Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. februar 2011 · Nr. 18 4 Sosialurin Randi Jacobsen - Eg havi í hvussu er lært eitt: Alt, sum hevur við kekkar gjøgnum internetið at gera, er falskt. Hetta sigur ein 23 ára gam al maður, sum er komin illa fyri fíggjarliga. Eitt tilboð, sum hann fekk á MySpace, ljóðaði so lokk andi, at hann kundi ikki lata vera við at svara. Hevði til boðið verið veruligt, hevði hann sloppið av við sína leysa skuld, og tað var hetta, sum fekk hann at svara. Men soleiðis gekk ikki. Skuld hansara er økt við 80.000 krónum, hann eigur hvørki hús ella bil, og oman á alt hevur hann einki arbeiði longur. Maðurin, sum vil vera ónevndur, ásannar nú, at hann var í so góðtrúgvin. Vin menn hansara bóðu hann eisini lata vera við at svara, men hann dugdi ikki at síggja nakran vanda í tí. Hann kann aði eisini á netinum, at fyri tøkan, sum vendi sær til hansara, var til. Eisini ringdi hann, og ein kvinna svaraði. Verkætlanin gekk út uppá, at nøkur fólk skuldu koma til Føroya at gera lýsingar fyri Black berry. Hann gav teimum navn sítt, stjórin ringdi aftur til hansara, og tí helt hann ikki, at hetta kundi verið falskt. - Eg havi lisið nógv um svik á internetinum, og hetta líkt ist ikki nøkrum av tí, sigur svik aði maðurin. Vekslaði kekkarnar Hann fekk sendandi ein kekk áljóðandi 4.000 evrur. Pen ingin skuldi hann veksla og senda til eina fyritøku í Eng landi. Peningurin skuldi brúkast til flogferð og gist- ingarhús í Føroyum. - Tá átti onkur klokka hjá mær havt ringt, tí hví kundu tey ikki sjálv senda peningin til teirra? hugsar maðurin í dag. Men hann fór so í bankan við kekkinum og sendi pen- ingin til Englands. - Tað var ikki í mínum tonk um, at kekkurin var falsk ur. Tað gingu nakrir dagar, og so fekk hann ein kekk áljóð- andi 15.500 evrur, men so stóran kekk vildi bankin ikki innloysa. Hetta fekk avsendarin at vita, og hann sendi mann- inum í Føroyum ein kekka- ljóðandi 8.500 evrur. Bankin tók ímóti hesum kekki, og peningurin fór eis- ini hesa ferð til Englands. Fólkini søgdu við mannin, at teir komu til Føroya miðjan februar. Falskir kekkar - Ein dagin, eg var til arbeiðis, ringir bankin og boðar mær frá, at báðir kekkarnir vóru falskir. Tann fyrri kekkurin var í hvussu er falskur, og bankin helt tað mundi vera galdandi fyri hin eisini, tí undirskriftin var tann sama. Fyri ómakin at hjálpa teim um, sum vístu seg at vera svikarar, skuldi maðurin eiga 20 prosent av upphæddini. Tann peningin brúkti hann ikki, og bankin hevur fingið peningin. Maðurin hevur tosað við bankan, sum hevur sagt, at maðurin hevur ábyrgdina og má sjálvur gjalda peningin aftur. Við tað at hann hevur goldið inn tað, sum skuldi verið vinningur hansara eru umleið 80.000 krónur eftir at gjalda. Tað ætlar bankin at gera um til eitt lán. Hann er í dýrastu neyð, tí hann veit ikki, hvussu hann skal sleppa burtur úr skuld- ini. - Eg havi onga trygd at veita fyri nøkrum láni, eigi hvørki hús ella bil, og oman á tað havi eg mist arbeiði, sigur maðurin. Málið er meldað til løg- regl una. Maðurin ger eina roynd aftrat at fáa bankan at vísa forstáilsi. Hann skal fyrsta dagin á fund við bankan og ætlar sær tá at hava for- eldrini við. Lumpaður við følskum kekkum Ein 23 ára gamal maður, sum umvegis MySpace varð lokkaður upp í eina filmsverkætlan, fekk einans skuld upp á 80.000 krónur burturúr. Kekkarnir, sum hann fekk, vístu seg at vera falskir, og peningin hevði hann tá sent víðari Fleiri mál um svik Randi Jacobsen Javnan fær kriminal- politiið fráboðanir frá fólki, sum í góðtrúni hava latið við seg koma, tá ið tey hava fingið áheitan í telduposti um antin at hjálpa við peningi ella luttaka við peningini í onkrum tiltaki. - Hetta hevur ver- ið so ofta frammi, at fólk áttu at vita, at tað kunnu verða lump að, sigur Bergleif Brim- vík, leiðari á krimi nal- deildini hjá poli ti num. Hann veit dømi um fólk, sum í góðari trúgv eru farin í bank- an við kekkum, sum seinni hava víst seg at verið falskir. Í onkr- um føri hevur pen- ingastovnurin bein an- vegin funnið útav, at kekkurin var falskur. Dømi hava eisini verið um, at fólk hava keypt á internetinum við ringum úrsliti. Fólk- ini handan heima síð- ur nar hava ikki verið reiði lig, og stórar upp- hæddir eru horvnar av kortunum, sum keypt var við. Eitt tað grovasta dømi, sum Bergleif Brim vík minnist, var fyri nøkrum árum síð an. Ein maður hevði fleiri ferðir sent pen ing, fleiri ferð- ir 10.000 krónur til eina kontu. Endin var, at hann skuldi møta mót tak ar unum á ein- um hotelli í Keyp- manna havn. Menninir vóru fremmandir, og maðurin dugdi ikki at eyð merkja teir. Pening fekk hann ongan. - Eg má harðliga mæla frá at fara í holtur við slíkt. Og tey, sum keypa á internetinum, mugu tryggja sær, at veruligar fyritøkur standa aftan fyri heim a síðurnar, haðani keypt verður, sigur Berg leif Brim vík. Bankin vekslaði kekkarnar, og maðurin fekk peningin. Men vekslarnir vístu seg at vera falskir, og eftir stendur tann ungi maðurin við stórari skuld