Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 18 · 11. februar 2011 4 VIKUSKIFTI Hann ætlaði sær ikki at krógva seg burtur á eini balkong, tá ið Hann sum 16 ára gamal spældi alment fyrstu ferð. Hansara ringasta upplivilsi í undirhaldi var, tá ið Hann fortaldi eina søgu um jól í einum flúgvandi borðiski, og Hann er væl nøgdur við, at tónleikur og undirhald ikki gjørdust til meira enn eitt ítriv í Hansara lívi. vit Hava Hitt robert Mcbirnie, sum Hevur undirHildið føroyinguM í meira enn 50 ár kom í neyð av flúgvandi borðiski IntervIew eyðun klakstein eydun@sosialurin.fo Í mínum eygum sær hann út, sum hann altíð hevur gjørt. Ungdómligur og blíð­ ur, nú hann tekur ímóti mær heima í Eiriksgøtu í Havn. Hann hevur júst rundað tey 67 árini ­ vágbingurin, sum flestu føroyingar kenna sum sangara og undirhaldara. Og tað sæst ikki á honum – altso aldurin. Hann er Robert McBirnie – hann er ikki sum hini, og eingin er sum hann. Sum 16 ára gamal gjørdist hann popp sangari í Vági, síðani legði hann land ið niður sum oddamaður í Faroe Boys, og sum um tað ikki var nóg mik­ ið, so fekk Ísland sama túr. Seinnu nógvu árini hevur hann skemtað, sungið og undirhaldið kring landið alt og í útvarpi, og meðan pen­ sióneraðir lærarar vanliga fara í havan at lúka ókrút ella fara flótandi á flot, so brúkar Robert McBirnie sítt otium sum undirhaldari. Og hóast hann hevur undihildið før­ oyingum í meira enn hálva øld, hevur hann ongar ætlanir um at gevast við tí fyri bils – og hann er longu bókaður til til tøk eitt ár fram. Tóku stig fult út Tað var upp undir jól í 1959, og at Robert McBirnie fyrstu ferð steig á pall á al mennum tiltaki. Tað var heima í Vági, hagar nýggju poppvindarnir við gittar spæli og sangi eisini vóru komnir. Tað hevði verið nógvur tónleikur í Vági, men valið stóð fyri tað mesta millum har monikku tónleik ella jazz. Líka til hetta vetrarkvøldið í 1959, tá ið Robert og vinmenninir í bólkinum Red Boys gjørdu álvara av ætlanini um at spæla popptónleik fyri vágbingum. Framførslan var í Losjuni í Vági, har fólk vóru von við at verða undirhildin av har monikkutónleiki. Teir, sum spældu harmonikku, sótu vanliga uppi á eini balkong, og tað var ikki meira, enn at dansifólki sá í skallan á tónleikarunum, sum spældu fyri teimum. Soleiðis vildu Robert og teir ikki framføra. Teir tóku stigi fult út – upp á al mennan pall, men ikki upp á nakra balkong. – Vit vóru so frekir, at vit fóru niður undir at spæla. Stillaðu okkum undir balkongini. Tá ið fólk so komu at lurta, skiltu tey als ikki, hvat tað var, sum gekk fyri seg. Tey stóðu bara og hugdu at okk um, meðan vit spældu teir 10 sang irnar, sum vit dugdu. Tá ið vit vóru lidnir við teir, var ikki annað at gera, enn at byrja av nýggjum upp á sang­ irnar, og vit máttu líkasum siga við fólk, at tey vóru væl komin at dansa til tón­ leikin hjá okkum. Hetta var so fremm­ ant fyri tey, at tey vistu ikki, hvussu tey skuldu fyrihalda seg til tónleikin, men so byrjaðu tey at dansa, greiðir Robert McBirnie frá. Útgerðin til framførsluna var be­ skeðin. Víst høvdu teir ljóðføri og slag­ verk, men forsterkarar og ljóðanlegg vóru so at siga ikki uppfunnin her á landi tá. Sangmikrofonina hongdu teir niður úr loftinum og settu hana í ein band upptakara, sum kundi forstyrkja ljóð ið nakað. Ein gittari varð settur til eitt Philips radio, sum Robert hevði stolið frá for eldrunum til framførsluna. Tað var tað – og tað var fínt. Red Boys spældu og undirhildu, og teir settu lív í Vágs bygd við popptónleiki. Børn róptu »te-vatn og breyð« Tað var sum sangari í Faroe Boys, at Robert McBirnie av álvara gjørdist lands kendur og idoliseraður. Hann kom við í bólkin, eftir at hann flutti norður til Havnar at búgva, og upplagdi undir­ haldarin kom sum kallaður, tí bólkurin manglaði sangara um tað mundið. Faroe Boys gjørdust tað stóra navnið í føroyskum poppi í sekstiárunum, og Robert var sjálvsagt mitt í meldr­ inum. – Vit vóru populerir, men eg haldi ikki, at tað var so øgiliga ógvusligt í Før oyum. Tað var eitt sindur meira í Íslandi, men tað var ikki nakað hysterí, sum teir stóru altjóða bólkarnir upp­ livdu. Tá ið plátan hjá Faroe Boys kom út síðst í 60’unum, var eg lærari í Klaks vík, og tá kom tað fyri, at onkur skúla børn krógvaðu seg aftan fyri ein húsa vegg og róptu »te­vatn og breyð« eftir mær, sigur Robert. Faroe Boys fekk av álvara fótin fyri seg í høvuðsstaðnum, tá ið teir fóru at spæla til dans í Tórshøll sunnukvøld. Boð vórðu síðani eftir bólkinum úr Eg minnist bara einaferð, at tað fullkomiliga kiksaði hjá mær, tá ið eg skuldi undirhalda