Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 18 · 11. februar 2011 2 VIKUSKIFTI Grand Prix Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Leygarkvøldið verður finalan í íslendska Grand Prixnum, og ein av sangarunum, sum skal syngja fyri kjansinum at umboða Ísland í europeisku finaluni, er klaksvíkingurin Jógvan Hansen. Hann hevur áður luttikið í Euro­ vision í Íslandi, og í fjør gjørdist hann nummar tvey – fáar atkvøður aftan fyri vinnaran. Nú gevur Jógvan Hansen kappingini ein møguleika afturat, og hann hevur hampuligar vónir til leygarkvøldið. – Eg veit ikki, hvat fer at henda leygar kvøldið. Eg ætli mær at gera mítt allar besta, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur. Líkamikið, hvat úrs­ litið verður, so veit eg, at eg havi nógv at gera sum tónleikari eftir kappingina, sigur Jógvan Hansen. Íslendska Grand Prixið fekk ein nýggjan vinkul, tá ið ein av sangarunum, sum skuldi taka lut, brádliga doyði. Sangurin er framvegis í kappingini – seks aðrir sangarar syngja hann – og hes in sangur hevur fingið sera nógv um røðu. Tey flestu rokna eisini við, at sangurin hjá tí deyða sangaranum fer at vinna. Eitt av stóru bløðunum í Íslandi skrivaði tó í gjár, at tann sangurin, sum hevði umboðað Ísland best, er sangurin hjá Jógvani Hansen. Hørð venjing Jógvan Hansen hevur í langa tíð ar­ beitt við síni luttøku í íslendska Grand Prixnum, og hann hevur fyrireikað seg væl – bæði tónleikaliga og krops­ liga. – Eftir at eg gjørdist nummar 2 í kapp ingini seinast, hugsaði eg, at nú skuldi eg geva tí ein ordiligan kjans afturat. Eg havi í grundini arbeitt við hesum í eitt heilt ár. Eg havi leitað leingi eftir rætta sanginum, og fekk sangir úr øllum heiminum at velja ímill um. Endin var so, at eg skrivaði sangin saman við Vígnir Snar, sigur Jógvan Hansen. – Eg havi klænkað meg 15 kilo nú upp undir Grand Prixið. Havi arbeitt við neyvt við øllum detaljum, eisini at eg skal síggja gott út, at eg eri tryggur við framførsluna, at vinklarnir í sjón­ varpinum eru teir røttu, ljósið er gott, og alt annars er, sum tað skal, sigur hann. Hevur tað verið strævið at tapa seg 15 kilo upp á tríggjar mánaðir? – Hvat heldur tú, spyr Jógvan flenn­ andi. – Eg havi ikki etið sukur, ikki etið salt, sum minst av kolvætu, ikki etið meg mettan, ikki drukkið øl, og eg havi vant hvønn einasta morgun hesa tíðina. Tá mann ger alt hetta, so ber til at tapa seg skjótt. Føroyingar hava eisini møguleikan at fylgja finaluni í íslendska Grand Prixnum. Sjónvarpið hjá Kring varp­ inum sendir finaluna frá kl. 20.15 leygarkvøldið. Illa og býtt er býtt! redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Robert McBirnie / Jens Kristian Vang 2 KluMMa: Illa og býtt er býtt 4 IntERVIEw: rober McbIrnIe 8 Mítt egyptaland 10 tIPS: ValentIndagur 12 90 SEKund: MIchael Jensen 14 uMaftuRaftuRuM: høgnI dJurhuus 16 HVøR gER coMeback í polItIkkI? 18 tað ER tíðIn 20 IntERVIEw: steIngríMur J. sIgfússon 22 HEIlSuSíða: sunnur kostur geVur Vakra húð 30 MIðlaMJaRR: tað sIga tey á facebook og í MIðlunuM 31 tað HEndIR: konsertIr, tIltøk, bøkur og annað 32 VIKuMyndIn: MóMæltI í kaIro INNIHALD klumman Eydna Skaale JógvAN HANsEN hevur fyrIrEIKAð seg væl til ísLENDsKA grand PrIxIð – bæði tóNLEIKALIgA og KroPsLIgA. sEINAstu vikurnar hevur hann KLæNKAð seg 15 kilo Jógvan tveitt 15 kilo »Vit hava ikki ráð. Vit eru bara 50.000 fólk. Her eru rætt og slætt ikki nóg nógvir pengar til«. Hesa ramsuna hava vit eftirhondini hoyrt ofta. Og sum roknistykkið sær út í løtuni, hava vit ikki ráð til alt. Tað mangla pengar í. Men hvat um vit nú býttu pengarnar øðrvísi? Hvat um vit fingu hendur á øllum teimum pengunum, sum hvørva millum skins og hold í samfelagnum? Sum verða nýttir til fá heldur enn til fleiri? Hvat um summi ikki fingu tríggjar almennar pensjónir? Hvat um summi ikki fingu svimlandi almennar upphæddir bara fyri at koyra til arbeiðis? Hvat um summi ikki rindaðu 40.000 almennar krónur í leigu um mánaðin fyri eini tóm hús, sum ikki verða nýtt? Hvat um summi ikki nýttu 900.000 skattakrónur til eina úthurð? Hvat um summi ikki fingu dupulta almenna løn, hóast tey bara hava eitt arbeiði? Sum er er ikki ráð til alt, verður sagt. Og so verða boð givin um, at sjúkrahúsið skal spara, skúlarnir skulu spara, tey lesandi missa skúlapengar og stuðulin til heilivág skal skerjast. Jú, eg veit væl, at tað heilt víst er eitt mark fyri, hvussu nógvar pengar føroyingar hava. Men bara seinastu fáu mánaðirnar eru nógv dømi komin fram í ljósmálan um, at okkara skattakrónur leka ímillum skins og hold, heldur enn at koma á turr støð, har tær veruliga gera mun. Har sum tey flestu okkara helst høvdu viljað, at tær vórðu nýttar. Dømini, sum eru komin fram eru mong, men eg ivist ikki í, at tað framvegis eru nógv líknandi dømi, sum vit bara einki vita um. Enn. So erlig talt tit! Kundi tað ikki verið ráð til nógv meiri av tí týdningarmesta, um vit løgdu útreiðslurnar um? Um vit droppaðu allar hesar hol­í­høvdið­útreiðslurnar og heldur raðfestu slíkt, sum gagnar fleiri føroyingum betri? Eitt betri sjúkrahúsverk, longri barsilstíð, betri skúlaumstøður og so víðari? Fyri mær at síggja eru nevniliga nógvar ferðir fleiri pengar til, enn summi vilja hava okkum at halda. – Eg havi ikki etið sukur, ikki etið salt, sum minst av kolvætu, ikki etið meg mettan, ikki drukkið øl, og eg havi vant hvønn einasta morgun hesa tíðina. Tá mann ger alt hetta, so ber til at tapa seg skjótt, sigur Jógvan Hansen