Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. februar 2011 · Nr. 18 vikuskiftisblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Kári á Rógvi, løgtingsaður, kundi rætt­ i­liga fing­ið oyr­ini í mask­in­una fyri Hol­o­caust-teld­u­post­in, hann s­endi einum týskum fanatiskum um­hvørv­ is­ak­t­i­visti. Vit kunnu skjótt verða samd um, at tað ikki er serliga smart, at ein løg­ tings­mað­ur sendir slíkar insinuerandi mail­ar til umhvørvisaktivistar. Men. Og her er eitt stórt MEN. Hví kunnu vit ikki skjóta aft­ur, tá vit vit fáa so nógv­ar so ljót­ar og so niðr­andi mail­ar um okk­um, sum ikki virða hvala-mann­a­rætt­indi? Vit her á red­ak­ ti­ón­ini fáa helst all­ar teir mail­ar, sum Kári á Rógvi og utt­an iva øll hini ting­ fólk­ini fáa. Tá Miðla­hús­ið hevði Lars Løkke Ras­mus­sen á vitj­an í febr­u­ar í fjør segði hann, at for­sæt­is­mál­a­ráð­ið hvønn ein­asta dag fær fleiri grind­a­ mót­mæli - og at grinda­mót­mæl­i eru tað, sum fylli­r mest í for­sæt­is­ráð­num við­víkj­andi Før­oy­um. So onk­u­staðni ­hava hesi grind­a­mót­mæli týd­n­ing, hó­ast hesi fólk tykj­ast rætt­i­lig­a marg­ i­nal­i­ser­að - at tey helst næstan ong­a­ staðni verða tikin fyri fult. Vit upplivdu tað her á redaktiónini í summ­ar, at hesin sami týski »um­ hvørv­is­fel­ags­skap­ur­in« ringdi til blað­stjór­an og spurdi, um tað passaði, at sand­ing­ar høvdu hild­ið eini grind um nátt­ina, og ikki drip­ið hana fyrr enn morg­un­in eft­ir. Jú, tað pass­aði, kundu vit vátta. So varð spurt, um tað pass­aði, at hval­ir­nir vórðu bundn­ir til bát­ar­nar alla nátt­ina? Tá fór blað­ stjór­in at flenna, og royndi at greiða frá, at tað hevði ver­ið ein ó­møg­u­lig upp­gáva... Tað er á slíkum støði, tað gongur fyri seg. Vit hava eisini fleiri ferðir - mest sum til stutt­leika spei­rik­ið týsk­ ar­ar og ong­lend­ing­ar við, at tá teirra lond eru hild­in upp­at við at drepa fólk, so kunnu tey koma aftur at disk­u­tera við okkum um grind. Tá verða tey fá­ mælt, tí hetta kann ikki sam­an­ber­ ast. Nei, tað kann ikki samanberast, at ong­lend­ing­ar og týsk­arar drepa fólk, með­an almennu Føroyar, sum ikki hava drip­ið fólk síðani skæl­ings­ systk­ini vórðu av­rætt­að á Krák­u­steini í 1706 – við at drepa grind... Dan­mark sendir eisini sína lands­ menn í deyð­an. Higartil eru eini 40 ung­ir dan­ir send­ir í deyð­an í Af­ghan­ i­stan, og gongst sum ætlað, so verða eini 40 ungir danir afturat sendir í deyð­an har. Altso danska stjórnini ætl­ar, at krígg­ið í Af­ghan­i­st­an skal kosta um­leið 80 ungum dønum lívið. Jú, onkur mót­mæl­ir. Vit vildu sæð ein um­hvørv­is­fel­ags­skap ella manna­ rætt­ind­a­fel­ags­skap, sum setti lond sum Dan­mark, Týsk­land, Ong­land og onn­ur lond, sum drepa fólk, á svarta­ lista. Tá mann­drá­p­ið er steðg­að, so kunnu vit disk­u­tera grinda­drápið. Ókey, tað er ikki rætt at arga við Hol­o­caust. Men tað so avgjørt rætt at seta lond, sum ganga inn fyri fólk­a­ drápi upp ímóti londum, sum tildømis drepa grind og ikki hava dripið fólk í yv­ir 300 ár! Komið aftur, tá tykkara lond ikki drepa fólk meira! Telduposturin hjá Kára á Rógvi, løg­tings­manni og dokt­ara í lóg, sigur okk­um nógv um føroyska kjak­ment­ an. Á Rás2 í gjár vildi Rig­mor Dam vera við, at slík­ar arg­u­ ment­a­ti­ónir vísa, hvørja av­ skepl­aða mynd føroyingar hava av okk­um sjálv­um og okk­ara søgu. Hon vísti á, at vit hava tað best og síggja best okk­ara sam­leika, tá vit hava onkr­an, sum er í­móti okk­um. Er tað ikki Dan­mark, so er tað onkur ann­ar, sum til dømis onkur um­hvørv­ is­fel­ags­ skap­ur. – Vit eru best, vit duga best, vit eru klók­ari, og vit lesa s ø g ­u r um rask­ ar skip­ ar­ar og um menn, sum tóku land og um mat­ar bønd­ur og so víðari, segði hon. Eirikur Lindenskov vísti á, at vit eru fakt­iskt bein­leið­ is hand­i­kapp­að, tá tað kem­ur til at arg­u­ment­era og at lut­ taka í ein­um sak­lig­um kjaki. – Fakliga eru vit heldur ikki nóg búgv­in. Fyri at siga tað bart út, so hava vit ikki nóg nógv­an kunn­leika, tí før­oyska sam­fel­ag­ið hev­ur ikki pri­o­r­i­ter­að til dømis eitt so gott skúl­a­verk, at einhvør før­oy­ing­ur klárar at skriva eina A4 síðu á enskum ella týsk­um máli, sum greiðir ev­ro­p­e­ar­um frá um okkara hugs­an um grindadráp. Vit hava stórar ment­an­ar­ lig­ar trup­ul­leik­ar í so máta, sum vit eiga at taka í nógv størri álvara, enn at lesa um gaml­ar garp­ar og hetj­ur og fost­ur­lands­sang­ir. Hetta eiga tey, sum ráða fyri borg­um at gera nakað við. Vánaligu Pisa-úrslitini siga í ver­u­leik­a­num nokso nógv. Tí skulu vit prioritera skúla­verk­ið nógv hægri og geva skúlanum nógv betri um­støður. Vitan og lærdómur hava so ó­met­a­lig­an týdn­ing fyri okk­ara sam­lei­ka og fyri at yv­ir­liva sum tjóð! Veika kjakmentan Fólkadráp ella grindadráp Stóra søgan hjá Dimma­lætt­ ing hesa vikuna er, at blaðið held­ur, at vit gjalda listarfólki alt ov nógvar pengar fyri einki at gera. Tað var annars tann ber­ søgni javn­að­ar­ting­mað­urin, Ger­hard Lognberg, sum var úti við líggjanum og segði, at starvs­lønir til listarfólk eiga at verða avtiknar. Dimmalætting heldur eft­ ir øllum at døma, at tað líkist ong­um, at Jóanis Nielsen og Carl Johan Jensen kunnu nassa sær al­menn­ar mill­i­ón­ir fyri at hugna sær – uttan at nøkur krøv verða sett. Spu­rn­ing­ur­in er so, um Dimm­a­lætt­ ing og Ger­hard Logn­berg hava rætt, og um Løg­ting­ið eig­ur at av­ taka starvs­løn­i­r­nar, s­o­leiðis at list­ar­fólk­ini mugu út at »gera okk­urt ord­i­ligt ar­beiði«, ella um kanska blað­stjór­ar­nir á Dimm­a­lætt­ing og Ger­hard Logn­berg ikki eru nóg ment­ að til at skilja týdn­ing­in av at nøra um ment­an­ina. Vit skulu ikki á hesum stað skera ígjønum, men lata spurn­ing­in standa opnan... Dimma gjørdi ein Gerhard Meira um kra­kka­ veldið Thomas Arabo kjak á síðu 24 Á­gang­ ur móti fis­ka­virk­ is­skipan Ingeborg vinther kjak á síðu 17