina, men
hóast nøkur hildu seg aftur – helst
orsakað av vánaliga veðrinum
fríggja dagin – vóru yvir 100 lið við
í kapp ingini.
Kappingin byrjaði fríggjakvøldið
hjá
unglingum
og
helt
fram
leygarmorgunin.
Ikki
fyrr
enn hálvan tíma eftir midnátt
leygarkvøldið var síðsti vinnarin
kosin.
Hjá kvinnuunglingunum vann
KÍF, TB var nummar tvey og
Fleyr nummar trý, og hjá mans
unglingunum gjørdi TB bart, tí
aliðið vann og bliðið gjørdist
nummar tvey, meðan ÍF fekk triðja
plássið.
Fleyr vann kappingina hjá gent
um 14 ár framman fyri ávikavist
Drátt og Ternuna, og hjá dreingjum
14 ár vann SÍ, meðan Ternan bleiv
nummar tvey og Dráttur nummar
trý. Hjá gentum 12 ár vann TB a,
Dráttur bleiv nummar tvey og TB b
nummar trý, og hjá dreingjum 12 ár
vann SÍ, TB bleiv nummar tvey og
ÍF nummar trý.
Umframt øll hesi vóru 50 lið í
Kidsvolleykappingini, har tey ikki
spæla um plaseringarnar sum hini,
tí har eru øll vinnarar, sum eru við.
hilmarjan@sosialurin.fo
Yvir 100 lið á Giljanesi
Flogbóltur Um vikuskiftið var árliga Dráttur-
kappingin í flogbólti á Giljanesi, og hóast veðrið ikki var
til vildar, møttu tey flestu av tilmeldaðu liðunum
Hilmar Jan Hansen
Frælsur Ítróttur Føroya, sum
skipar
fyri
FMrenningini,
hevur valt at skift teinin til
cross renningina
á
Svanga
skarði út við ein nýggjan tein í
Hoydølum í teirri vón, at kanska
fleiri rennarar fara at halda
seg framat. FMkappingin í
cross renning byrjar klokkan 11
leygar morgunin og varir í ein
góðan tíma, og runnið verður á
stóru, vøkru fløtuni og niðan í
viðar lundina, tó bert niðan fyri
Hvíta nesvegin.
Umhvørvisstovan varðar av
stórum parti av renniteininum,
og tey fegnast um, at vakra
økið eisini kann nýtast til slík
enda mál. Hetta er fríøki, sum
nógv fólk ganga túrar á, men
hesa løtuna, meðan renningin
er, hava rennararnir fyrsta rætt
til gøtur nar. Tí verður heitt á
fólk við barnavogi ella hundi
at ansa væl eftir ikki at koma
inn á kappingarøkið.
Níggju ymsir bólkar
Kappast verður í tilsamans
níggju
bólkum,
sum
eru
gentur og dreingir, fødd mill
um 1997 og 1999, kvinnu og
mans unglingar, føddir millum
1994 og 1996, opin bólkur hjá
kvinnum og monnum, fødd í
1993 ella áðrenn, veteranar hjá
kvinn um og monnum, fødd
millum 1956 og 1965, og super
veteranar hjá monnum, ið eru
føddir í 1955 ella áðrenn.
Gentur og dreingir renna
tvey umfør, svarandi til hálvan
triðja kilometur, kvinnu og
mans unglingar
renna
trý
umfør ella umleið fýra kilo
metrar, og øll hini renna seks
um før, sum er nakað minni
enn átta kilometrar. Trý tey
fremstu í hvørjum bólki fáa
FMheiðurs merki.
Tilmeldingarfreistin er úti
fríggja kvøldið klokkan 21, og
til meldingin fer fram á heima
síðuni renn.ro. Renn ararnir
kunnu skifta í umklæðingar
rúm unum í Studentaskúlanum,
har
startnummur
kunnu
heint ast frá klokkan 10 leygar
morgunin.
hilmarjan@sosialurin.fo
FM-crossrenning
í Hoydølum
Frælsur ítróttur Fyrra partin
leygardagin verður føroyameistara-
kapping í crossrenning í Hoydølum,
eftir at henda kapping í áravís
hevur verið oman fyri ítróttar-
økið á Svangaskarði
VAKur tEINur
Loftmynd av renniteininum í Hoydølum í føroyameistara-
kappingini í crossrenning, sum verður leygardagin